Skriva út

Nýtt altarklæði í Havnar kirkju

22.07.2020 Tíðindi


Komandi sunnudag vígir Jógvan Fríðriksson biskupur eitt nýtt altarklæði í Havnar kirkju. Hetta er eitt serligt altarklæði, sum hevur fingið heitið: Ólavsøkuklæðið – Halgað úr forðum var Føroya land. Tað er Edward Fuglø listamaður sum eigur hugskotið til verkið. Myndevnið er Ólavur Heilagi, og litirnir minna um teir í Merkinum.

Altarklæðið er eitt antependium – eitt vovið klæði, sum hongur niður fyri tær tríggjar síðurnar á altarinum. Klæðið er úr ull, silki og úr eftirgjørdum tráði, ið er 393 cm til longdar og 105 cm høgt. Verkið er gjørt á gobelinverkstaðnum Tapisserie Pinton d´Aubusson sunnan fyri París – ein verkstaður, sum samstarvar við hitt mæta Manufacture des Gobelins, ið Ludvík XIV stovnaði.

Kirkjuráðið hevur í longri tíð arbeitt við eini ætlan um at fáa eitt nýtt altarklæði í kirkjuna, sum kann verða brúkt á ólavsøku og til hátíðarløtur í kirkjuni.

un