Skriva út

Hoyvíkar kirkja: ÚTFERÐ 30. JUNI

27.06.2019 Tíðindi


Sunnudagin 30. juni skipar Hoyvíkar kirkja fyri útferð fyri øllum kirkjuliðnum í Hoyvík og Kaldbak. Øll eru vælkomin!

Leiðin gongur vestur í Vágar, og bussur koyrir frá Hoyvíkar kirkju kl. 9.45. Ætlanin er at fara til guðstænastu í einari av kirkjunum har vesturi, og eisini verður vitjað eitt nú í Kálvalíð.

Vit eta í Gásadali, og vónandi náa vit eisini ein drekkamunn í einari av hinum bygdunum :-)

Kostnaður kr. 150,- fyri hvønn. Børn upp til 12 ár sleppa ókeypis við.

Tilmelding eftir guðstænastuna sunnudagin 23. juni ella á hoyvikar@kirkja.fo.

Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 27. juni kl. 22.00.