Skriva út

Slíkt var ikki grælingafjaðrar

16.02.2021 Tíðindi


Í mongum bygdum var siður at lesa føstulestur mikumorgnar áðrenn farið varð til arbeiðis, annaðhvørt tað var á sjógvi ella landi. Í kirkjubygdum varð lestur lisin í kirkjuni, annars heima við hús. Hetta er avlagt nú. Ístaðin verður í fleiri kirkjum hildin føstugudstænasta mikukvøld.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tøkk, o, Jesus, tú gekst vegin,
deyðans veldi yvirvann,
at tú tola vildi fegin
alt, hvat tungt, ið hugsast kann,
so tú kundi beina mær
pláss í himninum hjá tær,
har sum bjartast ljós man lýsa,
har tær longdist mær at hýsa.

Jóannes Patursson: Legg nú niður verðsligt sinni (føstusálmur).

Orðið andakt er sprottið úr týska »Andacht«, ið aftur er runnið úr »andenken« ‒ »áminning«. Bønarhald siga vit eisini. Og andaktir verða ofta lýstar sum minni gudstænastur við bøn sum tí grundleggjandi og lestri úr bíbliuteksti. T.d. í Havnar kirkju hvønn hósdag, har ein av prestunum í Suðurstreymoy lesur og heldur bøn og tveir sálmar verða sungnir.

Andaktir verða hildnar í ymiskum høpi – eitt nú hjá KFUM og -K-skótum – tá farið verður undir eitthvørk verkevni á morgni og aftur tá arbeiðsdagurin er liðugur.

Øll kunnu hava eina andakt. Bíbliutekstirnir verða ofta í slíkum bønarstundum settir í samband við nútíðar hendingar og gerandisverk, eins og prestar mangan gera í prædikum teirra sunnu- og høgtíðsdagar.
Hugtakið bøn kann eisini setast í heimspekiligan samanhang, um djúphugsni, at »hugsa við hjartanum« um lívið.

Umframt gudstænastulívið hava føroyingar befalað seg í Guds hendur í bøn, og tað kundu teir gera bæði úti og inni; t.d. at leggja seg á knæ og ákalla Harran í bøn áðrenn farið varð til bakka. Og á báti, tá farið var til útróðrar, at syngja sálmar. Annars gjørdu teir tað við lestri úr lestrabók ella bønabók, eins og sálmar vórðu sungnir. Útleggingin lá í hondunum á tí, sum skrivað hevði lesturin ella yrkt sálmin. Her ráddi bert um at lurta og taka til sín.

Vit eru nú stigin inn í føstuna, sum er fyrireikingartíðin til hina stillu vikuna. Ein tíð, har vit bæði heima hjá okkum sjálvum og í kirkju royna at minna okkum á, at tað var ikki við lítlum og løttum, at vit vórðu endurloyst frá øllum vondum og at tað var Guds egni sonur, sum gav sítt heilaga likam og blóð okkum til sálarbót.

Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at vit mintust hetta hvønn einasta dag, men nú er hesin heimur einaferð soleiðis stjølaður, at hann fjøtrar okkum – eisini tey, ið rokna seg sum Guds børn.

Lætt gloyma vit tað, sum vit eiga at minnast til. Vit liva í eini tíð, har mangt av tí gamla verður kveistrað til viks. Tó latum okkum royna at geva bønarhaldinum tann serliga dám, sum sermerkir hesa álvarsomu tíð.

Í BÓKINI »Ferð mín til Jorsala« skrivar Kristian Osvald Viderø (1906-1991) um lestrar og kvøldbønir, sum vórðu lisin, og um sangir og sálmar, sum vórðu sungnir, tá ið fólk komu saman í roykstovuni um kvøldarnar.

