Skriva út

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

15.01.2021 Tíðindi


Eitt 150 ára minni um vinsæla og væl dámda prestin Gulak Jacobsen

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Føroya Lærarafelag hevði fyrr ársaðalfund í Havn um ólavsøkuleitið. Tá felagið varð 50 ár í 1948 var gudstænasta í Havnar Kirkju, har Gulak Jacobsen prædikaði. Áðrenn hann fór at lesa gudfrøði og gjørdist prestur hevði hann verið fólkaskúlalærari, m.a. í Hesti fyrru helvt av 1890-árunum.
Í prædiku síni í Havnar Kirkju á 50 ára stovningardegi Lærarafelagsins segði Gulak Jacobsen m.a.:

Tað at vera barngóður er ein gáva, sum – Gud havi lov – mong skúlafólk hava fingið. Tað kann henda teim, sum eru framkomin – at tey langt frá heiminum møta einum menniskja, sum í fyrstani tykist ókent, men sum við blíðum andliti heilsar og sigur: »Eg havi gingið í skúla hjá tygum.«
Fyri nøkrum árum síðan kom ein tíggju ára gamal drongur til mín á støðna, tá ið eg skuldi fara til Havnar á ólavsøku, og hann bað meg endiliga bera eina heilsan frá sær til ein lærara, sum – komin um aldursmarkið – tá var fluttur til Havnar. Og drongurin legði rørdur og takksamur aftrat: »Hann var altíð so góður við meg.«
Hann, ið fær eina slíka heilsan – gleðilig fyri hann, sum ber, og gleðilig fyri hann, sum fær – hann følir á vegnum, hvussu sjálvir Guds einglar liggja í oyrunum á honum alla tíðina og siga: »Minnst til, minnst til!« Gud lati framvegis mangar slíkar vakrar heilsanir verða sendar.

Ein slíkan góðan lærara mundu næmingar og foreldur teirra í Hesti halda Gulak Jacobsen vera. Tí tá hann sum próstur árini 1944-46 var eina umsjónarferð í Hesti kom ein av gomlu næmingum hansara, Hans Pauli Høivig í Ólastovu, oman í Fjøru at taka ímóti honum. Teir hálsfevndust og mintust gamlar dagar.

Hesa somu ferðina í Hesti doypti Gulak tvær gentur; móðir mín var gumma at aðrari. Tá pápi gentuna fór til Gulak at skriva navnið og siga hvørji vóru gubbar og gummur, sigur hann seg ikki vita við vissu, hvussu móðir mín æt. Hon varð rópt Tina, og hann visti, at hon var ættað úr Froðba og hevði havt Mortensen sum eftirnavn (nú gift Nybo). »Tað voyt eg,« sigur Gulak, »eg havi doypt hana; hon oytur Elsebeth Christina.« Jú, minni hevði Gulak gott. Hetta var 27 ár eftir, at móðir varð doypt í Tvøroyrar kirkju.

LIÐIN ERU 150 ÁR síðan Gulak Jacobsen varð borin í heim, føddur á Kirkju 15. desember 1870. Hann var ættaður úr húsunum Suðuri í Túni. Faðirin var kongsbóndi og nevndist Jacob Poulsen, móðirin æt Malene Olesdatter, ættað úr Hvannasundi.

Faðir hennara, Ólavur bóndi Inni í Stovu í Hvannasundi, var kendur maður, og roknaði seg at vera sjeynda mann frá Magnusi Heinasyni. Ólavur hevði lisið nógv og var tikin úr leikum sum frásøgumaður.
Jákup og Malena Suðuri í Túni áttu sjey børn, fýra døtur og tríggjar synir; Gulak var yngstur og tað einasta av systkjunum, sum flutti av oynni.

Gulak Jacobsen fór á læraraskúlan í Havn í 1887 og tók prógv í 1890. Eftir próvtøkuna var hann lærari í Kirkjubø, Velbastað, Hesti og Koltri 1891-1892. Annar lærari í Tórshavnar Kommunuskúla var hann 1892-1894.
Á heysti 1894 fer hann til Danmarkar at lesa og tekur studentsprógv á Lyceum í Keypmannahavn 1897 og gudfrøðiprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn 1908.

