Skriva út

Skála kirkja tók navnið á fjørðinum

29.10.2020 Tíðindi


Sølmundarfjørður hevur helst einaferð verið navnið á øllum fjørðinum, sum í dag nevnist Skálafjørður, nevndur eftir landnámsmanni við Sølmundar-navni. Sum kirkjubygd hevur Skáli havt serstaka tign fram um hinar grannabygdirnar og hevur tessvegna fest navn sítt á fjørðin. Men mangar øldir hevði Skáli onga kirkju. Fýrs ár eru liðin síðan núverandi kirkja varð vígd

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Eysturoyggin er næststørsta oyggj í Føroyum. Væl er hon vard av Streymoynni fyri vestan og av Kalsoynni og Borðoynni fyri eystan, meðan opið er út í hav fyri sunnan og fyri norðan.

Á eystursíðuni eru víkir og firðir: Æðuvík, Rituvík, Lambavík, Gøtuvík, Leirvík, Fuglafjørður, Oyndarfjørður og Elduvík. Úr báðum endum skera seg tveir firðir langt inn í oynna: Skálafjørður syðrumegin og Funningsfjørður norðarumegin. Millum firðirnar er vakur dalur, ið nevndur verður Millum Fjarða.

»Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads«. Soleiðis skýra fróðarrit Skálafjørðin. Men hann er ikki bert longsti fjørður í Eysturoy, hann er longsti fjørður í øllum Føroyum. Er trettan kilometrar av sandinum í Skálafirði í beina linju út í Raktanga og átjan út í Eystnes. Bygdirnar á hesum firði eru vestarumegin: Strendur, Innan Glyvur, Skáli og Skálafjørður (ɘ: Skálabotnur); eystarumegin: Undir Gøtueiði/Skipanes, Søldarfjørður, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará (Runavík), Saltnes, Toftir og Nes.

Í »Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782« nevnir Jens Christian Svabo fýra havnir í Føroyum at vera góðar skipahavnir, »neml. Vestmanhavn, Klack [Klaksvík], Trangisvaag og Kongshavn, som der skulle holdes for gode Vinterhavne...«

Kongshavn er heiti, sum danska yvirvøldin nýtti um Skálafjørðin. Hvussu gamalt tað er og hvør upprunin er, er ikki heilt greitt, men úr heimildum sum eitt nú danska skiparans Bagge Wandels frá 1650 er navnið at finna. 11. august hetta árið »gick wi til Segels og seglede hen mod Kongshauffen,« skrivar hann. Sostatt vita vit, at navnið hevur verið kent í 1600-árunum og er helst nakað eldri enn tað. Tilskilað verður, at »Kongshauffen« er syðri partur av Skálafjørðinum, innan fyri Saltnes. Bagge Wandel (1622-1683) gjørdi fyrstu donsku landmátingina í Føroyum (1650), og er Kongshavn merkt á kort hansara.

Mangar søgur og sagnir eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum. Eftir mannasøgn høvdu Tróndur í Gøtu og skeggjar hansara skip síni liggjandi við Skipanes og inni í Akkersvík á Skála. Hesi staðarnøvn benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi.

Ein fjørður fær navn

Tvær bygdir á fjørðinum hava fjarðarnavn: Søldarfjørður (ɘ: Sølmundarfjørður) og Skálafjørður. Í sjútifimm ára minningarriti Skála Skipasmiðju (1979) sigur Petur Martin Rasmussen, prestur, ið skrivað hevur søgu skipasmiðjunnar í sambandi við merkisdagin, m.a. soleiðis um Skálafjarðar-navnið:

»Tað er eingin ivi um, at henda seinna bygdin (í Skálafirði) er so ung, at tað er hon, sum hevur navn eftir fjørðinum, ikki øvugt. At tað er ‘Skála’-navnið, hon hevur fingið, er náttúrligt, tí hon er í Skálahaga. Í gomlum skjølum verður hon skrivað ‘Skaalefiorden’, ‘Skaalebugten’ og ‘Skaalebunden’ hvørt um annað.

Men hvussu er við bygdarnavninum ‘í Søldarfirði’, ið er stytt av ‘í Sølmundarfirði’?