Viderø sigur:

»Ikki var mikil styrkur í náttverðinum, sum var bæði tunnur og turrligur, skolasúpan og ein turrur seiður afturvið. Men onnur kraft var í hini andligu føðini, sum kom aftaná, tá ið faðir settist at lesa kvøldbøn fyri øllum heimilisfólkinum. Tað var mjøk fjølbroyttari og sló ikki falskar mentir; tá vóru rættirnir bæði margir og væl mergjaðir og með alskyns sjáldsomum nøvnum. Har var bæði Brockmaður og Kingo, Aandelige Betragtninger over Jesu Vunder og Saar og Tárapersan, Pontupedán og Petur Dass, Brorson, Kosseba, Grønabók og Tjúkkabók, Sjungandi Tíðsfordrív, Aandeligt Sjungekór, Norðlandstrompetin, Túsundtal, Bíbliukernan ... Ja, har skorti ikki at velja av. Slíkt var ikki grælingafjaðrar.«

K. O. Viderø var ættaður úr Skálavík. Sum ungur fór hann til skips, seinni fór hann til Danmarkar á studentaskúla, har tann tók prógv á Statens & Hovedstadskommunernes Kursus í Keypmannahavn í 1930. Í 1941 tók hann gudfrøðiprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum prestur í ymsum prestagjaldum í Føroyum. Eftir deyða Jákup Dahls varð litið Viderø til at halda fram við bíbliutýðingini, sum varð liðug í 1961.

Bæði í lestrartíðini og seinni í lívinum ferðaðist Viderø víða um. Hann var í øllum Evropa (úr Norðurnoregi til Volga og Balkan), í Miðeystri, í Norðurafrika og í Asia. Frá sínum mongu ferðum skrivaði hann ferðafrásagnir, sum seinni komu út í bókum.

Meginparturin av tí, ið Viderø skrivaði, kom út eftir deyða hansara – bæði verk við endurminningum og siðsøguligum frásagnum eins og føgrum skaldskapi í ymiskum líki. Hann varð heiðraður við bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens.

GAMAL SIÐUR hevur verið í Føroyum at lesa lestur í føstu. Gamalt var, at lestur varð lisin hvønn mikumorgun í føstuni í kirkjuni ella heima við hús, áðrenn farið varð nakrar vegir til arbeiðis annaðhvørt á sjógvi ella landi.
Siðurin at lesa lestur um morgunin varð varðveittur í summum bygdum inn í tjúgundu øld. Men so við og við varð hann broyttur, so at lisið varð um kvøldið í staðin fyri. Og onkustaðni hevur verið lisið sunnukvøld.
Í 1942 gav Dahl út føstulestrasavnið »Krossstíggur«. Um orsøkina til hesa útgávu sigur hann í formælinum:

»Tað hevur ofta verið heldur tvørligt at fáa bøkur við føstulestrum, og eg eri mangar ferðir úr ymsum støðum í Føroyum vorðin spurdur eftir føroyskum føstulestrum. Hetta er ein høvuðsgrundin til, at eg sendi hesar lestrarnar út. Teir eru at kalla allir prædikur, ið eru hildnar í Havnar kirkju.«

Jákup Dahl (1878-1944) var ættaður úr Vági. Fimtan ára gamal fór hann til Havnar at ganga á Læraraskúla, og haðani tók hann prógv í 1896. Í 1897 fór hann til Danmarkar at lesa, og í 1899 tók hann studentsprógv frá Lyceum í Keypmannahavn og í 1905 gudfrøðiligt embætisprógv frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Hann kom aftur til Føroya í 1908 og starvaðist sum lærari í real- og læraraskúlan í Havn. Í 1912 varð hann tilnevndur sóknarprestur í Suðurstreymoy, og í 1918 var hann settur sum Føroya próstur. Tað starvið hevði hann, til hann andaðist.

Jákup Dahl var slóðbrótari á fleiri økjum. Á málsliga økinum er hann í serstøðu. Hann vildi, at kirkjumálið skuldi verða føroyskt, tí fór hann undir at týða ritualini og Nýggja Testamenti, umframt so mangt annað, sum kundi brúkast innan kirkju- og skúlagátt. Jákup Dahl skrivaði fyrstu føroysku mállæruna til skúlabrúks. Hann týddi og yrkti ein hóp av sálmum. Eisini skrivaði hann lestrabøkur, stuttsøgur og yrkingar.
Meðan Jákup Dahl greiddi føstulestrarnar til prentingar, rann honum ymist frá gamlari tíð í hug:

