Skriva út

Hvannasunds kirkja 70 ár

04.12.2019 Tíðindi


Sunnudagin 17. november 22. s.e.tríeindardag var hátíðardagur í Hvannasundi, tá ið kirkjuliðið hátíðarhelt  70 ára vígsludagin hjá kirkjuni.

Uni Næs, dómpróstur prædikaði og Jóannes Purkhús, sóknarprestur helt talu.

Kirkjan var nærum fullsett við ljómandi sálmasangi  væl stuðlaður av urguni og hornblásarum úr Klaksvíkar Hornorkestri.

Eftir gudstænastuna vórðu øll boðin til døgurða í kirkjuhúsinum. Eitt gott borðhald undir sera góðum umstøðum í kirkjuhúsinum, har fleiri heilsanir vórðu bornar fram og m.a. hugleitt  var um, tá ið kirkjan var bygd og um ta fyrstu tíðina í kirkjusóknini, sí taluna hjá Jóannes Purkhús, sóknarpresti.

Fyrst av øllum fari eg at nýta høvi at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við teimum 70 árunum hjá Hvannasunds kirkju. Fyri eina kirkju eru 70 ár ikki endiliga nakar høgur aldur, tað eru jú fleiri kirkjur her á landi, ið eru munandi eldri, men síðan 1949 hevur kirkjuklokkan ljóðað her í bygdini, og hevur hon kallað fólkið saman um Guðs orð og sakramentir sunnu- og halgidagar, í gleði sum í sorg.

     Tað var  í 1948 at farið varð undir at byggja kirkjuna, og stóð hon liðug í 1949 og varð vígd hin 13. november 1949 av Jákupi Joensen, prósti. Frá gamlari tíð hevði fólkið her í Tronganum leitað sær til Viðareiðis í kirkju, men við tíðini – sum bygdirnar her vuksu – vaks eisini tørvurin á at fáa kirkju bygda her á hesum staði. Og sigast má, at tað munnu vera fáar kirkjur her á landi, ið hava vakrari og stórslignari staðseting enn júst henda, her hon stendur so vøkur við sjóvarmálan. At koma koyrandi hinumegin sundið eitt vakurt og stilt kvøldið, síggja kirkjuna – og nú eisini Kirkjuhúsið – speglast í sjónum er av sonnum ein føgur sjón.

     Higar hevur fólkið leitað sær, tá ið lívið royndist trupult. Tá ið deyðin bankaði á dyrnar og lívsins brotasjógvar raktu tilveruna. Tá ið sjúka, sorg ella deyði møttu okkum á vegnum. Men so eisini tá ið lívið kendist sum ein dansur á rósum. Tá ið lívsgleðin myndaði lívið. Tá ið lívsglað og vøkur brúðarpør komu higar at fáa signing yvir hjúnalagið, í lívd av honum, ið er við okkum allar dagar á lívsleiðini. Tá ið stolt og glað foreldur komu higar at leggja tey smæstu, tað dýrasta tey áttu, í Jesu favn, í hendur hansara, ið hevur alt vald bæði í himni og á jørð. Her verða sálir mettaðar við Harrans borð, og her fáa vit tey sælu boð at hoyra, at vit eru óendaliga elskað av Guði og frá honum fáa fyrigeving fyri allar okkara syndir. At hann er við okkum, fylgir okkum á okkara leiðum og letur okkum fáa lut í síni miskunn og náði.

     Kirkjan fevnir um alt lívið, úr vøggu í grøv, tað gleðiligasta og tað syrgiligasta, ið rakar menniskju á lívsleiðini. Her seta vit orð á lívið, alt sum tað er, í allari sínari breidd, og fyrihalda okkum realistiskt til tilveruna: At vit eru menniskju, har tað stundum gongur við og stundum gongur ímót. Í hesum húsi er tað í lagi ikki at vera fullkomin, og her kunnu vit koma við øllum tí, ið liggur okkum á hjarta. Felags um eina stevnu, ið sigur, at Kristus er hin upprisni Harrin, ið vit líta á og boða.