Tað, eg veit er tað bert bygdin, og ikki fjørðurin, ið er nevnd við hesum navni. Men man ikki fjørðurin einaferð hava itið Sølmundarfjørður? Navnið er mansnavnið Sølmundur, og tá ið fjørðurin er nevndur eftir einum manni, man tað so ikki vera eftir tí fyrsta ella einum av teimum fyrstu monnunum, ið hevur búsett seg á fjørðinum, so at navnið gongur aftur í ella ímóti landnámstíðini. Sølmundarfjørður skuldi so statt verið eldri enn Skálafjørður...«

Men hví hevur so navnið »Skálafjørður« trokað burtur navnið »Sølmundarfjørður«? At Skáli hevur verið hevjaður uppum kann møguliga hava sína orsøk í, at hon hevur verið kirkjubygd. Navnið hevur síðan fest seg við allan fjørðin, innan úr fjarðarbotninum og út í ytstu tangar.

Í søgnini um Jústinus løgmann verður sagt: »Tá var kirkja á Skála, við ta ánna, sum rópast Kirkjuá.« Á Skála veit eingin um, at hon hevur itið annað enn Prestá. »Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop so dáttliga á, at tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, týndu lívið.« Eftir  hetta varð kirkja bygd úti við Sjógv á Strondum. Søgn er, at sprek av kirkjuni á Skála rak upp við Sjógv, og tað varð tikið sum tekin um, at nýggj kirkja átti at byggjast á hesum staði. Skála fekk ikki kirkju aftur fyrr enn í 1940.

Sambært Jákupi doktara Jakobsen hevur hetta verið í fyrra helmingi av sekstandu øld. Á Skála hava tey víst á staðið, har kirkja og kirkjugaðarður hava verið í gomlum døgum, tætt við Prestá, stutt niðan frá sjónum.

Í gomlum døgum var kirkja í Lamba (sí staðarnavnið Bønhúsmørk). »Og hevur hon verið einasta kirkja eystarumegin, hevur Skála kirkja verið einasta kirkja á sjálvum fjørðinum. Tað er tí ikki óhugsandi, at tað hevur givið bygdini eina vissa virðing fram um aðrar bygdir,« sigur Petur Martin Rasmussen.

Líta vit okkum íkring, so hevur gudsdyrkanin mangastaðni drigið at sær staðarnøvn, t.d. Kirkjujørð, Kirkjuklettur, Krossstíggjur, Krossbrekka, Vígdá, Sálvará (ɘ: Sálarbótará) o.s.fr. Beinleiðis knýtt at kirkjuni í einari bygd, ella har sum kirkjan dagaði undan, tá komið var til bíggjar. Fólk signaðu seg ella løgdust á knæ í stillari bøn. Er talan um staðarnøvn millum bygda – úti í haganum – kann upprunin vera einhvør halgigerð, ið har er farin fram.

Úti fyri Hests bygd er íða nevnd Kirkjubáran. Søgnin sigur, at einaferð var bátur her í sjóvarilsku illa staddur. Ein maður á bátinum lovaði olmussu, at komu teir livandi burtur úr hesum vanda, skuldi kirkjan fáa jørð hansara. Teir bóru boð í bý, og olmussujørðin ber enn í dag navnið Kirkjujørðin, nakað norðan fyri bygdina í Hesti.

Skála fær kirkju aftur

Fyri fýrs árum síðan, sunnudagin 20. oktober 1940, vígdi Jákup Dahl, próstur, verandi kirkju á Skála. Sunnudagin 18. oktober varð fýrs ára vígslugudstænasta í kirkjuni við Símuni P. Jacobsen, sóknarpresti, og Jógvani Fríðrikssyni, biskupi.

Skáli var í 1940 undir Nes prestagjaldi við P. J. Buhl-Nielsen sum sóknarpresti. Í dag er Skáli undir Sjóvar prestagjaldi, sum haraftrat umfatar bygdirnar Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Strendur, Innan Glyvur, Skálafjørð og Oyndarfjørð.

Hans Chr. W. Tórgarð (1885-1957), arkitektur, Tórshavn, teknaði Skála kirkju, sum er bygd úr betong. Niels Pauli Hansen (1905-1977), byggimeistari, Glyvrum, stóð fyri byggiarbeiðinum. Fyri timburarbeiðinum innan stóð Olaf Rasmussen (1909-1989), timburmaður, Skála.

