Skriva út

Sigga Arge takkar fyri seg

20.04.2021 Tíðindi


Eftir góð 28 ár sum skrivari í Christianskirkjuni hevur Sigga Arge valt at fara frá vegna aldur.

Tað var hin 1. februar í 1993, at Sigga tók við sum skrivari hjá Niels Paula Danielsen, sóknarpresti. Skrivstovan var tá uppi í prestagarðinum á Brekku. Har var Sigga sera væl og gjølla sett inn í arbeiðið. Niels Paula Danielsen hevði holla vitan á hesum øki, so har hingu eingir lepar við.

Fyri Siggu var kirkjuliga arbeiðið ikki fremmant. Hon kemur úr einum kirkjutrúfastum heimi, har pápi hennara Niels Juul Arge røkti klokkara tænastuna í nærum ein mansaldur.

Siggu er sera røkin og vælgerðin í sínum arbeiði. Hon hevur eina ógvuliga breiða vitan um kirkjubókaarbeiðið. Hon vil, at alt skal vera væl úr hondum greitt, og tað má sigast, at tað er tað eisini.

Sigga hevur eisini verið mongum presti holl í ráðum. Fleiri prestar, ið hava verið nýggir í embætinum, hava vent sær til Siggu og har fingið góða vegleiðing. Altíð var hon beinasom og fyrikomandi.

Nú Sigga fer frá, er lýst eftir nýggjum skrivstovufólki. Freistin var úti fyrst í apríl, og inn komu 8 umsóknir. Ein av fyrstu døgunum verður nýggja skrivstovufólkið sett.

Tað verður saknur í Siggu, nú hon gevst eftir hesi mongu ár í starvinum. Frá kirkjuni vilja vit takka Siggu fyri trúgva og góða tænastu við ynski um Guðs signing.