Skriva út

Í fótafari Frelsarans

19.04.2020 Tíðindi


Eingin spurningur avdúkar lyndi okkara meira enn tann, Jesus setti Pæturi: »Elskar tú meg?« Ein spurningur, ið beinir okkum á røttu leiðina: Við at tæna Kristi ásanna vit, hvussu høgt hann elskaði okkum, tá hann hekk á krossinum. Tá vit lata kærleika Frelsarans bróta niður og byggja upp, eru vit til reiðar at tæna honum

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tá ið teir nú høvdu etið saman, sigur Jesus við Símum Pætur: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Røkta lomb míni!« Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Ver hirði hjá seyði mínum.« Hann sigur við hann á triðja sinni: »Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?« Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: »Ert tú góður við meg?« og hann segði við hann: »Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!« Jesus sigur við hann: »Røkta lomb míni! Sanniliga, sanniliga sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekst, hvar tú vildi; men tá ið tú nú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.« Men hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða, hann skuldi dýrmeta Gud. Og tá ið hann hevði sagt hetta, segði hann við hann: »Fylg mær!«

Jóhs. 21,15-19

Vit eru í fjøruni við hitt vakra Genesaretsvatnið sum í skapi er átøkt einum hjarta ella eini hørpu. Her kann vera silvitni og dýrdarvatn sum onga aðrastaðni, men her kann vatnið eisini øsast upp og vísa hvassar tenn sum var hetta vatn eitt stórhav.

Og sum sjógvurin kann vísa síni ymisku brá, so er samtala Jesu við Pætur bæði eym og eisini pínufull. Ikki tí at tað er pínligt at tala um kærleika, men tí at Jesus tríggjar ferðir mótspyr trífaldu avnoktan Pæturs í forgarði høvuðsprestsins fáar vikur frammanundan.

Men hetta er ein endurloysandi og frígerandi pína. Avnoktan Pæturs leiddi lærisveinin fram at einum krossvegi. Hann kundi her velja avnoktan sína sum eina skuld til Jesus. Allar atgerðir hansara hereftir vóru at rokna sum frádráttur av hesi skuld. Valdi Pætur henda vegin kundi hann gerast ein sera íðin oddamaður í kirkju Krists. Ótti og skuldarkensla kunnu fáa okkum at lata okkum í sjeymílastyvlarnar og taka ódnartøk sum bót fyri mistøk okkara. Men virksemi Pæturs vildi í so máta einans byggja á egnan mátt og egna megi. Tessvegna vildi hann skikka onnur at fylgja fótafari Frelsarans av somu orsøkum sum hann – av ótta og ringari samvitsku.

Hin vegurin, Pæturin kundi velja at ganga, er tann, Jesus vísir honum henda dagin við Genesaretsvatnið. Jesus spyr: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?« Sjálvur hevði Jesus víst, hvussu mikið hann hevði elskað Pætur – við at líða krossdeyðan fyri hann. Sæddur í ljósinum av kærleika Jesu til Pæturs, er kærleiki Pæturs til Jesus sær sjálvum líkur: ófullkomin, týdningarleysur, ikki nevniverdur. Heldur enn at leita eftir teirri haldgóðu grund, sum kann bera upp tænastu Pæturs, tekur Jesus skorðurnar undan. Jesus vil, at gerningar Pæturs skulu vera bornir uppi av tí frælsi og kærleika, sum fylgir í kjalarvørrinum av kærleika Jesu til Pæturs.

Eingin spurningur avdúkar lyndi okkara meira enn tann, Jesus setti Pætur: »Elskar tú meg?« Ein spurningur, ið beinir okkum á røttu leiðina: Við at tæna Kristi ásanna vit, hvussu høgt hann elskaði okkum, tá hann hekk á krossinum. Tá vit lata kærleika Frelsarans bróta niður og byggja upp, eru vit til reiðar at tæna honum.

Jesus kallar á hvønn einstakan og vil hava tey í sítt fylgi. Og tað at fylgja Jesusi er at líta á, at hann gongur undan, vit aftaná. Hann er Harri, vit eru tænarar.

Jesus elskar okkum við sínum inniliga, frelsandi kærleika. Vit mugu tí elska hann afturfyri og fylgja fótafari hansara. Hetta minnir evangeliiteksturin komandi sunnudag – tann fyrsti eftir páskir – okkum á (Jóhs. 21,15-19).

Hvílu og alt gott, ið er,
Jesus yndi við sær ber.
Gævi, sál mín, tú kanst finna
leið tín Jesus rætt at ynna,
rætt at elska, rætt at fá!
Jesus, lat tað verða svá!