Skriva út

Løgmaður løggildir altarbókina

02.07.2019 Tíðindi


Jóansøkudag løggildi Føroya løgmaður Altarbók Føroya kirkju. Hetta varð gjørt í Tinganesi.

Hetta er á fyrsta sinni, at ein av týðandi bókunum, sum brúktar verða í fólkakirkjuni er løggild av einum føroyskum myndugleika.

Lógin um fólkakirkjuna frá 2007 sigur m.a., at eftir at hava fingið tilmæli um hetta frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og biskupi, løggildir løgmaður altarbókina til nýtslu í fólkakirkjuni.

Síðani 2012 hevur verið ein royndarútgáva av altarbókini.

Við nýggju útgávuni er altarbókin nú staðfest at brúka í fólkakirkjuni.

Orð: UN

Mynd: Finnur Justinussen