Skriva út

Myndin við faddrunum er 56 ár seinkað

12.09.2019 Tíðindi


Prátið við kaffiborðið gongur væl, hóast nógv vatn er runnið í ánni síðani akkurát hesi fólkini seinast sótu í stovu saman. Og søgurnar eru nógvar og láturin er hjartaligur.

Høvuðspersónurin í stovuni er Sverri Steinhólm, ættaður av Toftum og sóknarprestur við Havnar kirkju og harafturat sjúkrahúsprestur og við ábyrgd fyri arrestini. Hann hevur seinnapartin henda góðveðurs sunnudag savnað allar sínar seks faddrar í hugnaligu stovuni í gamla prestagarðinum á Nesi.

Júst henda sunnudagin eru 56 ár síðani tey stóðu faddrar, tá Sverri varð borin til dópin í gomlu Nes kirkju, sum er beint norðanfyri gamla prestagarðin. Tey eru øll á lívi og tað elsta er 94 ár og tað yngsta er 74.

Miðskeiðis undir borðhaldinum reisist Sverri og verður eitt sindur meira hátíðarligur. Og hini lurta við andakt.

-Eg havi ofta ætlað at samlað tykkum og umsíðir gjørdist tað veruleiki. Og eg eri ótrúliga takksamur fyri, at tað eydnaðist at fáa eina góða og minniliga løtu saman og fáa tikið myndina av faddrunum og mær, hóast tað eru 56 ár síðani. Tit hava altíð staðið mær nærri enn onnur fólk. Og eg takki tykkum fyri, at tit altíð hava víst mær stóran ans og nevnt meg guðsson. Hetta hevur havt stóran týdning fyri meg.

Og Sverri hevur gjørt nógv burtur úr. Borðið er rokað við bollum og køkum, sum hann sjálvur hevur bakað til hetta serliga høvi. Um tað so var barsil, hevði tað ikki verið betri.

Hann er nummar seks av teimum 11 børnunum hjá Solveig og Sørin Steinhólm á Toftum. Tí máttu foreldrini út um egnan systkinaflokk, tá faddrar skuldu finnast til Sverra. Fýra av faddrunum hjá honum eru systkinabørn hjá foreldrunum. Ein er kona ein pápabeiggja og halagubbin er ein trímenningur, ið er sonur eitt systkinabarn hjá mammuni Solveig.

Sverri sigur, at gubba sín Herluf kendi hann bara av navni, tí hann búði í mong ár í Danmark, áðrenn hann saman familjuni flutti til Føroya fyrrapartin í sjeytiárunum.

-Eg minnist, at hann var ikki í konfirmatión hjá mær, men hann og konan Tove komu seinni. Eg fekk andaktsbókina "Ved kilden" hjá Øivind Andersen frá teimum. Henni hevði eg stóra gleði av og eg hevði hana við til skips.

-Judith gumma var eisini nógv uttanlands saman við Meinhardi pápabeiggja, men hana sá eg kortini av og á. Tá Meinhard var KFUM-skrivari í Havn og tey bæði virkaðu har, hevði eg kamar uppi á loftinum í KFUM. Eg plagdi at hjálpa til har og tá lærdi eg tey at kenna.

Hvør í sínum lagi hava faddrarnir havt týdning fyri Sverra.

-Vit vóru onkuntíð inni á gólvinum hjá Kaj Eli gubba í Fuglafirði.  Men hann var altíð umborð á útróðrarbátinum, Líggjasi. Eg minnist at eg var ikki sørt stoltur av, at hesin kendi útróðrarmaðurin var gubbi mín.
 
Faddrarnar á Toftum lærdi Sverri sum vera man betur at kenna í uppvøkstrinum.

-Johan gubbi var arbeiðsformaður á Nyki í nógv ár og soleiðis kundi eg ikki umgangast at læra hann at kenna. Og fyri meg var tað ikki hvør sum helst, sum var arbeiðsformaður. Tað var gubbi mín.

Safir var ein av deksbátunum,  sum róðu út á Toftum. Har var halagubbin, Jákup, formaður og fyri Sverra var tað ein sjálvfylgja, at hann egndi hjá Safir. Og fyri ungu dreingirnar var hetta ein sera spennandi tíð á Toftum, staðfestir Sverri.

-Lenu gummu lærdi eg mest at kenna gjøgnum tann andaliga felagsskapin á Toftum, tí eg var ofta við á mikukvøldsmøti og leygarkvøldsmøti, har Lena var ein drívmegi. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri mær og spurt nógv. Og hon hevur altíð sagt, at hon biður fyri mær. Tað hevur altíð havt stóran týdning fyri meg, undirstrikar Sverri.

Hann sigur faddrunum, at hann er sera takksamur fyri lyftið tey góvu fyri 56 árum síðani, tí tað er veruliga eitt stórt lyfti at geva. "Um foreldrini doyggja, áðrenn barnið er tilkomið, tá skulu tit, um tit eru har hjá hava umsorgan fyri, at tað verður lært upp í hinum kristiliga barnalærdómi……......"

Sverri Steinhólm sigur, at tá hann fór til dópin, var einki myndatól og tí bleiv ongin mynd tikin. Hann er sera fegin um, at tað umsíðir eydnaðist at fáa myndina av sær saman við faddrunum. Og til høvið hevur hann júst rakað tað síða skeggið, ið hevur verið ógviliga ásýniligt hesi seinastu árini. Og tað er sjón fyri søgn, at maðurin sær nógv ár yngri út nú skeggið er burtur.

-Tað hevði verið eitt sindur mótsigandi at tikið fyrstu myndina av faddrunum og gudssoninum við síða skegginum, heldur Sverri Steinhólm brosandi fyri og so er aftur hjartaligur látur í hugnaligu stovuni í gamla prestagarði.

--------------------

Myndatekstur:

Sverri Steinhólm saman við faddrunum. Tey eru aftanfyri frá vinstru: Kaj Eli Blábjørg, Johan Johannessen, Herluf Heinesen, Judith Hansen og Jákup Hansen. Frammanfyri er elsti faddurin, Lena Joensen, saman við guðssoninum Sverra.

Orð: Tórður Mikkelsen