Skriva út

SKRÚVUGUÐSTÆNASTA og MIÐVIKA UM FRÍÐRIK PETERSEN

12.11.2019 Tíðindi


Mikukvøldið 13. november er nógv á skránni í Hoyvíkar kirkju.

Kl. 17.30 er skrúvuguðstænasta. Vit hoyra eina bíbilsøgu, syngja sálmar, og síðan fara vit niður undir í Kirkjukjallaran, har borðreitt verður við lasanju. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kl. 19.30 fer Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, at halda fyrilestur um Fríðrik Petersen, próst, og vit fara eisini at syngja nakrar av perlunum, sum prósturin hevur yrkt. Fyrilesturin eitur “Tíðin rennur sum streymur í á”.

Fríðrik Petersen varð føddur í Saltnesi 22. apríl 1853 og andaðist í Keypmannahavn 26. apríl 1917. Umframt at verða prestur og próstur og at yrkja, var hann eisini sera virkin í politikki, og hann varð valdur bæði á løgting og landsting.

Eftir fyrilesturin uppi í kirkjuni, verða øll boðin niður undir til kaffi. Eisini her eru øll eru hjartaliga vælkomin.