Skriva út

Nýggj jólafløga

19.11.2019 Tíðindi


Týsdagin 19. november gevur Føroyskt Kirkjumál eina jólasálmafløgu út við einum úrvali av sálmum úr Sálmabók Føroya kirkju, sum Anna Maria Olsen syngur saman við útvaldum tónleikarum. Útgávan er ein roynd at varðveita okkara sálmaskatt og at fáa sálmarnar meiri fram í annað ljós enn tað vanliga, tí sálmar okkara eru nakað heilt serstakt.
 
Sálmar kenna tey flestu, men kanska hugsa vit ikki so nógv um, hvat ein sálmur goymir av orðum og týdningi. Hetta ynskir Føroyskt Kirkjumál at varpa ljós á við at geva eina jólafløgu út.
 
Anna Maria Olsen er av nógvum kend fyri songrødd sína, og hevur hon drúgvar royndir í nógvum sløgum av tónleiki – eisini kirkjutónleiki – og hevur hon eisini starvast sum kirkjusangari í nógv ár og er nú farin undir  at nema sær útbúgving í kirkjutónleiki.

 

Sálmarnir á fløguni eru ikki broyttir til nakað nýmótans ljóð, men henda útgávan hevur hildið seg til ta harmoniseringina, sálmarnir upprunaliga hava, men við øðrum ljóðførum afturat orglinum, sum vit vanliga hoyra í kirkjuni.

Í summar komu m.a. fimm endurútgávur av Sálmabók Føroya kirkju. Sálmabókin er eisini tøk sum App. Við hesum útgávunum saman við Jólafløguni “Í hesi sælu jólatíð”, ynskir Føroyskt Kirkjumál at gera vart við, at 80 ár eru liðin síðan føroyskt varð viðurkent sum kirkjumál.
 
Føroyskt Kirkjumál býður øllum til útgávukonsert í Havnar kirkju týskvøldið 19. november kl. 19.00. Eftir  konsertina verður  høvi at keypa fløguna og at fáa okkurt jólaligt til góman í Kirkjustovu.

Føroyskt Kirkjumál