Skriva út

Kaffipausa!

21.04.2019 Tíðindi


Frá tíð til aðra, so hava listar verið yvir, hvat vit halda vera skeivt og rætt.

”Ikki spæla kort” - var eina ferð, royking var í lagi, at dálka, hvat var tað ? Og børn fingu at vita at tey skuldu verja seg og sláa aftur?

Í dag læra vit ikki at happa og ikki sláa, royking er ikki góðtikið, vit vísa fyrilit og eru tolsom, ansa okkum fyri at dálka bæði okkum sjálvi og klótina annars. Ikki fylla seg við vánaligum mati, sukri og feitti, men avnokta sukur og alt, sum fitar og eta kjarnir og havragrýn.

Aftra okkum við at eta oksakjøt, tí tað dálkar og charterferian við flogfari til Barselona dálkar illa og hvør eri eg, sum vil geva mínum ommubørnum ein dálkaðan heim?

Vit eru korrekt og hava okkara mørk og okkara moralkodeks og vera sera lætt indigneraði, um vit kenna okkum gingin ov nær.

Tíðir broytast og siðir og vanar og menniskjuni við.

Sagt hevur verið, at vit liva í einum pausuleysum samfelagi.

Vit hava hoyrt um tey ”gomlu”, sum ”høvdu skýming og hildu heilagt” og høvdu pausur, sum vit ikki hava í dag í okkara tíð.

Vit hava ”lutherskan arbeiðsmoral” og halda at pausur skulu ikki bara vera eitt ”onki, nakað tómt”, men nakað ávíst. Pausur brúka vit til at renna og íðka og seta flugubein á ”to do listanum”.

Vit hava eina rúgvu av mati at eta allan dagin, og alt er tjepp, tjepp, so vit gáa kanska ikki so nógv um matin, tá vit endiliga seta okkum niður. Og torført er hjá mongum familjum at savna øll um døgverðaborðið, tí vit hava so mong áhugamál at fara til.

Vit mugu sláa tíðina í hel, gera nakað, vera í swing, tí vit ræðast pausuna.

Tá likam og sál skríggjar eftir pausu, so gjalda vit okkum aftur til at onkur serkønur vísir mær, hvussu eg fái pausu innaftur í mín dag.

Tí vit mugu hava pausur í degnum, bæði handaliga og andaliga, bæði frá mær sjálvari og øðrum…anda inn, friður, sæl pausa og so aftur út í gerandisdagin.
Í dag nevna vit hetta fyri andaligt reinføri!

Og vit syngja ”vár við nógvum vindi” og tjøldrini lenda sum airbussarnir í stormi og fyrstu smálombini eru komin á beinini.

Og føstan er farin afturum, henda giga pausan, har fleiri hava fastað og sagt nei til FB ella til kjøt ella kaffi ? og ja, kaffi er ikki bara kaffi!

V.U.Hammershaimb fylti 200 ár herfyri og vit fegnast um slíkt andsmenni, sum hevur prýtt 100 krónursseðilin og sum gav okkum skriftmálið, so vit kunnu skriva vøkur orð sum sól, tjaldur, barn og elskaði – orð, sum røra okkara hjartastreingir.

Vensil flutti til Danmarkar og fekk har stundir bæði at vera prestur og arbeiða við málinum annars.

Ein bóklingur kom mær upp í hendur nú ein dagin. Vit hava eina sokallaða ”madam” í ættini og rótin rennur eisini gjøgnum Hammershaimb ættina og til mín.

Í hesi longu ættarsøgu stendur um prestin Weyhe at hann var giftur við Onnu, (fødd 1710) dóttir ríka bóndan í Selatrað.

Tá var hildið at kaffi var heilt serstakur drykkur. Onkur helt kaffi vera ein ”syndigan drykk”, tí hann ávirkaði sinn og huglag. Onnur smakkkaðu bara onkuntíð, kanska ongantíð kaffi, tí tað var sjáldsamt og sera dýrt.

Men Onnu dámdi sera væl kaffi, men tað helt hennara prestamaður vera oyðslut, at tveita pening burtur til kaffi.

Tá stóð Havnar kirkja ikki har hon stendur í dag. Hon stóð meiri einsamøll - ”4 alen” - frá teimum gomlu húsunum úti á Tinganesi. Tætt við var prestagarðurin, so mikið tætt, so tá prestur stóð á prædikustólinum, so sá hann beint inn í góðustovu hjá sær sjálvum.

Ein dagin hann stendur og prædikar, sær hann at konan og nakrar vinkur sita og drekka kaffi.

Hann ger ikki mætari enn hann steðgar mitt í prædikuni, fer av prædikustólinum og beina leið inn í stovuna í prestagarðinum og sigur :
”Hvor Gud Herren har ladet bygge en kirke, der bygger fanden et Kapel ved siden af ”.

Í dag kunnu vit smílast at hesi søgu og kanska eisini undrast á, hví Anna ikki var í kirkju ? Hon hevur ivaleyst havt brúk fyri eini pausu?

Men kann næstan taka samanum, sum var hetta eitt ævintyr hjá H.C. Andresen:

”Og sært tú, hetta var ein verulig kaffipausa!”