Skriva út

Nýggi presturin: - Tað var ein fyrimunur at duga tær kendu søgurnar úr Bíbliuni

20.08.2019 Tíðindi


VESTMANNA: - Hvat eg serliga gleði meg til í starvinum? Eg gleði meg at koma út millum fólkið her, og brúka eitt sindur av tí lærdómi, ið eg havi nomið mær tey seinastu sjey árini. Tað verður deiligt at fáa nakrar praktiskar royndir, og ikki bara teoretiskar, sigur Maria Summers við Skipá.

Fyrr í summar var greitt, at Maria Summers við Skipá verður nýggjur sóknarprestur í Norðstreymoy, við heimastaði í Vestmanna. 28 ára gamla Maria er gift við Tummasi, sum, eins og hon, er úr Havn.

- Jú, eg gleði meg bæði til at møta og koma at kenna øll tey fólkini, sum eru í Vestmannar, Kollafjarðar og Kvívíkar kirkjum og í bygdunum. Tað verður eisini spennandi at flyta til Vestmanna, tá bæði eg og maðurin eru fødd og uppvaksin í Havn.

- Men eg gleði meg til at røkta tey ymisku økini, ið ein prestagerningur hevur við sær, og til at finna mín egna veg, og koma til rættis í tí heila, leggur hon aftrat.

Maria hevur lisið gudfrøði á Københavns Universitet í Keypmannahavn. Nú verður hon prestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.

SØGA OG TEOLOGI
At Maria á sinni avgjørdi at fara undir lesnaðin í gudfrøði, kom ikki av ongum.

- Mær dámdi sera væl lærugreinina religión, tá eg gekk á studentaskúla. Tá eg so skuldi velja hvat eg vildi gera aftaná student hugsaði eg, at teologi hevði verið áhugavert.

- Har kundi eg læra meira um Bíbliuna og kontekstin aftanfyri teir ymisku tektirnar, brøvini og bøkurnar í henni. Eg helt eisini tað ljóðaði sera áhugavert, at skula læra hebraiskt og grikskt, sigur nýggi presturin.

Henni hevur haraftrat altíð dámað væl søgu í skúlanum, og meðan tey lósu teologi skuldu tey hava nógv um kirkjusøgu, heilt frá teimum fyrstu kristnu og til í dag.

- So eftir at eg hevði lisið eitt sindur um gudfrøði og tær lærugreinar ið vóru har, valdi eg at søkja inn á gudfrøði í Keypmannahavn, greiðir Maria frá.

HUNGUR EFTIR VITAN
Sum hjá so mongum øðrum lesandi skapti tann økta vitanin hjá Mariu bara ein enn størri áhuga at lesa meiri. 

- Stutt aftaná at eg var byrjað at lesa gudfrøði, føldi eg ógvuliga týðiliga, at tess meiri eg lærdi í teimum ymisku lærugreinunum, tess meiri hevði eg eftir at læra.

- Hetta er kanska nokkso ”sokratiskt” at siga, men meir eg lærdi, minni visti eg - men uppá ein góðan máta. Man verður bara meira varugur við alt tað, man enn ikki veit nakað um. Tí gudfrøði er eitt so ótrúliga stórt fak, við nógvum ymiskum vinklum, við m.a. málsligum, eksegetiskum, kirkjusøguligum og filosofiskum lærugreinum, sigur nýggi presturin.

Og Maria leggur aftrat:

- Men tað vóru, sum nevnt, tær eksegetisku lærugreinarnar, ið eg helt vera serliga spennandi tá eg søkti inn. Tað var eisini ótrúliga áhugavert at læra um kontekstin, t.d. hjá Paulusi, tá hann skrivaði síni brøv og at læra um kirkjusøguna.

KENDAR SØGUR
Ein part av andaliga førningi sínum fekk Maria Summers við Skipá í gamla Evangeliihúsinum í Havn.

- Sum barn valdu foreldrini hjá mær at fara at ganga í Evangeliihúsið í Havn (tað sum nú eitur City Church, red.), har eg gekk í sunnudagsskúla. Tað var, og er enn, ein fantastiskur sunnudagsskúli, sum eg bara havi góð minnir frá.

- Eg haldi eisini, at hetta gav mær ein fyrimun, tá eg fór víðari at lesa gudfrøði: Í mun til nógv onnur, ið lósu, so kendi eg frammanundan sera nógvar søgur og frásagnir úr Bíbliuni, greiðir hon frá.

Nú skal Maria so til arbeiðis sum prestur við heimstaði í Vestmanna og bygdunum har í nánd.

- Eg avgjørdi at søkja prestastarvið í Vestmanna, so skjótt sum eg hoyrdi, at tað fór at verða lýst leyst. Eg hevði fingið okkurt prei áðrenn, um at tað fór at vera í summar ella har áleið.

- Tað passaði mær perfekt, tí tá var eg akkurát liðug á pastoralseminarinum og klár at flyta heim. So eg bíðaði bara eftir at tað bleiv lýst leyst, so eg kundi søkja tað!

(Seinni í vikuni frætta vit meiri frá Mariu Summers við Skipá, har hon greiðir frá onkrum av tí, sum hon kundi hugsað sær at farið undir í arbeiði sínum sum prestur!).

Orð: Snorri Brend
Samansett mynd: Internetið