     Í Sálmi 122 stendur skrivað: “Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.»” Í húsi Harrans fáa vit gleðiboðskapin at hoyra. Gleðiboðini um Jesus Krist, ið kom til jarðar, doyði og reis upp aftur av deyða og grøv páskamorgun. Tað er hesin boðskapur, ið er hjartaslátturin í øllum tí virksemi, ið her fer fram. Tað er eisini hesin boðskapur, ið sum ein eldur fór at breiða seg millum tey fyrstu kristnu: At nú var nakað hent, ið var so gleðiligt og stórt, at boðskapurin um tað mátti út allar staðir, eisini norður til Hvannasunds.

     At vera kirkja í 2019 er á mangan hátt øðrvísi enn at vera kirkja í 1949. Samfelagið er nógv broytt, og sera nógv er hent síðstu áratíggjuni. Framburðurin í samfelagnum hevur verið sera stórur síðstu árini, og vísindin, millum annað læknavísindin, hevur tikið seg sera nógv fram. Vit kunnu nógv meira í dag enn fyrr, men grundleggjandi er menniskjan hin sama, tí enn í dag seta vit somu spurningar: Hvat er meiningin við lívinum? Hvat er rætt, og hvat er skeivt? Hvat er sannleikin? Hví verða vit rakt av sorg, sjúku og deyða? Sjálvt um tíðirnar eru nógv broyttar, stríðast vit enn við hesar grundleggjandi spurningar. Í kirkjuni leggja vit alt hetta og øll okkara viðurskifti í Harrans hendur, ið halda okkum, eisini tá ið vit sjálvi ikki strekkja til. Tíðirnar broytast, samfelagið broytist, umstøðurnar broytast, ja, alt er í støðugar broyting, men boðskapurin um Jesus Krist er hin sami í dag, sum hann var fyri 2000 árum síðan.

     Tað er tí við áræði og treysti, at vit kunnu møta framtíðini, væl vitandi um at verkið er ikki okkara, men Krists. At tað er ikki í okkara egnu kraft ella við okkara egnu megi, ið er so avmarkað, at vit eru kirkja á hesum stað, men at verkið er halgað í Kristusi og verður uppihildið av honum. Ella eins og Jesus segði við Símun Pætur: “Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.” Hesi orð kunnu vit taka til okkara og lata ljóða á hesum 70-ára degi hjá Hvannasunds kirkju: At kirkjan framhaldandi má verða grundað og bygd á klettin, ið heldur, eisini tá ið óveðrið leikar á.

     Í 2016 kom Kirkjuhúsið her í Hvannasundi. Hetta gav nýggjar, góðar møguleikar, og eisini betraði tað munandi um karmarnar. Sum prestur á staðnum er at gleðast um, hvussu nógvar hendur eru við til at bera tað kirkjuliga arbeiðið her í sóknini: sunnudagsskúla, ungdómsarbeiði, sjómanskvinnuring o.s.fr. At her eru fólk, ið eru til reiðar at taka fatt, tá ið tað er neyðugt. Her verður hugsað um tænastu í breiðastu merking, tí allar ymisku tænasturnar hava týdning. Kirkja er ongantíð nakað, ið ein kann verða einsamallur, men tað er nakað, ið vit eru felags um at vera. Tøkk fái øll tit, ið á so ymiskan hátt hava verið vit til at bera kirkjulívið her í sóknini.

     Hvannasunds kirkja er nú 70 ár, men hvør er missiónin og visiónin? Grundleggjandi er missiónin hin sama: At vera ein griðstaður og eitt skjól at leita sær í í øllum meldrinum. At bera fram gleðiboðskapin um Guðs kærleika til okkara í Jesusi Kristi. Ættarliðini koma og fara, nýggjar tíðir møta okkum, men við eygunum fest á Jesus Krist, á verk og kærleika hansara, kunnu vit við treysti møta framtíðini og leggja alt kirkjuligt arbeiði á hesum stað í hendur hansara.
    
Enn einaferð: Hjartaliga til lukku øll somul á 70-ára degnum hjá Hvannasunds kirkju! Amen!

Tala: Jóannes Purkhús, sóknarprestur.