»Mær er sagt frá, at langomma mín, Marjun í Toftum, ið var gift við bóndanum Jákupi í Toftum í Vági, plagdi viðhvørt, meðan hon var ung, at lesa lestur miðvikumorgnar í Vágs kirkju fyri pápa sín, Jógvan bónda á Skála í Vági, tá ið honum sjálvum av einhvørji grund barst frá. Hon man soleiðis ivaleyst hava verið fyrsta kvinna, ið hevur havt ‘kirkjutænastu’ her í Føroyum.«

SJÁLVUR MINTIST Jákup Dahl sum smádrongur abba sín, Jógvan við Krosslið, lesa føstulestur heima hjá teimum, og alt húsfólkið – og eisini onnur har á garðinum – komu saman í glasstovuni.

Av sjálvum tí, sum abbin las, sigur Dahl seg ikki minnast nógv, men hann sær hann fyri sær sitandi við vindeygað og við eini stórari, gamlari bók framman fyri sær á borðinum. Hesir morgnarnir í føstu vóru hátíðarløtur.

Mong munnu hava havt somu kensluna sum Dahl, hvat hesum lestri viðvíkur. Og tá ið hann vígdi lestrabókina »Krossstíggur« fedrunum til minnis, hugsaði hann ikki bara um sínar egnu fedrar, men um fedrarnar hjá okkum øllum.

Lív teirra var meira einfalt enn lívið nú á døgum. Mangan vóru lívsvánirnar ringar og korini trong. Men lív teirra lá í eini nógv fastari legu og hvíldi á tryggari botni, og var tí meira samrunnið og haldgott.
Dahl sigur:

»Kraftin, ið helt teimum uppi, var gudstrúgv, og tað er at ynskja eftir og biðja um, hvat ið so annars verður broytt hjá fólki okkara, at gudstrúgvin aldri má kólna út; tí at eitt fólk uttan Guð er einki fólk.«

Í FLEIRI KIRKJUM er gudstænasta mikukvøld í føstu. Siðurin at halda føstugudstænastu mitt í viku er ikki gamal í Føroyum. Í bókini »Tættir úr Føroya kirkjusøgu« sigur Petur Martin Rasmussen, at føstugudstænasturnar oftast hava verið hildnar sunnukvøld.

Rasmus Rasmussen á Háskúlanum sigur (í »Sær er siður á landi«), at í Miðvági varð føstugudstænastan flutt til mikukvøld, tí at tveir menn, ið høvdu verið burtur og siglt, fingu ávirkað hetta, og presturin lagaði seg eftir teimum.

FØSTULESTRAR: J. Dahl: Krossstíggjur (H. N. Jacobsens Bókahandil 1942). H. I. F. C Matthiesen: Getsemane (tý.: Alfred Petersen. Kirkjuliga Missiónsfelagið 1965). Maria Eide Petersen: Lívsins Kelduvað (Varðin 1982). John Myllhamar: Til kross og grøv (egið forlag 2013). David Johannesen: Krossgil ‒ Føstulestrar (Føroyskt Kirkjumál 2015).

Greinamynd: Brochmands-lestrabók í Gøtu kirkju.


Jákup Dahl (1878-1944). Próstur. Mintist abban, Jógvan við Krosslið í Vági, lesa føstulestur mikumorgnar heima hjá teimum, og øll húsfólkini – og eisini onnur har á garðinum – komu saman í glasstovuni. Hetta vóru høgtíðsløtur.


Gamla kirkjan á Kirkjukletti í Vági. Marjun í Toftum í Vági (langomma Jákup Dahl) las føstulestrar mikumorgnar í kirkjuni fyri faðir sín, Jógvan bónda á Skála í Vági, tá honum barst frá. Hon man soleiðis ivaleyst hava verið fyrsta kvinna, ið hevur havt »kirkjutænastu« her í Føroyum.


Av tí at trot var á føroyskum føstulestrum, setti Jákup Dahl sær fyri at savna føstuprædikur – tær flestu hildnar í Havnar kirkju – og geva tær út. Í 1942 kom út »Krossstíggur« við einum úrvali av hesum prædikum.