Skriva út

Organistarnir havt aðalfund

18.06.2020 Tíðindi


Urguleikarafelagið hevði aðalfund fríggjadagin í Hoyvíkar kirkju, har 15-20 organistar vóru møttir til bæði fakligt prát, eitt sindur fakfelagsligt prát og so eisini tann hugna, ið natúrliga hoyrir til, tá ið fólk møtast í hesum høpi hesa einu ferðina um árið, tí endað varð við góðum smyrjibreyði.

– Eitt evni, ið fylti nokk so nógv í orðaskiftinum á aðalfundinum, var nýggi leisturin fyri, hvussu kirkjurnar kunnu lata organistum samsýning fyri spæl og fyrireiking til spæl. Har er sjálv kunngerðin komin so mikið langt, at hon er mestsum klár at verða lýst, tá ið onkrar smávegis rættingar eru gjørdar í henni, sigur Símun Hammer, sum hevur verið formaður í Urguleikarafelagnum hetta síðsta árið.

– Henda skipanin við samsýning er avgjørt eitt stig á leiðini, so viðurskiftini verða skipað, tí sum nú er, er tað sera misjavnt frá kirkju til kirkju, hvussu organistar verða samsýntir – um teir yvirhøvur verða tað. Hetta er eitt stór framstig fyri føroyska organistfakið, hóast pláss er fyri batum, men júst tí er eisini avrátt, at lønarlagið skal eftirmetast í seinasta lagi um trý ár.

Skipað førleikamenning
At hesi viðurskifti nú koma í rættlag, kann við tíðini eisini hava við sær, at nokk so nógv føst organiststørv verða sett, um áhugi er fyri tí. Og tá er eyðvitað eisini gott, um møguleikar eru fyri at menna sínar førleikar, so organistarnir hava møguleika at vera væl fyri at røkja uppgávuna.

– Fyrr í ár kom eitt uppskot til kunngerð um organistútbúgvingar á Musikkskúlanum, og har fekk felagið gjørt nakrar viðmerkingar, so kunngerðin er í tráð við tað, vit kenna úr øðrum londum, samstundis sum hon hóskar til føroysk viðurskifti, sigur Símun Hammer.

– Eisini verður arbeitt við eini avtalu við musikkkonservatorii í Århus, so føroyskir organistar kunnu útbúgva seg víðari gjøgnum fjarlestur, og har er møguleiki fyri bæði at taka bachelor- og masterstig innan orgulfakið. Vónandi finst ein loysn á hesum í nærmastu framtíð. Yvirhøvur er tað fyri okkum ein fyrimunur, at orgulundirvísingin er knýtt aftur at donsku skipanini, tí júst tað gevur møguleika fyri at lesa víðari.

Felagið skifta navn
Eitt annað mál, ið eisini varð viðgjørt á aðalfundinum, var ein møgulig viðtøkubroyting, ið hevur við sær, at felagið skiftir navn frá at eita Urguleikarafelagið til at eita Organistfelagið.

– Uppskotið er komið, tí í komandi kunngerðini verður orðið “organistur” brúkt allastaðni, eins og tað er nógv vanligari at siga “orgul” heldur enn “urga”. Av tí at Sprotin ikki tekur dagar ímillum, um “orgul” ella “urga” er frægari føroyskt, vildu vit taka hetta upp á aðalfundinum, sigur Símun Hammer.

– Har komu ymisk sjónarmið fram, men tá ið vit loddaðu dýpið millum møttu limirnar við at atkvøða um tað, var ein stórur meiriluti fyri, at felagið heldur skuldi eita Organistfelagið. Nú skal nevndin so kanna hetta víðari og vita, um tað er í lagi at broyta navnið á felagnum, tí tað er nokk so mótsigandi, um vit hava eitt felag, ið eitur nakað annað enn tað, sagt verður í gerandistalu.

Nevndin í felagnum fekk annars fulla álitisváttan frá limunum á aðalfundinum og heldur fram óbroytt, men skal tó skipa seg á fyrstkomandi nevndarfundi, sum verður í næstum. Annars sær nevndin soleiðis út, at Símun Hammer er formaður, Petur Martin Johannesen næstformaður, Albert Pætursson skrivari, Óli Nicodemussen og Heðin Kambsdal nevndarlimir, og Arni Petersen og Jóhanna Johannesen eru tiltakslimir.

Nýtt orgul í Hoyvík
Áðrenn sjálvan aðalfundin var ein framløga um nýggju orgulverkætlanina, sum er ávegis í Hoyvíkar kirkju, ið skal hava eitt orgul við 24 røddum, tveimum manualum og pedalum. Tað var Gudmund Mortensen, sum er ráðgevi hjá kirkjuni í sambandi við orgulbyggngina, ið greiddi frá og vísti myndir.

– Hóast talan verður um eitt hampuliga stórt orgul, er ætlanin at byggja tað soleiðis, at pláss verður fyri bæði forsangarum og einum lítlum kóri á pulpiturinum. Tað verður líkasum í tveimum og við leysum spæliborði, og eg haldi, at tað fer at rigga væl inn í nýggju og modernaðu kirkjuna í Hoyvík, segði Gudmund Mortensen.

– Valið stóð millum trý donsk orgulbyggjarí, sum vóru Marcussen, Frobenius og Andersen & Bruhn, og Hoyvíkar kirkja hevur tikið avgerð um, at Marcussen skal byggja nýggja orglið. Gongst sum ætlað, verður nýggja orglið liðugt bygt um eini tvey ár ella so.

Orð og myndir: Hilmar Jan Hansen