LESTRARÁRINI Í KEYPMANNAHAVN var ríkt felagslív millum føroyskar studentar. Á vári 1901 komu seks føroyskir studentar, ið lósu á lærda háskúlanum, saman at stovna studentafelag: Gulak Jacobsen, A. C. Evensen, Eliesar Olsen, Jákup Dahl, Ernst Wesenberg Petersen og J. H. O. Djurhuus. Her skal skilast til, at Eliesar Olsen var úr Klaksvík, sonur Jóan Petur Olsen, keypmann á Stongunum, og Ernst Wesenberg Petersen var sonur Fríðrik Petersen, próst. Hinar kenna vit.

Felagið fekk navnið Grani. Ikki er ilt at gita, hvat stovnararnir við hesum navni settu sær sum mál: Eins og Grani Sjúrðar hestur í kvæðunum »bar gullið av heiði«, skuldi felagið við sama navni bera gull – í fluttari merking: mentanarfong – heim til Føroya og føroyingar. Her vórðu stórar ætlanir lagdar og mangar seinni settar í verk av teimum, sum settust á Grana bak.
Lív var í felagnum fram til 1905, tá fleiri av studentunum vóru lidnir við útbúgving sína og fóru heimaftur og fáir studentar komu aftrat. Studentafelagshugsanin varð tó ikki slept; í 1910 varð »Hitt føroyska studentafelagið« sett á stovn. Hesum felag varð lív lagað, og tað er ikki lítið av »gulli«, tað hevur borið av heiði, bæði við beinleiðis persónligum virkisfýsni og við útgávum á mentanargrunni sínum.

Liðugur at lesa í Keypmannahavn tekur Gulak Jacobsen við sum hjálparprestur hjá Fríðriki Petersen í Eysturoyar prestagjaldi. Fríðrikur var próstur og ríkisdagsmaður og var tí nógv burturstaddur í embætisørindum.
Í 1911 tekur Gulak við sum sóknarprestur í Suðuroy. Tá prestagjaldið í 1913 verður skift sundur í tvey, verður Gulak prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Í syðra prestagjaldinum var Axel Fr. Moe prestur. Gulak var prestur í kallinum til 1946.

Í HUNDRAÐ ÁRA MNNISGREIN í Kirkjutíðindum (nr. 1-2, jan.-febr. 1971) sigur Sophus M. Pedersen (1899-1984) frá eini umferð hjá Gulaki ein av fyrstu døgunum eftir at hann hevði tikið við kalli í Suðuroy:

Tá ið Gulak Jacobsen var blivin prestur í Suðuroy, fór hann í hvørja bygd at heilsa upp á fólk. Hann kom eisini til »Kurans helli« og var inni í einum húsi, har fýra ógift systkin búðu; har ímillum ein hábærslig kvinna og ein gamal drongur. Tá ið prestur kom inn, reisti henda hábærsliga kvinna seg , kom eftir gólvinum, bar seg at sum ein drotning og segði: »Vi byder præsten hjertelig velkommen.« Prestur sigur: »Tygum nýta ikki at tosa danskt, tí eg eri føroyingur.« Tá kúlar hin gamli drongurin seg saman við fýrstaðin og sigur: »Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt.«

Sophus M. Pedersen var ættaður úr Sandvík, var lærari á Tvøroyri, í Sumba, Sandvík og í Vági.
Sophus hevði ta eydnu at koma at kenna Gulak Jacobsen frálíka væl, alt frá barnaárum og fram gjøgnum árini sum lærari. Sum formaður í skúlanevndum kom Gulak av og á í skúlarnar at hoyra, hvat næmingarnir dugdu. Hann lýsir Gulak sum ein merkismann, evnaligan bæði til likams og sálar. Bar seg hábærsliga bæði innan og uttan kirkjugátt og messaði frálíka væl. Bjart vit hevði Gulak, var ógvuliga málkønur og tikin úr leikum sum søgumaður.
Tá Jákup Dahl próstur doyði á sumri 1944, tók Gulak Jacobsen við embætinum. Sum umstøðurnar vóru av krígsávum var hetta eitt ynski frá hinum prestunum. Hann var tann elsti teirra millum og var fyribils settur próstur til Jákup Joensen tók við í 1946.

