Skriva út

Kirkjuráðslimir hittust í Gøtu

27.04.2021 Tíðindi


Kirkjuráðslimir úr øllum landinum stevndu til fundar í Gøtu kirkju leygardagin, har árligi aðalfundurin í felag teirra var á skránni.

Hilmar Jan Hansen

Gøtu kirkja var góður karmur um fundin, tí hon er vælútgjørd við stórum kirkjurúmi, men eisini stórum kirkjukjallara, har sjálvur fundurin var. Byrjað varð við andakt í kirkjurúminum, har Ovi Brim, sóknarprestur, hevði eina andakt.

Síðani var farið niður í kirkjukjallaran, har Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkvinna í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir legði fram sína frágreiðing frá farna árinum. Eisini vóru á skránni allir teir formligu partarnir av aðalfundinum, so sum roknskapur og annað.

Eftir sjálvan aðalfundin greiddi Marjun Lómaklett frá nýggja leikluti sínum sum integratiónsprestur í eitt ár frá 1. februar í ár at rokna, har hon fyrst og fremst skal byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Samstundis er hon í farloyvi frá vanliga kalli sínum sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

– Ein av uppgávunum verður at hava gudstænastur á enskum máli, segði Marjun, men tað skuldi ikki verið fremmant fyri henni, tí í fleiri ár búðu hon og familjan í Sameindu Arabisku Emiratunum, har hon – umframt at vera virkin í donsku kirkjuni og sjómanskirkjuni – virkaði sum parttíðar hjálparprestur í ensku kirkjuni, Christ Church, í Dubai.

Kirkjuráðsval fyri framman
Uni Næs, dómpróstur, greiddi síðani frá um próstadømisráðið – millum annað, hvussu pengarnir verða brúktir og hvussu arbeitt verður. Tá ásannaði hann, at ikki ber til at gera øllum til vildar við tí, ið tey hava at arbeiða við.

– Umsóknir eru til einar tríggjar ferðir so nógvar pengar, sum tað, ið vit hava at gera gott við, segði dómprósturin.

Eftir døgurðasteðgin var ein stutt sangløta í kirkjurúminum, har Gøtu kirkju ungdómskór sang nakrar sangir við Símuni Hammer sum leiðara. Kórið hevur ment seg til at vera eitt av teimum heilt frægu her á landi, og fólk lótu eisini væl at, hvussu væl tað ljóðaði.

Síðani kunnaði Andrias Ziska, stiftsfulltrúi hjá Føroya Stiftsstjórn, um komandi kirkuráðsvalið, ið verður seinni í ár. Har eru reglurnar tær, at valið hevur gildi í fýra ár og fer fram fyrsta týsdag í november í valárinum, so í ár verður tað altso týsdagin 2. november.

Sum vant var eisini ein heilsan frá politiska myndugleikanum, og tað var formaðurin í mentanarnevndini hjá løgtinginum, Djóni Nolsøe Joensen, ið bar hana fram. Hann nart millum annað við tað sentrala plássið, kirkjan hevur í samfelagnum.

Aðalfundurin hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir endaði um trýtíðina leygardagin, tá ið Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur og nevndarlimur í felagnum, tók samanum og ynskti øllum góða ferð heimaftur hvør til sítt.

Myndir: Theodor Eli Dam Olsen.