Skriva út

Har sum gripur tín er

12.06.2020 Tíðindi


Okkum er loyvt at savna gripir og ríkidømi, men »vandi er í hvørjari vælferð«, sigur orðatakið. Tey, ið vilja vera rík, falla í freistingar og snerru og fremja mangar skilaleysar gerðir. »Ríkidømi er rót til tað, sum ilt er«, sigur annað orðatak

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Komandi sunnudagur, 14. juni, er hin fyrsti eftir tríeindardag. Evangeliiteksturin er eftir seinnu tekstarøð úr Luk. 12,13-21 um hin ríka bóndan. Ein mynd av einum fólki, sum bara hugsar um seg sjálvt. Hin eyðkenda, ómettandi sjálvgóðskan er her so ógvuliga sjónsk. Í bara seks reglum sigur hesin ríki maðurin tólv ferðir: »eg«, »mína« og »mínari«. Tó sigur hann tvær ferðir »tú«, men tá talar hann við seg sjálvan.

Tá ið hann málber seg soleiðis, er einki at taka seg aftur í, at hann undir ongum umstøðum er vorðin varur við, at nakað er spinnandi galið í hesum at hugsa um seg sjálvan. Hann gáar yvirhøvur ikki um, at nakað annað menniskja er til sum eitur »næsti« og tíansheldur at nakað eitur »næstakærleiki«. ‘Hann’ eigur ‘ongan næsta’.

Hvørki í Bíbliuni ella í øðrum lesnaði síggja vit makan til eitt menniskja, ið stendur so einsamalt og nektað sum hesin ríki bóndin, tá Gud talar við hann: »Í nátt verður sál tín heimtað av tær!«

ÁÐRENN EVANGELIITEKSTURIN verður nærri greindur, skulu vit kanna eftir hesum drúgva tíðarskeiðinum í kirkjuárinum, ið verður nevnt tríeindartíðin, og sum røkkur frá hvítusunnu til advent.
Tríeindardagur, ella trinitatis, er dagurin, sum skal minna okkum á tríeindina, sum navnið eisini merkir: faðir, sonur og andi; »trífoldigheitin øll«, sum seyðamaðurin á Sondum tók til.

Teir komandi dagarnir í kirkjuárinum verða nevndir ‘sunnudagar eftir tríeindardag’, 1., 2., 3. sunnudagur eftir tríeindardag o.s.fr. Í tali kunnu hesir sunnudaghar vera frá 22 til 27, alt eftir um páskir eru tíðliga ella seint. Tann 27. kemur so sjáldan fyri, at hann hevur bara eina tekstarøð.

Í tríeindartíðini kemur fyri allahalgannadagur, 1. november, men tá ið hann datt burtur sum fastur halgidagur, varð hann í kirkjuárinum ásettur til fyrsta sunnudag eftir 1. november og nevndur allahalgannasunnudagur. Tann sunnudagurin eftir tríeindardag, sum annars skuldi verið tá, datt burtur.

Tríeind? Hvussu hongur hon saman við, at kristindómur er eingudaligur og boðar trúnna um ein Gud? Hesum ímóti siga vit, at teir alraflestu ikki-kristnu átrúnaðirnir eru fleirgudaligir, tí at teir leiða fólk til trúgv á mangar gudar.

Frá byrjan til enda er kristindómurin eitt andmæli ímóti fleirgudalæruni. Á fyrsta blaði í Bíbliuni lesa vit um hin eina Gud. Hitt fyrsta av teimum tíggju boðunum, sum Harrin læt Móses geva Ísrael, ljóðar soleiðis: »Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.« 2. Mós. 20,3. Áhaldnir stríðast profetar Ísraels ímóti trúnni á fleiri gudar. Og sum trúarjáttan eingudalærunnar stendur í 5. Mós. 6,4: »Hoyr, Ísrael, Harrin, Gud vár, Harrin er einastur!«

Á sama hátt er í Nýggja Testamenti. Tá ið Jesus skuldi svara spurninginum, hvat boð var hitt størsta í lógini, svaraði hann við at taka upp aftur orðini í fimtu Mósebók. Mark. 12,29. »Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir illum andum, og ikki Gudi.« 1. Kor. 10,20. »At eingin skurðgudur í heiminum er til, og at eingin er Gud uttan ein.« l. Kor. 8,4.

