Skriva út

Nýggjur sóknarprestur

04.09.2020 Tíðindi


Sunnudagin 6. september byrjar Gerhard Jónsson Mikkelsen sóknarprestur í embætinum í Fuglafjarðar prestagjaldi. Í hesum sambandi skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í embætið í Fuglafjarðar kirkju komandi sunnudag kl. 11.00.

Gerhard Jónsson Mikkelsen tekur við embætinum eftir Anne Mette Greve Klemensen, sum nú er sóknarprestur í Havnar kirkju.

Gerhard Jónsson Mikkelsen er kandidatur í guðfrøði frá Teologiska Fakultetinum í Keypmannahavn í 2014.

Hesi seinastu seks árini hevur hann verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Keypmannahavn.

Orð: UN