Skriva út

Nýggjur sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi

20.06.2019 Tíðindi


Sunnudagin kl.11.00 skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í Eiðis prestagjaldi, Jonhard Jógvansson, í embætið í Eiðis kirkju.

Komandi sóknarpresturin tekur við embætinum 1. juli.

Jonhard er útbúgvin cand.theol. í 2017 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og varð prestvígdur í fjør.

Síðani hevur hann starvast í Danmark –  í Glostrup sókn og í Solvangs kirkju á Amager.

Mynd: in.fo