Skriva út

Nýtast ikki sálmabókina longur – fartelefonin tekur yvir

04.07.2019 Tíðindi


TØKNI: Í summum kirkjum er klokkarin fyrsta fólkið, ið tey, sum leita sær til gudstænastuna, møta har úti í forkirkjuni. Hann sæst javnan hyggja eftir urinum, og tá tað er ein minutt ella so í kirkjutíð, syrgir hann fyri at gudstænastan kann byrja.

Ein onnur uppgáva hjá honum er at rætta fólki eina sálmabók í hondina, so tey kunnu syngja við í sangunum sum prestur ella deknurin hava valt til dagin.

Onkur kundi ikki hugsað sær at farið í kirkju uttan sína egnu sálmabók, men tað eru altíð nøkur sum brúka sálmabókina ið kirkjan eigur. Ongin teirra dugir at ímynda sær eina gudstænastu uttan eina fysiska sálmabók – altso eina sum tú tekur í hondina og blaðar upp til tann ávísa sálmin.

Men hevur tú onkursvegna ikki fingið sálmabókina við tær inn í kirkjurúmið, so eru nú skaptir møguleikar fyri, at tú í roynd og veru kortini kann syngja sálmarnar úr tíni egnu fartelefon.

Hesin møguleikin var skaptur í farnu viku, tá ”Føroyskt Kirkjumál” kom við eini app til fartelefonina við sálmabókini í.

Ein teirra sum longu hevur roynt hesa appina er Bergur Viderø, sum er ein av klokkarunum við Viðareiðis kirkju.

-  Hetta er eitt fínt tiltak, og mær dámar sera væl uppsetingina av hesi appini, sigur hann í stuttari viðmerking.

Í appini er ein nýggj útgáva av sálmabókini, saman við ískoytinum til sálmabókina.

NÝGGJAR ÚTGÁVUR
Seinasta sunnudag, 30. juni var gudstænasta í Viðareiðis kirkju, har lestur var lisin.

Bergur hevði avgjørt, at hann nú skuldi royna, hvussu henda appin riggaði. Hann downloadaði síðani appina "Sálmabók" á sína Samsung-telefon.

- Eg skeitti eitt sindur ígjøgnum appina henda morgunin, og fór síðani í kirkju, greiðir Bergur frá.

Tíðindini um hesa nýggju appina komu annars fram í farnu viku, tá Altarbók Føroya kirkju og Handbók Føroya kirkju vórðu lagdar fram í Havnar kirkju. Samstundis við hetta vóru nýggjar útgávur av Sálmabók Føroya Kirkju lagdar fram.

Fólk eru fegin um henda nýggja møguleikan, men onkur hevur borið uppá mál, at tað í løtuni ber ikki til at leggja hesa appina inn á sína telefon.

Hesin tekniski trupulleikin verður helst fingið í rættlag nakað skjótt, soleiðis at henda ókeypis appin kann verða so mongum til gagns sum tilber.

HOYRA SÁLMARNAR
Bergur Viderø er klokkari á Viðareiði, og situr tí uppi á loftinum tann mánaðin, tá hann hevur hesa tænastuna. Hendan sunnudagin vóru bert hann og organisturin á loftinum.

Hann greiðir soleiðis frá gudstænastuni:
- Tá kirkjugongdin byrjaði, setti eg meg við telefonini og appini, og nýtti hana gjøgnum alla kirkjugongdina. Vit sungu fýra sálmar henda dagin – tríggjar úr Sálmabókini og ein úr Ískoytinum.

- Jú, eg vil siga, at mær dámar sera væl uppsetingina av appini. Og eg haldi eisini, at bókstavirnir eru passaliga stórir til míni 50+ gomlu eygu, sigur Bergur við einum brosi.

Og hann leggur aftrat:
- Tað er lætt er at finna sálmarnar, og mær dámar eisini væl møguleikan at kunna hoyra sálmalagið.

VIÐMÆLI
Í onkrum kirkjum sita klokkari og deknur har frammi í kór. Men á Viðareiði situr deknur har frammi, meðan Bergur sat uppi á loftinum.

- Nú nevndi eg, at eg sat uppi á loftinum. Tað er ein av orsøkunum til at eg nýtti appina.

- Kirkjan er tíbetur enn sloppin frá, at fólk sita við telefonini meðan gudstænasta er. Og eg hevði neyvan tikið telefonina og appina fram, um eg sat niðriundir, sigur hann avgjørdur.

Og Bergur endar samrøðuna soleiðis:
- Alt í alt kann eg viðmæla appina. Hon riggar sum hon skal, og teksturin er passaliga stórur til mín.

Orð: Snorri Brend
Mynd: dagur.fo