Skriva út

Norðstreymoyar vestara prestagjald

23.05.2019 Tíðindi


Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar vestara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Embætið verður eftir ætlan sett 1. september 2019. Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.

Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Vestmanna, Reynslíð 8. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum. Roknast kann ikki við, at garðurin er tøkur at flyta inn í fyrr enn 1. desember 2019.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@kirkjan.fo ella ringja á telefon 311995.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 17. juni 2019, kl. 12.00. stift@kirkjan.fo.