Skriva út

Nólsoy norð og Nólsoy eyst

07.12.2020 Tíðindi


Ein corona-loysn, soleiðis at øll sleppa í kirkju um jólini.

Øll, sum skipa tiltøkum, hava ásannað, at 2020 er árið, hvar alternativ hugsan hevur verið alneyðug. Nógv hava vit lært og nógv hava vit broytt, soleiðis eisini innan Fólkakirkjuna.

Jólini nærkast í hvørjum og tá er vanligt, at fólk savnast til tiltøk, ikki minst í kirkjum okkara. Í Nólsoy er kirkjan ein natúrligur partur av bygdalívinum. Í fleiri ár hava tey skipa fyri einari sálmasangsguðstænastu, har nýggja kirkjuárið verður boðið vælkomið. Fyrst verður jólatræið í bygdini tendrað við røðu og hornblástri frá Havnar hornorkestri og síðani verður farið í kirkjuna.

Men í ár mátti hugsast øðrvísi. Kirkjuráði í Nólsoy avráddi tí at broyta tiltakið soleiðis at bygdin verður býtt sundur í Norð og Eystur. Bræv er borið runt í bygdini, sum greiðir frá, hvussu mannagongdin verður í kirkjuni hetta til nýggjárs.

Guðstænastur sunnumorgun verða sum vanligt kl 12.00, men tiltakið “Vit syngja jólini inn” og guðstænastunar jóladag verða skipaðar soleiðis, at bygdin verður býtt sundur í tvey. NORÐUR og EYSTUR. Kirkjuráðið ásannar at hetta sjálvandi er vegleiðandi, men verður hetta fylgt, sleppa øll í kirkju um jólini.

Í gjár var skipanin so roynd og sigast má at fólk tóku væl ímóti hesum. Báðar tænastunar vóru væl vitjaðar.

Orð: LH

Myndir: Evy Tofteggard Nielsen