Skriva út

Øssur virkandi sóknarprestur

11.02.2020 Tíðindi


Øssur Kjølbro verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi frá 15. februar til 31. mai 2020.

Øssur er væl kendur í tí kirkjuliga umhvørvinum. Hann hevur drúgvar royndir innan missiónina. Hann hevur verið aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini í nógv ár. Ta seinastu tíðina hevur hann tikið sær av samskipan og samskifti.

Øssur Kjølbro varð prestvígdur í januar 2018. Eisini sum prestur er hann væl kendur. Hann hevur verið óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi tvey tey seinastu árini.

Øssur kemur at loysa sóknarpresturin Hanus á Gørðum av hesar mánaðirnar, nú Hanus fer í lestrarfarloyvi.

JF