Skriva út

So blómar alt við Jesus Krist

14.04.2020 Tíðindi


Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Deyði, hvar er nú broddur tín?
Helviti, hvar er tín sigur?
Risin er aftur frelsari mín,
áður í grøv lagdur niður.
Roðar nú páskasól um fjøll,
vermir og gleðir hjørtu øll!
Tøkk havi Guð fyri lívið.

Tað ljómar av sonnum ein sigursæla yvir hesum páskasálminum. Eyðsýnt er, at skaldið Fríðrikur Petersen hevur valt sær orð úr 1. Kor. 15,55: »Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?«

Í skaldskapi sínum var Fríðrikur Petersen einfaldur í myndbering sínari, men fastur og sterkur í málbering,. Hetta síggja við bæði í sálmum og fosturlandssangum hansara.

Tað er ár 1900, Fríðrikur Petersen yrkir sálmin um deyðans yvirmann, sum reis úr grøv páskamorgun. Hetta er sama árið, Fríðrikur tekur við sum Føroya próstur við bústaði á Nesi í Eysturoy.

Hesin sigursongur birtir í okkumn lívsvónina páskamorgun. Tí vikan frammanundan – dymbuldagavikan – ber ein lagnutungan dám yvir sær. Sjálva líðingarsøgu Krists. Men í sálmi sínum minnir Fríðrikur Petersen okkum á, at tað júst var lagnutunga gongdin út á Golgata, sum skuldi beina mannaættina á vegin fram til gleði. Tað var við deyða sínum á golgatakrossi og uppreisn síni, at Jesus fullgjørdi frelsugerningin og vann okkum ævigt lív.

Sum vársól rísur yvir fold,
reis Jesus upp úr døkku mold
til lívs, so finst ei líki;
tí skal, alt meðan verøld stár,
nú eftir vetur koma vár
við gleði í Guðs ríki.

(Grundtvig 1846, J. Dahl 1928)

Við ljósaru tíðini á árinum koma páskirnar – várið! Vit stunda eftir sumri. Eitt framhald av tí ljósi, sum birtist í okkum myrkastu háveturstíð – á jólum, tá vit minnast føðing Krists.

Ymist er, hvaðan teir ymisku dagarnir, sum nevndir eru í álmanakkanum, hava uppruna sín. Summir so langt afturi í tíðini, at ikki ber til at siga, hvørja rót, nøvn teirra hava.
 
Summarmála (14. apríl) sigur Axel Tórgarð (Dagar og nøvn í álmannakum) helst stava aftur í fyrikristnu fortíð okkara og sipa til ta tíðarrokning, norrønu ættfólk okkara høvdu. Á summarmála byrjaði summarhálvárið, á veturnáttum (14. oktober) vetrarhálvárið.

Tey gomlu gáaðu ymsu dagarnar mikið eftir merkjum fyri veður og vind. Sagt varð t.d., at sum summarmáladagur var, fór várið at verða, og varð klárt í veðrinum henda dagin, skuldi dagsglæman ikki hvørva burtur. Tað hóskar væl við, at tann 16. apríl taka ljósu næturnar við.

Vit liva í tíðini eftir føðing Krist, og við hesum í huga, at dagsglæman ikki hvørvur, ásanna vit, at kristni boðskapurin er hin sami, hvussu árstíðirnar og veðurlagið skifta. Alt blómar við Jesusi Kristi.

Sum blómur allar fríðka jørð,
sum líðir grønkast, grasið grør,
tá lýkkan kemur blíða,
so blómar alt við Jesus Krist
til fólkagagns og gróðurs vist
nú, og sum tíðir líða.