Skriva út

Jens Mortan: - Gudstænastan skal savna okkum øll

27.07.2019 Tíðindi


ÓLAVSØKA: - Gudstænastan ólavsøkudag er ein týdningarmikil siðvenja her vit markera, at vit eru eitt serstakt fólk við egnari mentan.

Orðini eigur Hvalbiar-prestur Jens Mortan Mortensen sum er hann, ið fær høvið at prædika á ólavsøku.

Hetta hendir – eins og siðvenjan er – áðrenn Løgtingið verður sett, og eftir at tingfólk, landsstýrisfólk og onnur í landsumsitingini hava gingið skrúðgongu úr Tingsalinum og oman í Dómkirkjuna.

Hetta er ein løta sum savnar fólkið, har ein stórur partur av teimum, sum ikki fara ella ikki sleppa inn í ovurfyltu kirkjuna, fylgja við í útvarpi og sjónvarpi. Hetta er tí eisini eitt serstakt høvi hjá presti at prædika fyri øllum føroyska fólkinum.

Jens Mortan Mortensen vil tó ikki siga, at hann her hevur ein serstakan pall henda dagin.

Í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum sigur hann nevniliga, at hetta kortini er ein serlig løta, tí løgtingið kemur saman, fólk koma saman og at tað er tjóðarhátíð okkara.

- At ganga úti á ólavsøku er serligt. Ein hittir tilvildarlig fólk, men tó er tað ikki so tilvildarligt, tí í veruleikanum kennast vit øll, leggur hann aftrat.

Ólavsøkublað Sosialsins hevur fleiri greinar um tjóðarhátíð okkara, og her eisini við Jens Mortan Mortensen, sum í ár stendur fyri túri at halda ólavsøkuprædikuna.

SAVNANDI GUDSTÆNASTA
Spurningurin kemur fram um henda serstaka pallin, í mun til ta staðbundnu kirkjuna.

- Her er tað so, at ein má gera sær ómak. Tí sigur ein okkurt av týdningi, so hoyra fólk tað.

- Vit eru eitt lítið oyggjasamfelag og vit eru ymisk, men kann gudstænastan kennast savnandi, so er tað gott, leggur Hvalbiar-prestur aftrat.

Umframt at vera prestur hevur Jens Mortan somuleiðis stóran áhuga í tónleiki – herundir eisini tónleiki í kirkjuni, millum annað í tænastu síni sum urguleikari.

Hann kemur úr einum barnaheimi við tónleiki og sangi. Nevnast kann, at Jens Mortan áður hevur starvast sum urguleikari, og tað sama gera tvey av systkjum hansara eisini í dag – Gudmund Mortensen í Dómkirkjuni og Sólbjørg Símunarson í Argja kirkju.

Og tað er júst hetta sum hann leggur dent á í blaðsamrøðuni:

- Kann gudstænastan við tónleiki, sálmasangi, liturgi og prædiku savna fólk, so at tey kenna ein felagsskap í kirkjurúminum, so eri eg fegin, vísir hann á.

Nevnast kann, at undir hesi gudstænastuni verður eitt nýtt lag, sum Jens Mortan sjálvur hevur gjørt, sungið til trúarjáttanina.

INNIHALD Í LÍVINUM
Gudstænastan í Dómkirkjuni byrjar klokkan 11 ólavsøkudag, eftir at skrúðgongan er komin oman í kirkjuna.

Jens Mortan vil tó ikki siga nakað um, hvat innihaldið í prædikuni er. Men hann nevnir tó eitt, ið vit menniskju eru upptikin av.

- Vit liva í eini tíð, har fólk tosa um innihaldið í lívinum og umrøða lívsvirðini. Fólk fara pílagrímsferðir og hugsa um børnini, skúlan, náttúruvernd og so framvegis.

- Kanska skuldu vit enn meiri tíð og orku uppá hesi viðurskifti, sigur Jens Mortan Mortensen.

Og hann endar samrøðuna við hesum orðum:

- Tíðirnar eru góðar, men tað kann skjótt broytast!

Orð: Snorri Brend
Kelda: Ólavsøkan 2019/Sosialurin