Skriva út

”Pressa, pressa, pressa”!

04.11.2019 Tíðindi


So er heystið komið. Øll náttúran legst í dvala, bløðini fúka í túninum og trøini standa so ber og nakin. Fuglurin er flogin avstað til Gran Canaria og Alicante og eftir eru bert nakrir smáfuglar og kæri Bringureyðin og so onkrir aðrir, stórir fulgar, sum ikki tímdu suður í hita og sól.

Henda tíðin er eisini tíðin, tá vit onkursvegna leita inn í okkara hús, eta góðan mat, meðan vindurin leikar í og fara til stórar veitslur. Vit vita, at hetta er bara nú, várið og summarið fer jú at koma aftur.

Og soleiðis gongur alt í ringrás. Føðast, læra at ganga, tosa, fara á stovn, skúla, tannáringur, elska og hata, giftast og fáa børn og eldast og vikna og doyggja - onkur á ungum árum, onnur í ellini. Ongin veit, nær fráferðardagur er og gott tað sama.

Hóast vit síggja nátúruna rundanum okkum farast og eldast, bæði fuglur og fenaður, so ”síggja” vit ikki, hvussu vit eldast. Alt meiri metall og implantat og brýr koma í munnin, tyngdilógin setur inn alla staðni, gráa hárið veksur við tí rúkandi ferð. Men ráð eru fyri øllum, tí vit kunnu kuta og strekkja og fylla alt, sum ber brá av elli…í nøkur ár. Tí ung vilja vit vera, æviga ung.

Tá mann skal eiga fyrsta barn, so hevur mann nógvar tankar, hvussu alt skal vera. Mann skal minnast til at hava hetta og hatta við, og so fer tað at henda og so fer hatta at enda. Men tá so verkirnar fara gjøgnum kroppin sum óløgir og einasta mann hoyrir er : ”Pressa, pressa, pressa, og anda, anda djúpt !! ”ja, tá kennir mann, at váti lappin á pannuni ella softur tónleikur hevur ongan týdning, tí eg berjist fyri lívinum at fáa nýtt lív í heimin og tað er faktiskt líkamikið, hvat eg helt áðrenn, tí hetta er ein bardagi um lív og deyða, og tá eg so fekk hetta lítla mannabarnið í armarnar, so kendi eg tað, sum at hetta var at liva.

Men vit hava øll eitt evstamark, ein niðurteljing byrjar við tað sama, tí tú sleppur ikki livandi avstað úr lívinum.  Og vit seta upp ein to do lista fyri, hvussu eg vil hava mín deyða at vera. Hann skal vera virðiligur ! Men hvat hugsa vit tá ? Vit brúka okkara orð og hugmyndir, hvussu alt skal setast í kassar og vera, men tá vit so sjálvi varða av, so dagar so nógv annað undan, sum eg ikki ánaði var har, og tað, sum eg helt kundi verið virðiligt, var tað als ikki og øvugt.

Lív og deyði taka okkum av fótum, júst sum hørðu verkirnar gera at vit noyðast uppá tá, tí pínan er so øgilig, soleiðis eisini tá mann heldur um hondina á níti ára gomlu mammuni og túsund tankar taka meg næstan av fótum. Lív og deyði kann ikki setast í ein frymil, tað er tað alt ov stórt til og tað skakar okkum.

So menniskjað, her eru nakrir dagar, hvat gert tú við tína tíð ? Lívið er dýrabært, tí tað fær ein enda og deyðin setur lívið í perspektiv. Í náttúruni eru vit tey einastu, sum hava medvit og vita, at vit fara at doyggja. Og vit leita eftir kelduni at drekka, so vit fáa ævigan ungdóm, ella fáa børnini at senda deyða likamið hjá mammuni at verða fryst niður til heimurin hevur funnið heilsubót fyri sjúkini, eg doyði av. So kann eg tiðnast uppaftur, og tá eru øll tey eg elskaði farin undir grønu torvu og hvussu stuttligt er tað ? Hevði tað ikki verið ein revsing at liva ævigt á foldum, keypa fars til frikaldellir, hoyra um Trump og ófrið hvønn dag, undirsjóartunlar og dálking, gera tað sama hvønn dag, hevði alt ikki bara verið ein ævig, náðileys endurtøka ?

Deyðin ger at vit kunnu liva, at vit vanda okkum, tí vit vita, at ein síðsti søludagur er.

Men ”ævinleikan hevur Hann lagt í okkum”, og kanska er tað hetta tilverunnar rópið, sum av og á fær okkum at steðga og minnast til orðini : ”Carpe diem og momento mori ” sum merkir at ogna tær dagin og minst til tú skalt doyggja.

Ivaleyst hava vit øll ymsar hugmyndir, hvat er virðiligt og ikki. At fara avstað pínuleysur og við kærum menniskjum hjá sær.  Men sannast má, at einasti sannleiki sum er til í hesum heimi er at vit øll skulu doyggja.

Hvønn tann einasta dag hoyra vit í Føroyum í útvarpinum kvinnurødd, sum sigur  :”Andlát”.  Og vit anda inn, tí tað kunnu vit, og vit lurta, hvør er deyður. Og deyðin kemur ongantíð betíðs, og vit øtast og jesa og siga :

”Ha, er hann deyður, eg sá hann í gjár í SMS ” ?

Og er tað ein føroyingur, sum er deyður í øðrum londum, so sigur útvarpsrøddin, hvør átti viðkomandi. Og vit lurta og tosa um og minnast  til, at eina ferð, so fer okkara navn at vera lisið upp.

Soleiðis fáa vit okkara endaligheit lisnað upp dagliga. meðan vit eta karrybollar ella røst riv, og tá eg havi hugsað um viðkomandi og haldi at øll gerast alt yngri sum doyggja, men sanni so at tey eru javngomul við meg. So hvat skulu vit við ”tíðarinnar guruum” og Brinkmann og hvat øll eita, tí vit eru tjóð, sum hvønn dag fær lisið upp, hvør er farin foldum frá og tað gera nakað við okkum. Aftaná fótbóltsúrslit og saman við lýsingum fyri grýtur og stólar, sigur røddin okkum : ”Minst nú til, menniskja, at tú skalt einaferð doyggja,”  og tað gevur lívinum ein serstakan ljóma.

Og kenna vit tann, sum er farin foldum frá, so senda vit blómuheilsanir, sum hava so endaligan tekst : ”Hvíl í friðið”…eins og eg óttist, at tann deyði fer at koma aftur onkursvegna.

Er tann kristna áskoðanin galdandi, so skuldu heilsanirnar heldur verið :

”Síggjast” ella ”Góða ferð heim í ljósið”.