Skriva út

Samrøða við fortíðina

21.01.2020 Tíðindi


Forkunnug Konsert í Norðskála Kirkju Sunnudagin 26. januar kl. 16.00.

Í samband við Vetrarjazz 2020 koma nógvir altjóða bólkar at vitja Tórshavn í síðstu vikuni í januar. Ein av teimum hevur tó valt at breiða seg eitt sindur longri út, og kemur norð í Sundalagið at kunna seg um Kingo sang.

Talan er um bólkin ELT, sum saman við okkara egna Dáva Juul Magnussen skipa fyri felagskonsert við Kingobólkinum úr Tjørnuvík, í Norðskála Kirkju sunnudagin 26. januar kl. 16.00.

Bólkurin ELT er mannaður av Kit Downes (orgul) og Tom Challenger (saksofon) úr Bretlandi, umframt Ingebjørg Loe Bjørnstad (sang) úr Noregi. Tey spæla frítt improviseraðan tónleik, sum er grundaður á siðbundnar gamlar norskar sálmar frá framúrskarandi Ingebjørg, saman við einkla, róliga og kensluríka undirspælinum frá Kit og Tom, í hava spælt saman sum duet í nógv ár. Eitt nú hjá navnframa plátufelagnum ECM Records.

Dávur Juul Magnussen er solo trombon í Royal Scottish National Orchetra, og hevur fyrr skipa fyri konsert í Sunda Kommunu. Hetta var stóra horn konsertin, Bergmál, á pollinum í Saksun. Hann hevur arbeitt saman við tónleikarunum í ELT fyrr, og tá hugskotið um at fara til Føroyar stakk seg upp, var Dávur vísur í at hesir tónleikarar máttu sleppa at uppliva veruligan Kingo sang.

Dávur: “Eg veit at Kingobólkurin ferð at geva mær og ELT stóran íblástur. Kingo sangurin er eitt frumkent eindømi sum vit eiga í Føroyum. Løgini eru skapt í ávísari isolatión og skilja seg tí frá øllum ørðum. At lurta eftir honum, er sum at síggja beinleiðis aftur til okkara forfeðrar. Tað kennist næstan sum teir sita har beint við liðina á tær meðan tú lurtar, og hetta er tað sum fólkini í ELT eisini vilja uppliva og skapa. Vit eru sera heppin at eiga okkara egna Kingobólk sum heldur hesum serliga ljóðinum livandi.”

Konsertin verður ein samanrenning millum føroyskan og norskan siðbundnan tónleik, og nýmótans improviseraðan tónleik, og Kingo sangurin fer at ávirka gandakenda ljóði hjá ELT og Dáva. Konsertin verður ein livandi samrøða við fortíðina.

Konsertin verður kl. 16.00 í Norðskála Kirkju - møti fjølment.

(Konsertin er stuðla av Sunda Kommunu, og sum partur av vitjanini ferð Dávur Juul Magnussen eisini at vitja Skúlan við Streymin og Musikskúlan hjá Sunda Kommunu mánadagin 27. januar, at undirvísa í tónleiki, tónleikasøgu og tónleikavísind.)