Líka so greitt boðar Bíblian frá, at hesin eini Gud samstundis er Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Hin kristni dópurin er »til navn faðirsins og sonarins og hins heilaga anda.« Matt. 28,19. Og í ápostólsku signingini úr 2. Kor. 13,13 siga vit: »Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guds og samfelag heilaga andans veri við tykkum.«

Eftir hesum tala vit um, at Gud er tríeindur. Henda orðing stendur ikki beinleiðis í Bíbliuni ‒ Tertullian hevur orðað hana ‒ men hon er út í odd og egg bíbilsk í anda og hugsan.

Quintus Septimius Florens Tertullianus, ella bara Tertullian, (uml. 160-225) verður roknaður sum ein av týdningarmestu gudfrøðingunum í fornkirkjuni . Hann var væl lærdur borgari í norðurafrikanska býnum Kartago í núverandi Tunesia, og eftir at hava tikið við kristnari trúgv um tríati ára gamal, gjørdist hann ein íðin forsprákari fyri kristnu trúnni.

Tertullian er tann fyrsti av kirkjufedrunum, ið skrivaði á latíni, og hóast mong av verkum hansara eru farin fyri skeyti, eru mangir vitnisburðir um, at verk hansara og gudfrøði høvdu stóra ávirkan í samtíðini og hava verið viðurkend síðan.

AT GUD ER TRÍEINDUR, tað hevur hin kristna kirkjan lært og lisið í Bíbliuni. Kirkjan hevur hvørki djúphugsað ella grundað seg at hesi læru.

Hetta eru heldur ikki tekin ella javndømi úr náttúru og mannalívi, sum hava bent nkirkjuni at teirri hugsan, at Gud er tríeindur. Var Bíblian ikki, so hevði eingin heldur hugsað soleiðis.

Tí er kanska ikki so løgið, at enn standast mótmæli ímóti hugsanini, at Gud er ein og samstundis trískiftur. Mótmælini góvu seg til kennar tíðliga í kirkjunnar søgu og elvdu til, at kirkjan sum verju mátti orða fyrstu trúarjáttan sína.

Atfinningarnar eru farnar ymsar vegir. Innan kirkjunnar gátt hava vit havt prestar, ið ikki taka undir við tríeindini og vísa aftur, at Jesus er guddómligur, men bert er vanligur prædikumaður, ið boðar um ríki Guds. Hesir prestar verða nevndir »unitarar«.

Ein slíkur »unitar« var íslendska sálmaskaldið og tjóðarskaldið, presturin Matthías Jochumsson (1835-1920). Hann tók sjálvur fylgjurnar av hesum og segði seg frá sum prestur (á Akranesi).

FLEIRI EVNI úr kristnu læruni verða umrødd í tríeindartíðini. Ein stórur partur av teimum brynjar okkum til at verja og grundfesta trúnna ímóti teimum álopum, ið framd verða ímóti henni. Bæði innvortis og utvortis – úr tí heimi, ið ikki vil kennast við Gud.

Ein partur av evangeliitekstunum stavar frá tí orðaskifti, Jesus hevur við trúarligu mótstøðumenn sínar, líknilsum og teimum setningum, hann gevur lærisveinum sínum. Øll henda tilgongd ber dám av teimum spurningum, ið settir verða kristnu trúnni, og teimum svarum, ið givin verða.

Men nakar úr mannfjøldini segði við hann: »Meistari, sig við bróður mín at skifta arvin við meg!« Men hann segði við hann: »Maður, hvør hevur sett meg til dómara ella skiftingarmann tykkara millum?« Og hann segði við hann: »Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.« Men hann segði teimum eitt líknilsi: »Einaferð var ein ríkur maður, og jørðin hjá honum hevði fruktað ógvuliga væl. Og hann hugsaði við sær sjálvum og helt fyri: Hvat skal eg gera? Tí at eg havi ikki húsarúmd, so at eg fái beint fyri grøði míni. Og hann segði: Hetta vil eg gera; eg vil bróta niður løður mínar og byggja aðrar størri, og har skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt. Og eg vil siga við sál mína: Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað! Men Gud segði við hann: Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið? Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Gudi.«

(Luk. 12,13-21)

Seinasta sunnudag hoyrdu vit, at lærisveinarnir skuldu fara út og gera øll fólkasløg til lærisveinar Krists við dópi og prædiku. Dópurin er einans, síðan er talan um eina lívslanga læru, har vit hvønn dag venja okkum til at fylgja í fótasporum Harrans.

