Skriva út

Jákup Erlingsson Petersen byrjar í nýggja embætinum sunnudagin

06.09.2019 Tíðindi


Komandi sunnudag 12.s.e.t., 8. september kl.11.00. skipar Uni Næs, dómpróstur Jákup Erlingsson Petersen í embætið í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi í Hvalvíkar kirkju.

Jákup Erlingsson Petersen varð prestvígdur 21. januar 2018 í dómkirkjuni og hevur síðani virkað sum vikarur m.a. í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi og í Eiðis prestagjaldi.