SKALD VAR GULAK JACOBSEN, bert spell, at hann ikki legði meira úr hondum við hesum gávum sínum. Kendur er sangur hansara »Langt burt frá øðrum londum« (pr. »Lesibók fyri eldri børn« 1906). Í »Sálmabók Føroya Kirkju« eru sálmarnir »Ofta tungt er mansins hjarta« (nr. 312) og »Um morguntíð og so á kvøldi síðla« (nr. 448).

Í jólaheftum, m.a. Følv, skrivaði Gulak Jacobsen inngangsgreinir. Í minningarorðum í Følv 1953 minnast ritstjórarnir Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen ta hjartaligu vælvild, Gulak sýndi, tá ið hann varð biðin at hjálpa til. Hóast árini vóru mong, bar hann seg ikki undan. »Ein góðan vin og eitt gott fólk sakna vit her,« siga ritstjórarnir báðir.
Um Gulak Jacobsen sum prest sigur Sophus M. Pedersen:

Tað hevur mangan verið sagt, at hansara prædikur ikki vóru vekjandi, men meira eymar og mjúkar. Væl kann tað vera, men ein legði til merkis, at hann altíð hevði arbeitt sínar prædikur væl, og hvør setningur sat sum stoyptur, og ikki leitaði hann eftir orðunum. Hann prædikað tað reina evangelium, ongantíð fordømandi, men vísandi til, at vit eiga ein faðir á Himli, ið altíð fyrigevur einum angrandi syndara skuldir sínar. At halda gravtalur o.tl. mundi fáur vera hansara líki.
Eg minnist hann sum hin vinsæla og hjartaliga mannin, ið altíð hevði eitt gott og gleðandi orð við brosi í andlitinum til bæði stór og smá.

‒ ‒ ‒

Gulak Jacobsen giftist í 1914 við Mariu Súsonnu Johannesen av Nesi í Eysturoy. Børn teirra vóru: Jákup (ógiftur), búsitandi í Havn (eitt skifti sakførari), Dania Maria (ógift), búsitandi í Keypmannahavn, og Olav, giftur Jóhonnu Midjord úr Sumba, búsitandi í Hvalba.
Tá Gulak Jacobsen doyði 15. februar 1953 skrivaði Niels J. Rasmussen, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi minningarorð í Kirkjutíðindum (nr. 3, mars 1953), sum hann sjálvur ritstjórnaði. Har sigur Rasmussen m.a.:

G. Jacobsen var en Skikkelse helt for sig selv i den færøske Præstestand. Han var helt igennem en Mand af den gamle Skole. Hans Prædikener var altid omhyggeligt bygget op i et sjældent klart og Kyndigt Sprog.
Dertil kom, at han alle Dage var en vennesæl og hjertelig mand. Mange af os husker gode Ord af hans Mund, som gik os saadan til Hjerte, at vi vil huske dem, saa længe vi lever.
Hans Popularitet var saa stor, at man trygt kan sige, at han kendte alle, og alle kendte ham.

Rasmussen nevnir síðan skaldagávurnar og endar minningarorðini við hesum orðum:

Nu er saa hans Afskedsstund kommet, og vi kan om ham med Rette sige, at han baade overfor sit Land og Folk har været en god og trofast Søn og i den fær. Kirke en tro og uforglemmelig Forkynder og Sjælesørger.
Vi har ved hans Død alle mistet en god Ven, som vi aldrig vil glemme.
Tak, kære Gulak Jacobsen, for din lange og tro Tjeneste! Tak for din Kærlighed til vor gamle, færøske Kirke!
Gud glæde din Sjæl i Himmerig!