Skriva út

Minst til ikki at gloyma!

30.01.2020 Tíðindi


Longsti dagur er farin afturum. Jólapynt er farið uppá ovasta loft  at bíða til tað verður desember aftur. Køkukassar eru settir til viks og marsipan, palmin, nougat og feitar dunnur eru saga blott. Húsini eru vaskaði og skimmaði, og tað er eins og alt er í eini bíðistøðu. Vit og náttúran øll. Nakað nýtt fer at henda, ein nýggj byrjan.

Vit hava verið í bláari tíð, náttúran hevur havt sínar døkku, bláligu litir saman við hvítum kava, sum er so ómetaliga vakurt, men aðrir litir daga undan nú. Eins og sangurin hjá Leonard Cohen  ”There is a crack in everything, thats how the light gets in”, soleiðis kagar sólin nú fram aftur.  Hon hómast nú alt meiri og vit steðga á og siga : ”Áh, sært tú sólina”?  Ímyndin av nøkrum heitum, rundum og fjálgum, lívgevarin. Og hvørt einasta ár, so undrast vit, at árið skiftir og sólin kemur aftur og í ymsum bygdum verður mann so fegin, at sólin endiliga sæst aftur, so mann fer at baka og stákast og menniskju koma saman og fegnast um hetta fyribrigdi, sum tey als onga ávirkan hava á. Sólarmamman er bara har!

Soleiðis brúka vit jalig og vøkur orð, tá vit hava tað gott og eru í harmoni við næstan og grannan, og lívið er trygt og gott. Tá ber til at lovsyngja og fegnast um vár og gróður. Men so er ikki altíð. Vit hava júst havt altjóða Holocaust dag!

Tíðin undir seinna heimsbardaga, tá óndskapurin var skipaður niður í minsta smálut, so alt var bølaniða, ótti, vetur, grátur og harðskapur og als onki ljós.

Og vit, sum liva her á klettunum, øtast og royna at skilja devulskapin, men tað ónda kann mann og skal mann ikki skilja, tí so er vandi fyri at mann fer at ”góðtaka”. Tað ónda er í síni náttúru so ræðuligt, so tað er óskiljandi. Bara spurningar og als onki svar.

Hvar varð sympati og empati, impulsiva trongdin at hjálpa gamla manninum ella kvinnuni, sum var við barn?

Hvussu kundu hesir SS leiðarir pjátra og kína teirra børnum heima og um dagin skumpa lítlar barnakroppar inn í heitar komfýrar at brenna?

Og hví hendi tað ? Hvussu kundi slíkt hatur loga upp móti ósekum menniskjum ? Hvat gav øðrum rætt at halda, at tey kundu týna eitt heilt fólk?

Eftir standa vit í 2020 og hava onki svar, og vit vóna at slíkt ikki hendir aftur. Men tað ger tað, menniskju verða enn forfylgd, happaði og fjøtraði kring allan jarðarkringin.

Socialu pallarnir, sum vit eru á, loyva okkum at sita í okkara skýmaskoti og skriva og vera ófantalig móti øðrum og sáa ótta og illskap.

Læra vit av søguni? Leggja vit niður í okkara børn virðing og etikk, hvussu vit liva saman við øðrum menniskjum ella sita vit heima og flenna og eru neilig um hann ella hesi, so barnið heldur at ”tá mann ger tað heima, so kann eg eisini gera tað”?

Eru vit vorðin so fátæk í dag, so vit eigi ongi stór orð, ongar hugsaðar tankar, men duga bara at svara aftur við einstavilsisorðum sum : ”Yolo, wauw, kul, feitt, mega, giga ella carpe diem”?

Onki hevur týdning, onki engagement?

”Altso, hállo, hví skal eg ”bekymra” meg fyri umheiminum, hvat fái eg burturúr”?

Øll eru vit menniskju, men øll so sera ymisk við okkara, og vit skulu øll vera her. Tí áliggur okkum ein skylda at vera á varðhaldi, at minnast, og hóast vit kanska lata hendur søkka niður og hugsa, hvat ”dugnar mítt klípi”?, so ger alt mun.

Ein tjóð og eitt fólk má hava ein stirðil, eitt festi, virðir, sum bera.

Og í Halgubók lesa vit um ”gott sáð, sum út var sáað”. Vit eru frí og fræls menniskju, sum kunnu velja at taka dagar ímillum tað ónda og tað góða, men tú og eg mugu byrja á okkara egna matrikkuli.