Skriva út

Rætturin at verða gloymdur

27.02.2021 Tíðindi


Vit vilja øll minnast. Minnast afturá. Verða mint. Minnast til menniskju og hendingar, søguna og nøvn á fuglum og blómum. Og vit kenna orðini ”mann ein móður gloyma sítt bróstabarn” ella “minst til mín, tá tú kemur í Paradís”.

Vit skriva minningarorð og vissa tann deyða um og øllum øðrum “at eg skal ongantíð gloyma teg” og “ikki gloymdur, men goymdur”.

Vit ræðast gloymskuna, tað at ongin minnist meg ella kennir mítt navn, at eg bara hvørvi í gloymskunnar hav.

Vit síggja gamlar fotomyndir av fólkum, sum ongin kennir longur og tey, sum eiga myndirnar, spyrja: “Kennir nakar hesi, hvørji eru tey?”. Myndir av fólkum, sum kanska bert eina einastu ferð í lívinum hava verið hjá fotografi. Í mun til í dag har vit ikki himprast við at verða avmyndaði, men avmynda alt frá ófødda barninum til páskadøgverðan og starar uttanfyri. Vit fotografera og dokumentara alt.

Og onkustaðni verður tað goymt, tað er so tað!

Vit læra frá barnsbeini av og royna at geva víðari, at øll menniskju kunnu gera nakað skeivt, men til ber at biðja um umbering, og so er tað skeiva gloymt. Tað er horvið, søkt niður í havsins dýpi fyri ongantíð at koma afturí aftur.

So eru tað tey illmintu, sum kanska fyrigeva, men sum ikki gloyma og taka illgerðina fram aftur í ljósið og minna hin á hetta javnt og savnt.

Og soleiðis kunnu stríð og ósemjur vera millum menniskju, sum eru komin til ilnar, so onnur til síðst púrasta hava gloymt, hvat tað var, sum gjørdi skilnaðin.

Í dag skriva vit á almennum pallum, viðmerkja líkt og ólíkt, leggja myndir av hesum og hasum og gloyma, at hetta verður goymt. Uppi millum skýggini liggja myndirnar av ófødda barninum og tá abbi varð 90 ár, ella vit fóru at ferðast til Kenya ella Sands.

Bilar tað nakað? Nei, kanska ikki, men komið er eftir, at ein ørgrynna av tilfari um teg og meg liggur fjalt,og vit sleppi ikki at fáa tað burtur, um tað er tað vit vilja.

Lívið og løturnar ganga og hvør orkar tankan at onnur skulu leggja og vísa allari verðini myndir av mær, sum mær als ikki hóvar? Øðrvísi er við fotoalbum heima við hús, har eg sjálv velji, hvørjar myndir skulu í og ikki.

Og ikki nog mikið við tí, so ber eisini til hjá ymsum pallum at skráseta mína ferðslu á netinum, so at eg við eitt verðið so at siga standariserað og sett í ávísan bólk ella kategori.

Rørslur eru nú, sum arbeiða fyri rættinum at verða strikaður, strikaður burtur frá hesum og hasum. Vit orka ikki at vera opin og ber fyri alheiminum, vit mugu hava privatsferuna aftur, vit hava ikki gáað um hana í tøkum tíma.