Skriva út

Nýggjar útgávur av sálmabókini og ein app

03.07.2019 Tíðindi


Sama dag, sum Altarbók Føroya kirkju og Handbók Føroya kirkju vórðu lagdar fram í Havnar kirkju – dómkirkjuni, vóru eisini nýggjar útgávur av Sálmabók Føroya kirkju lagdar fram.

Talan er um 5 ymiskar endurútgávur av sálmabókini og eina nýggja útgávu av sálmabókini og sálmabókaruppískoytinum sum ein applikasjón, ið Føroyskt Kirkjumál hevur givið út. Appin er ókeypis og fæst á App Store og Google Play.

Við hesum útgávunum vil Føroyskt Kirkjumál eisini hátíðarhalda, at 80 ára eru liðin síðani føroyskt varð góðkent sum kirkjumál.

Orð: UN
Myndamaður: Finnur Justinussen