Skriva út

Konfirmatiónir í hópatali

16.09.2020 Tíðindi


Orsakað av koronu eru konfirmatiónir í hópatali kring landið, og í summum av teimum størru kirkjunum kunnu vera bæði tvær og tríggjar konfirmatiónir sama dag.

Sunnudagin, sum var 14. sunnudagur eftir trinitatis, var óvanliga nógv virksemi í Vesturkirkjuni í Havn, tí henda dagin vóru ikki færri enn tríggjar konfirmatiónir – ein klokkan 10, ein klokkan 12 og ein klokkan 14. Hetta var í grundini konfirmatiónin, ið skuldi verið várkonfirmatiónin, sum var nú, tí allar konfirmatiónirnar í vár blivu jú útsettar orsakað av koronu.

– Í dag vóru konfirmantarnir tilsamans 29 í tali, og eftir tilmæli frá bispi og dómprósti høvdu vit valt at býta teir sundur í trý, so tað vóru ikki meira enn níggju ella tíggju konfirmantar hvørja ferð. Vit kunnu jú ikki hava meira enn 100 fólk í kirkjuni í senn, sigur Derhard Jógvansson, sum er ein av trimum prestum í Vesturkirkjuni.

– Sjálvandi kann ein konfirmatión við nógvum konfirmantum og 6-700 fólkum í kirkjuni vera ein stór uppliving, men uttan at vita tað, so haldi eg tó, at konfirmantarnir upplivdu hetta við færri konfirmantum og færri fólkum í kirkjuni meira nærverandi, enn um vit vóru nógv fleiri.

Øll hesi 29, ið blivu konfirmerað sunnudagin, hava tó gingið til prest saman, tí umstøðurnar eru góðar og rúmligar í konfirmantastovuni í Vesturkirkjuni, so alt hetta við frástøðu og atliti annars hevur borið til. Men hesa síðstu tíðina hava tey vant saman við teimum, tey skuldu konfirmerast saman við.

Til altars beinanveg
– Undir vanligum umstøðum koma konfirmantarnir til altars einar tveir sunnudagar eftir konfirmatiónina, men fyri at gera alt so smidligt sum gjørligt, tosaðu vit prestar um, at tað kanska var líka snilt at hava altargongdina beinanvegin, greiðir Derhard frá.

Hetta var so gjørt upp á tann mátan, at konfirmantarnir komu upp at játta sína trúgv, og síðani var ein sálmur. Eftir hann hevði prestur innsetanarorðini og so vóru tað bara konfirmantarnir, ið komu uppaftur til altarið.

– Deknurin setti bikørini við breyðinum í á altarringin, og tá ið konfirmantarnir komu upp, tóku teir fyrst oblatina í hondina og bakkaði so tvey fet, meðan eg koyrdi vín í, og síðani høvdu vit altargongd sum vanligt við orðunum “Hetta er likam Jesu Krists” og “Hetta er blóð Jesu Krists”, sigur Derhard.

– Sum umstøðurnar eru, kundi eg heldur ikki eftir játtanina leggja hondina á høvdið á konfirmantunum, men lyfti í staðin aðra hondina, nøkulunda sum tá ið vit lýsa signingina. Yvirhøvur hava vit gingið høgt uppí, at vit spritta, halda frástøðu og gera alt, so løtan í kirkjuni skal vera so trygg sum gjørligt.

Kenni tey kanska betur
Gerandisdagurin hjá prestunum í Vesturkirkjuni er ikki sørt ávirkaður av hesum koronutíðum, tí alt kann skjótt renna saman. Til dømis er tað soleiðis, at tá ið várkonfirmatiónin plagar at vera, eru tey longu byrja at ganga til prest, sum skulu konfirmerast um heystið, og nú bæði vár- og heystkonfirmatiónirnar eru mestsum í senn, eru tey eisini longu byrjað at ganga til prest, sum skulu konfirmerast aftur til várs.

– Tað hevur onkra løtu verið eitt sindur nógv, haldi eg, so tá ið hesi nýggju byrjaðu, samstundis sum vit høvdu allar hinar konfirmantarnar í gongd, mátti eg bara siga við tey, at eg nokk skuldi læra tey at kenna og minnast nøvnini, men at eg ikki tordi at lova tað, fyrr enn allar hesar konfirmatiónirnar fyrst vóru fingnar frá hondini, sigur Derhard, sum í allari tilgongdini eisini hevur brúkt onnur amboð enn vanligt.

– Hesi, sum nú verða konfirmerað, hava fingið onkra talgilda heilsan, tá ið korona gjørdi um seg í vár. Tá tók eg okkurt upp á telefonini, so tey kundu fara inn at hyggja at tí á netinum. Men yvirhøvur má eg siga, at tey hava verið stak fitt og fyrikomandi, og sjálvt um tað var keðiligt, at alt mátti útsetast í vár, hava tey tikið tað øgiliga pent. Kanska eri eg komin at kenna hesar konfirmantarnar eitt sindur betur, enn eg annars vildi gjørt.

Orð & mynd: Hilmar Jan Hansen.

MYNDATEKSTUR:

Derhard Jógvansson var eisini í gongd ímillum konfirmatiónirnar sunnudagin, tí á hvønn bonk skuldi hann leggja navnaseðil og prentað bløð við sálmum.