Skriva út

Prestainnseting í Miðvágs kirkju

31.08.2019 Tíðindi


Í morgin sunnudagin 1. september, 11.s.e.tríeindardag skipar Uni Næs, dómpróstur Marjuna í Kálvalíð í nýggja sóknarprestaembætið í Vága prestagjaldi í Miðvágs kirkju kl.11.00.

Marjun í Kálvalíð hevur frammanundan verið sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við tænastuskyldu í Vága prestagjaldi. Nú er tænastuøkið broytt.

Marjun í Kálvalíð verður burturav sóknarprestur í Vága prestagjaldi  saman við Ingu Poulsen Dam, sóknarpresti.