Skriva út

Jóhannes doyparin var ”grønur”

08.07.2019 Tíðindi


Vit hava júst havt Jóansøku tann 24. juni. Í Danmark hava tey Sankt Hans. Hesin Hans er ongin mætari enn Jóhannes doyparin, og 24. juni er hansara dagur. Hann var ein ”grønur” maður, kunnu vit siga. Skrivað er, at hann gekk í kamelullsklæðum, og át hunang frá villum bíflugum. Hann hevur ivaleyst havt lágt BMI, verið ein ”villmaður” í einseminum, og hann hevur torgað broddi ímót. Hann hevði eini boð at bera. Fólkið skuldi venda um frá tí minni góða til tað ultimativa góða, tí skjótt fór annar at koma, sum var mætari enn hann.

Í okkara kalendara hava vit jólini 24. desember, tí tá hátíðarhalda vit tann dagin, tá tað hendi. Og Jóhannes fór so langt, so Salome og Herodias, sum búðu á kongsborgini, toldu hann ikki, so Heródias ynskti at fáa hansara høvd á einum silvurfati, og tað varð henni eftirlíkað. Og harfrá hava vit orðatakið ”at fáa nakað serverað á einum silvurfati”.

Jóhannes tosaði um metanoia, sum er at venda sær um og frá tí, sum er. Tað er at broyta hugsunnarhátt. Metanoia er sostatt tað øvugta av paranoia, sum er at renna undan onkrum, sum eltir teg.

Í gamlari tíð á Sáttardegnum tóku teir klerikalu í Ísrael ein veðr og lósu so allar fólksins syndir niður yvir hann. Síðani lótu teir hann renna burtur frá teimum og inn í stóru oyðimørkina. Hann skuldi ongantíð  koma aftur, men hvørva út í sandheyggjarnar. À Jóansøku brenna vit bál, og onkrastaðni verður ein heks sett ovast á bálið, sum ímynd av øllum tí ónda, sum kann hótta okkum og sum vit royna at senda avstað og burtur frá okkum. Í dag er hetta bara ein symbolskur siður, men fyrr, tá mann trúði meiri uppá, at tað ónda og alt myrkursins herlið kundi herja á, so var alneyðugt at fyriskipa ymiskt rituelt, so tað ónda helt seg burtur. Neyðugt var at verja seg. Alt, sum var øðrvísi og ikki vanligt, gav man gætur.

Í miðøldini vórðu kvinnur, sum vóru skilagóðar og vísar, brendar. Ein barnsburður var eisini ein hending, sum setti kvinnuna uttan fyri vanliga samfelagið og tí skuldi hon, eftir barnsburð, so at siga leiðast inn aftur til hini. Tá brúðarpar kemur úr kirkju, so verður nógva staðni skotið. Hetta er fyri at skjóta og ræða alt tað ónda burtur, sum kann hótta brúðarparið.

Nógvir eru siðirnir, men í okkara parti av heiminum hava vit ikki veruliga longur tørv á slíkum ritualum. Vit hava tey fyri hugnan, sum ein partur av okkara mentan, nakað sum vit savnast um og smílast, eta og drekka okkurt gott afturvið.

Vit hava ræðið á okkara lívi og onki og ongin kann hótta meg. Hvør skuldi tað verið? Eg havi mítt uppá tað turra: BMI, tryggingar, pass og vaccinatiónir, og ongin og onki kann fjøtra meg og binda meg niður. Tað halda vit, men mann tað nú vera so? Syndin er horvin úr kirkjuni, tað er ikki longur prestur, sum oftast hevur peikifingur á lofti, men tað eri eg sjálv í mínum einsemi á mínum maktrikkuli, har dreymahús og marglæti og hundur við ættartalvu býr, og børn og maður eru vælgødd og heit.

Orðini metanoia eru onkursvegna í okkara DNA, okkara ferð, okkara rastloysi, okkara ”longur enn,  longur enn” og onki stendur í stað. ”Panta rei”, alt flytir seg, men hvat skal eg neyðars postmodernaða menniskja gera við mínar tankar?

Í einari tíð, har alt skal vera chill, mega hygg og ultra lekkurt. Har vit øll sita á hvør sínum stóli við hvítum lambaskinni og kaga inn í skíggjan og børnini vita ikki longur, hvat eitt kombikk er ella at sniglar eru ikki bara sniglar. Tey vaksnu geva sær ikki stundir longur at lesa ævintýr fyri børnunum sum tekur tíð, har man við støðgum kann kaga inn í barnaeygu og varnast spenningin, og vera við til at tekna ein ævintýraheim saman við teimum. Skapa eitt Soria Moria slott í hugfloginum hjá barninum, og ikki bara lata barnið síggja talgildar, skjótar actionhermenn, sum drepa sær vegin fram, til barnið hevur fingið eitt max. score.

Tað eksistentiella rópið svevur ikki, men agar teg og heldur teg til. Og vit vita ikki, hvussu vit skulu svara rópinum, so vit fara á keto-kur, eta blaðselleri, fara á yoga skeið ella detoxa andlitið, tí tað halda vit, at vit hava uppiborið.

Eg skammi meg sjálva út, tí eg eg ikki lúki krøvini, sum vit seta okkum í okkara so góða gerandisdegi, so har kirkjan sigur seg hava svarið, hava vit klamsað við kirkjudyrnum og hava næstan tikið yvir sjálvi. Vit hava skapt okkum fleiri hundrað boð, sum vit skulu fylgja fyri at vera lukkulig, tí eg havi bara meg sjálva og mítt at halda meg til.

Metanoia er at fáa aðrar tankar i høvdið. Vit tosa nógv um tankameldur, strongd, stress og hvar eg skal eg seta byrðuna, ella hvør kann bera við mær? Hvussu kann eg verða rein og skær? Kanska við at eta meg reinan, ikki dálka, vraka reyða búffin, og ikki at fara á flog, men heldur at ferðast til Sumbiar ella Svínoyar. Eg savni upp plastikk og alt í húsinum er uttan vandamikil evni. Vit vera screenaði og gjørd var við alt, sum kann tryggja okkum, men hava vit frið? Ella eru allir tankar skipaðir í eitt diagnosuarkiv í dag, tí ongin dugir at svara?

Kanska hava vit øll fyri neyðini at fáa aðrar tankar inn í heilan og varnast ein annan samanhang: eg tað skapta og Guð Skaparin og einastu hendur, hann hevur á foldum, eru okkara. So menniskja, vit eru øll á ferð saman við øllum øðrum menniskjum. Fleiri hava sett kósina móti tí, sum Jóhannes boðaði, meðan onnur taka frástøðu og siga ”live and let die”.

Ikki eiga vit at træla undir nøkrum oki, lógarásetingum ella einum topp 10 lista yvir moralskum fyriskriftum, men sanna at gera tað sindrið vit kunnu, vinna á tí ónda við tí góða, tí vit trúgva, at tað ”endar gott”, og at eg og tú longu eru elskaði.

Tí er metanoia, at miðsavna seg í hjarta og tanka, nakað, eg má gera dagliga, tí tað setir meg í frælsi. Og hetta, sum vit nevna ”okkurt í universinum”, ”okkurt, sum er millum himmal og jørð” – hetta ”okkurt” er kanska Hann, sum var og er og sum hevur lagt ævinleikan í okkara hjørtu, og tí tráa vit og hava so nógvar spurningar.

Livst so spyrst!