Tvær klokkur eru í Skála kirkju. Onnur er stoypt í 1939 hjá B. Løw & Søn í Keypmannahavn. Ringt varð við henni á fyrsta sinni, tá kirkjan varð vígd fyri fýrs árum síðan. Hina klokkuna fekk kirkjan í 1990. De Smithske Støberier í Aalborg fekk hana til vega frá Eijsbouts í Hollandi, og á henni standa fýra tær fyrstu reglurnar í sálminum »Hoyr, nú kirkjuklokkan kallar«, sum Edmund í Garði týddi eftir  norska skaldið, prestin Anders Hovden (1860-1943):

Hoyr, nú kirkjuklokkan kallar
hátt til halgan náðifund,
ung og gomul, sálir allar
savnar hon til stilla stund.

Til tann partin av bókaverki sínum um føroysku kirkjurnar, ið umfatar nýggjaru kirkjurnar, hevur J. P. Gregoriussen fingið Sigvald Kristiansen, lækna, sála, at umrøða kirkjuna á Skála. Um altartalvuna verður sagt:

Tann fyrsta altartalvan var eitt krusifiks, ein gáva frá Poul Johannesen, apotekara í Tórshavn, ættaður av Berjarheyggi á Skála.

Í 1959 gav Símun Højgaard eina altartalvu, sum Jacob Olsen, yvirpostboð í Tórshavn, málaði eftir málningi eftir Marstrand, og sum vísir Jesus og Tummas. Oman fyri altartalvuna stendur: »Harri mín og Guð mín!« Jóhs. 20,28, skrivað við gyltum stavum á svartari bakgrund.
Krossurin hongur nú á kórvegginum høgrumegin. Undir honum stendur: »Og vit skoðaðu dýrd hansara« Jóhs. 1,14.

Marstrand er danski listamálarin Wilhelm Marstrand (1810-1873).
Sera vakri kórveggurin kring altartalvuna hevur sum fyrimynd útskornu kórrimarnar í gomlu føroysku kirkjunum.

Undan hválvinum hongur myndil av sluppini »Guiding Star«. Í somu umrøðu av Skála kirkju sigur Sigvald Kristiansen um henda myndil:

Undan loftinum millum báðar ljósakrúnurnar hongur modell av einari slupp, »Guiding Star« FD 564 av Glyvrum. Hon fór úr Føroyum 23. apríl 1941 og skuldi til Íslands at keypa fisk, men spurdist ikki aftur. Bestimaður var Peter C. S. Poulsen av Skála. Genta hansara, Petra Joensen, og systkin hansara góvu í 1980 kirkjuni modell av hesari slupp til áminningar um drong og bróður. Tey bóðu fyrrverandi bedingsmeistara Jacob Fr. Jacobsen um at gera modell av skipinum. Hetta hevði hann ikki roynt áður, var tá 79 ára gamal, men hann fór undir arbeiðið, og úrslitið var hetta sera snotuliga skipið, sum nú hongur í Skála kirkju.

Kaga vit í Føroya Siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe (1908-1996) ‒ teir partarnar, sum umrøða Vága, Norðstreymoyar og Eysturoyar handils- og skipasøgur ‒ so fáa vit at vita, at »Guiding Star« varð keypt til Føroya í 1895. Hon var bygd í Grimsby hjá Smith Stephenson og merkt til 85.75 br. tons. Tað var As. Vágoyggjafelagið í Sandavági, sum keypti hana sambært fyribils skeyti dagfest í Grimsby 17. oktober 1895, og við endaligum skeyti, dagfest í Tórshavn 16. mars 1896.

»Guiding Star« hevði heimstað í Vágum til hon móti ársloki 1918 varð seld til Vestmanna, haðan Mourits Niclasen, skipari á Glyvrum, keypti hana við ársbyrjan 1927. Mourits var ættaður úr Skálalonini í Miðvági.

Gøtan og sosiala samveran

So sigur Harrin: Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara.

(Jeremia 6,16)

Hesi orð talar ein av hinum gomlu, stóru profetunum hjá Ísrael til fólk sítt. Tað var tá – sum tað ofta er enn – at menniskjan ikki vildi ganga tær gomlu gøturnar, men viku burtur frá teimum og valdi sær nýggjar gøtur at ganga. Hon vildi ikki ganga Guds vegir, men sínar egnu.

Í smálestrasavninum »Stavnhaldið« nevnir Jákup Dahl eina av hesum gomlu gøtunum, sum eitur »kirkjan«. Sum kirkjan savnar okkum frá teimum mongu einstøku heimunum og teimum mongu ymisku viðurskiftunum, soleiðis eigur hon altíð at vera tann felags fundarstaður hjá okkum at møtast á.

