Skriva út

Kirkjuklokkan

31.03.2020 Tíðindi


Nakrir fyrispurningar eru komnir um kirkjuklokkuna, nú ongar gudstænastur eru í kirkjunum. Vit skylda almenninginum eitt svar.

Fremsta uppgávan hjá kirkjuklokkuni er at kalla til gudstænastu og kirkjuliga tænastu. Tó, søguliga vita vit, at kirkjuklokkan er nýtt til at varpa ljós á onnur øki.

Siðvenjan at ringja til gudstænastu er ymisk frá einari kirkju til aðra. Á summum støðum verður ringt til hámessu tvær ferðir sunnumorgun, á øðrum støðum tríggjar ferðir.

Leiðslan í fólkakirkjuni letur kirkjuráðunum í hendi at avgera:

     1)  um kirkjuklokkan skal ringja sunnu- og halgidagar í Covid-19 tíðini.
     2)  at áseta klokkutíðina, um kirkjuklokkan skal ringja.

Leiðslan í fólkakirkjuni veit, at ymisk sjónarmið eru til henda spurningin. Tá ið kirkjuráðið kallar tænararnar verður mett, at kirkjuráðið eigur at taka støðu til henda spurningin.

Meðan undantaksstøðan valdar, tulkar leiðslan í fólkakirkjuni gudstænastuna úr Havnar kirkju sunnu- og halgidagar sum gudstænastuna fyri alt Føroya land. Vit hoyra kirkjuklokkuna kalla í Kringvarpinum, bæði ÚF og Svf.

Leiðslan mælir til, at ringt verður við kirkjuklokkuni í kirkjum landsins páskaaftan t.d. kl. 18:00 – 18:30 og páskadag kl. 11:00 – 11:15, ella sum siðvenjan á staðnum er.

Samstundis ynskja vit kirkjuráðunum, prestunum og fólkinum einar gleðiligar páskir.

Takk fyri umsorganina og áhugan fyri teimum kirkjuligu viðurskiftunum.

Tórshavn 31. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur