Skriva út

Lyftur upp til himmals

21.05.2020 Tíðindi


Og hann segði við teir: „Soleiðis er skrivað: Messias eigur at líða og at rísa upp frá deyðum triðja dagin.

Øll fólk um allan heimin skulu hoyra um meg, so tey kunnu venda um og fáa fyrigeving fyri allar syndir sínar.

Tit skulu bera gleðiboðini um meg, tí tit hava sjálvir hoyrt og sæð alt, og tit skulu byrja her í Jerusalem. Men eg vil fyrst geva tykkum tað, sum Pápi mín hevur lovað tykkum. Bíðið tit her í Jerusalem, inntil Gud hevur givið tykkum kraft av himli.“

Hann fór so við teimum út til Betania, og hann lyfti hendur sínar upp og vælsignaði teir. Og í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum og varð lyftur upp til himmals.

Teir fullu niður og tilbóðu hann og fóru síðan aftur til Jerusalem fullir av gleði. Og teir vóru støðugt í templinum og lovaðu Gudi.

Luk. 24,46-53
Nýggi Sáttmálin

Kelda: Føroyska Bíbliufelagið.