Kirkjan er halgidómurin. Okkum er tørvur á at hava nakað heilagt og at halda heilagt. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt bæði í lívi og yvir lívi okkara. Annars verður alt bara gerandisligt uttan nakran hátíðardám yvir sær.

Fólk vinna nógv við at ganga í kirkju og missa nógv við ikki at gera tað, og tað av slíkum, sum lívið ikki tolir at missa. Tað hylnast ikki og verður uttan signing, sum ikki er í samfelagi við hitt heilaga. Heim og halgidómur hava altíð verið tær tryggu og sterku grundirnar undir einum góðum fólkalívi.

Á Skála hava tey trúliga fylgt gomlu kirkjugøtuni, út til Sjóvar, tann tíð, tað var, og seinastu fýrs árini í egna kirkju. Men fólkið hevur ikki hildið seg aftur ávegis at royna eitthvørt nýtt. Ymisk sløg av gudstænastum, og mett verður at úrslitið er til gleði fyri samlaða trivnaðin í kirkjuliðnum.
Hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum hevur gudstænastan nakað av tilfari, ið beinleiðis er ætlað børnunum og tí yngra ættarliðinum. Sungnir verða tveir sálmar úr sálmabókini, og so hevur sunnudagsskúlin bíbliusøgu og tveir sangir, ið børnini læra í sunnudagsskúlanum.

Eisini á annan hátt hevur kirkjuliðið tikið stig rætta vegin at menna tað sosiala medvitið, og sosial samvera krevur karmar.

»Vit mega sum kirkja síggja andlitið og hyggja inn í eyguni hvør á øðrum soleiðis av og á. Ikki einans sita á bríkini og hyggja hvønn annan í nakkan, hóast tað er gott og mangan lívsneyðugt. Fjølbroytni rundan um borðið og so ein kaffimunn inn ímillum. Tað ger nakað við okkum. Brádliga fara vit at kenna tey, sum í eitt fjórðingsár hava sitið á brík nr. 2 ella 3 framman fyri okkara egna stól,« sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í eini viðmerking á heimasíðu fólkakirkjunnar (06.05.2014).

Kjallarin í Skála kirkju er útgrivin, og umfatandi arbeiði er gjørt í kringumstøðunum. Her eru atstøður fyri fjølbroyttum virksemi. Í Skála kirkju eru atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum góð. Tað er neyðugt, at kirkjurnar hugsa um tey, ið bera brek.

»Ja, tað er okkum álagt við lóg. Eisini hesa lógina mega vit taka í álvara. Hugsa nýtt, hugsa møguleikar heldur enn at síggja forðingar,« sigur biskupur.

Forsíðumynd:

Skála kirkja og fjørðurin handan. Vit síggja í baksýni Søldarfjørð (ɘ: Sølmundarfjørð), ið sum upprunaligt navn á øllum fjørðinum mátti víkja fyri Skála. Kirkjan gav bygdini størri tign enn grannabygdirnar og festist tí við fjørðin.

Við Prestá á Skála var í miðøld kirkja og kirkjugarður. Áarlop tók ein halgidag bæði kirkju og fólk. Bygdin fekk ikki kirkju aftur fyrr enn í 1940.

H. C. W. Tórgarð (1885-1957). Sum arkitektur hevur hann teknað nakrar av kirkjunum í Føroyum, Skála kirkja er ein teirra.

Altartalvan í Skála kirkju sýnir Jesus og Tummas ápostul. Teksturin omanfyri: »Harri mín og Guð mín!« er úr Jóhs. 20,28. Málað hevur Jacob Olsen, yvirpostboð, Tórshavn, eftir altarmynd hjá danska listamálaranum Wilh. Marstrand. Símun Højgaard gav kirkjuni alatartalvuna í 1959. Altarveggurin kring altartalvuna hevur sum fyrimynd útskornu kórrimarnar í gomlu, føroysku kirkjunum.

Tá kirkjan varð vígd fekk hon frá Poul Johannesen hesa krossmyndina til altarsprýði. Hon er nú fest á kórveggin høgrumegin altartalvuna. Undir krossmyndini standa orðini: »Og vit skoðaðu dýrd hansara« Jóhs. 1,14. Poul Johannesen var ættaður av Berjarheygnum á Skála og var apotekari í Havn.

Myndil av sluppini »Guiding Star« hongur niður úr hválvinum. Sluppin gekk burtur undir seinna heimsbardaga. Bestimaðurin Petur Poulsen var av Skála. Jákup F. Jacobsen, bedingsmeistari, hevur gjørt myndilin.