Skriva út

Hjartaliga vælkomin á PODAS fyri øll á netinum – NÝTT tilboð til nær og fjar

20.09.2020 Tíðindi


Seinastu mánaðirnar hava skúlar og onnur havt undirvísing umvegis netið. Og tað hevur rigga væl og er lætt at læra... 😊

Góð, opin og viðkomandi undirvísing á Fólkakirkjunnar læru verður á netinum í vetur.

Kanska ivast tú og veitst ikki, hvat tú skal trúgva um tað góða og tað ónda, um Jesus og Heilaga Andan, um Gud og Guds frelsu, um bøn og Guds leiðslu, um Bíbliuna og Guds vilja?

Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir.

PODAS fyri øll er ætlaður øllum frá 14 ára aldri.

Undirvísingin er í trimum:

  • Fyrilestrar, sum eru tiknir upp frammanundan.
  • Skriftligt samskifti á netinum.
  • Samtala umvegis Zoom.

Dagur og tíð: Samtalurnar verða týsdagar kl. 17.00 – 19.00.

Tíðarskeið: 20. okt. 2020 til 9. febr. 2021.

Floksleiðari og undirvísari: Derhard Jógvansson, sóknarprestur (tlf. 237347).

Hvussu koma í gong við netið: Ring til Derhard, og vil hann vegleiða teg. Tú kanst eisini skriva til hansara á derhard@kirkjan.fo

PODAS kann bjóða tær:

  • Kveikjandi íblástur
  • Virðiligt samskifti
  • Lívgandi felagsskap

TILMELDING:
Send teldupost til Ásbjørn Jacobsen, asbjorn@podas.fo (tlf. 597777).
Upplýs fult navn, bústað, føðingardag, fartelefonnr. og teldubrævadressu.

Tilmeldingarfreist: 8. oktober 2020.

LUTTØKUGJALD:
Fyri bøkur o.a. kr. 750 fyri einstaklingar og kr. 1.000 fyri pør.

PODAS Ekklesias er ein fólkakirkjuligur lærusveinaskúli, sum hevur virkað her á landi og í Danmark síðan 2008.

Fylg PODAS: facebook her: