Skriva út

Magni Christiansen hevði væleydnaða framførslu í Funningsfirði

07.11.2019 Tíðindi


Fólk í Funningsfirði fingu á hvítusunnu í 2018 eitt veruligt bønhús. Fólk á staðnum høvdu í nógv ár savnað pengar saman, og við stuðli frá kommunu og kirkjumynduleikunum kundu tey í fjør taka nýggju snotuligu hølini í nýtslu.

Sum er, eru bara guðstænastur í bønhúsinum tá prestur er í bygdini. Funningsfjørður hoyrir til Fuglafjarða prestagjald og sóknarkirkjan hjá fólki í Funningsfirði er í Elduvík.

Leygardagin 2. november hevði kendi sangarin Magni Christiansen konsert í bønhúsinum. Anne Mette Greve Klemensen, prestur helt eisini eina lítla andakt. Nógv fólk høvdu leitað sær í Bønhúsið hetta kvøld og umframt góðan sang, gott spæl og góð orð, vóru fólk á einum málið um at Bønhúsið er sera vælegnað til slíkar framførslur.

Aftaná konsertina var boðið til ein drekkamunn.