Hjá mongum er síðsti lærisetningurin pengamappan og bankkontan. Vegna slíka girnd settu okkara vísu kirkjufedrar sum fyrsta lærisetning í tríeindartíðini at læra fólkið í uppvøkstrinum at ganga í fótasporum Frelsarans sum lærisveinar hansara.

Men hvat er tað, sum bagir ríka bóndanum í líknilsi Jesusar? Er tað ikki røtt avgerð at byggja størri løður til korn og góðs. Fáa fyritíðareftirløn og njóta lívið? Er hetta ikki alt samalt Guds góðu gávur til okkara?

Jú, svarið er: Guds gáva! Men ikki fyri henda ríka bóndan. Hann byggir ikki løður til at rúma Guds gávum, men til »sín egna skurð«. Skurðin skal hann goyma í »sínum løðum«, og hann skal savna »sítt korn« og »sítt góðs«. Og sum tað ikki var nóg mikið við øllum hesum »mítt« og »mínum«, tekur bóndin til at mæla: »meg sjálvan«.

Tað, sum er Guds hevur bóndin rænt til sín sjálvs. Tað er hetta gramni, ið hinvegin rænir frá okkum sessin í ævinleikanum. Villir okkum burtur frá álitinum og trúnni á Harran og inn í eitt gudleyst álit á okkum sjálvi. Á egnan mátt og megi. Tí sigur Gud við henda mannin: »Tín dári!« Og hetta merkir í roynd »gudleysur«.

Við at halda Gudi burtur frá sínum ríkidømi hevur bóndin slept Gudi heilt. Hetta fær fylgjur fyri ævinleikan, men eisini fyri foldarlívið. Í foldarlívinum noyðast vit at lata pengamappuna vera Guds. Tað batar ikki at siga: »Harri, eg gevi lív mítt í tínar hendur. Høvur mítt, hendur og føtur. Men nert ikki pengamappuna.«

OKKUM ER LOYVT at savna gripir og ríkidømi, men »vandi er í hvørjari vælferð«, sigur orðatakið. Tey, ið vilja vera rík, falla í freistingar og snerru og fremja mangar skilaleysar gerðir. »Ríkidømi er rót til tað, sum ilt er«, sigur annað orðatak.

»Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.« Matt. 6,21. Vit eiga at vara okkum fyri gramni og gírni. Tí tann sum er ríkur í Gudi, fellur ikki í freistingar.

At vera ríkur í Gudi er tilvitanin um, at Hann er við umborð á lívsfari okkara og er okkara tryggi leiðvísari at lívsins landi. Harrin kennir eina fátæk kristin – eingi rík.

At vera ríkur í Gudi er at vera fátækur í sjálvum sær, so at vit einans líta á náði hansara. Tí kunnu vit siga, tá sálin verður kravd av okkum: Hetta er hitt æviga lívið, sum Gud hvønn dag gevur okkum, bert vit hvønn dag biðja hann um tað.

Í vandaferð á hvørji leið
má sál mín altíð teinkja,
at fíggindin víst sparir ei
við fjøtrum meg at leinkja;
hann svik á hvørjum veg
í váða villa meg,
so lætt eg við hvørt fótspor gleið
í vandaferð á hvørji leið.

Í himnaferð á hvørji leið
hav, sál mín, treyst og gleði,
halt hagar, synd mær skaðar ei,
og endast neyð og tregi!
Gloym heimsins gull og gleim,
ei sælan er í teim!
Øll verøldin mær hugar ei
í himnaferð á hvørji leið.

(1. og 6. ørindi)

Brorson 1734. J. Dahl 1922.


(MYND 1)

Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað! So segði ríki bóndin. Men Gud segði við hann: Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið? Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Gudi

(MYND 2)

Frá byrjan til enda er kristindómurin eitt andmæli ímóti fleirgudalæruni. Á fyrsta blaði í Bíbliuni lesa vit um hin eina Gud. Hitt fyrsta av teimum tíggju boðunum, sum Harrin læt Móses geva Ísrael, ljóðar soleiðis: »Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg«

(MYND 3)

Tríeindin, Faðir, Sonur og Heilagur Andi, myndað í einum kirkjhválvi í Indiana, USA.