Skriva út

Hjartaliga vælkomin á PODAS fyri øll – Hvalvík, Eiði og Æðuvík

19.09.2020 Tíðindi


Góð, opin og viðkomandi undirvísing á Fólkakirkjunnar læru verður komandi vetur.

Kanska ivast tú og veitst ikki, hvat tú skal trúgva um tað góða og tað ónda, um Jesus og
Heilaga Andan, um Gud og Guds frelsu, um bøn og Guds leiðslu, um Bíbliuna og Guds vilja?
Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir.

PODAS fyri øll er ætlaður øllum frá 14 ára aldri.

HVAR, NÆR, LEIÐSLA og UNDIRVÍSARAR:

Hvalvíkar missiónshús, mánakvøld kl. 17.30-19.00 (frá 19. okt. 2020 til 8. febr. 2021)
Floksleiðari og undirvísari: Jákup E. Petersen, sóknarprestur (tlf. 237319).

Missiónshúsið Karmel á Eiði, týskvøld kl. 19.00-21.00 (frá 20. okt. 2020 til 9. febr. 2021)
Floksleiðari og undirvísari: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur (tlf. 237339). Katrin Højsted, lærari, verður við í leiðsluni.

Æðuvíkar missiónshús, mikukvøld kl. 19.00-21.00 (frá 21. okt. 2020 til 10. febr. 2021)
Floksleiðari: Aslaug Olsen, skúlastjóri (tlf. 282536). Undirvísarar: Prestar, trúboðarar og onnur.

PODAS kann bjóða tær:

  • Kveikjandi íblástur
  • Virðiligt samskifti
  • Lívgandi felagsskap

TILMELDING:
Send teldupost til Ásbjørn Jacobsen, asbjorn@podas.fo (tlf. 597777)
Upplýs fult navn, bústað, føðingardag, fartelefonnr. og teldubrævadressu.

Tilmeldingarfreist: 8. oktober 2020.

LUTTØKUGJALD:
Fyri bøkur o.a. kr. 750 fyri einstaklingar og kr. 1.000 fyri pør.

PODAS Ekklesias er ein fólkakirkjuligur lærusveinaskúli, sum hevur virkað her á landi og í Danmark síðan 2008.

Fylg PODAS: facebook her: