Skriva út

Seinnapartsguðstænastur kl. 17 í Hoyvíkar kirkju

03.09.2020 Tíðindi


6. september verða guðstænastur aftur hildnar í føroysku kirkjunum, og í Hoyvík verður guðstænasta sum vant hildin kl. 11 hendan dagin.

Síðan verða konfirmatiónir í Hoyvíkar kirkju kl. 11 og kl. 13 teir næstu fýra sunnudagarnar.

Av tí at eingin guðstænasta hevur verið í augustmánaði, og konfirmatiónirnar koma at fylla nógv í kirkjuliga virkseminum komandi mánaðin, verða seinnapartsguðstænastur hildnar í Hoyvíkar kirkju hesar fýra sunnudagarnar, tá konfirmatiónir eisini eru.

Tað merkir, at sunnudagarnar 13. september, 20. september, 27. september og 4. oktober verða konfirmatiónir kl. 11 og 13 og guðstænastur kl. 17 í Hoyvíkar kirkju.