Skriva út

Hjartaliga vælkomin á PODAS 1 lærusveinaskúli – Leirvík, Sandavágur og Klaksvík

18.09.2020 Tíðindi


Góð, opin og viðkomandi undirvísing á Fólkakirkjunnar læru verður komandi vetur.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni?

Vilt tú kenna ta kristnu læruna, og vilt tú vita um tað kristna lívið, er PODAS 1 nakað fyri teg.

Málið við PODAS 1: At vera Jesu lærusveinur og at taka ábyrgd fyri sær sjálvum.

PODAS 1 lærusveinaskúlin hevur verið boðin út síðan 2008.

  • Ung og eldri hava tikið skúlan
  • Javnt hevur verið millum kvinnur og menn
  • Undirvíst hevur verið í Føroyum og í Danmark.
  • Nøkur 100 hava tikið lut

Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur, og aldursmarkið er frá 17 ára aldri.

HVAR, NÆR og LEIÐSLA:

Leirvíkar missiónshúsi, mánakvøld kl. 19.00-21.00 (frá 19. okt. 2020 til 26. apríl 2021).
Floksleiðarar: Anna Jacobsen (tlf. 590015), Kartin Høgnesen (tlf. 743122) og Ove Heinesen (tlf. 730012).

Meinigheitshúsið Saron í Sandavági, mikukvøld kl. 19.00-21.00 (frá 21. okt. 2020 til 28. apríl 2021).
Floksleiðarar: Helga Nordendal (tlf. 260026), Gunnar K. Nattestad (tlf. 787826) og Ingolf Johannesen (tlf. 285363).

Emmaus í Klaksvík, hóskvøld 19.00-21.00 (frá 22. okt. 2020 til 29. apríl 2021).
Floksleiðarar: Hjalmar Waag Arge (tlf. 503163) og Rói Danielsen (tlf. 263622).

PODAS kann bjóða tær:

  1. Kveikjandi íblástur
  2. Virðiligt samskifti
  3. Lívgandi felagsskap

TILMELDING:
Send teldupost til Ásbjørn Jacobsen, asbjorn@podas.fo (tlf. 597777).
Upplýs fult navn, bústað, føðingardag, fartelefonnr. og teldubrævadressu.

Tilmeldingarfreist: 8. oktober 2020.

LUTTØKUGJALD:
Fyri bøkur o.a. kr. 750 fyri einstaklingar og kr. 1.000 fyri pør.

Fylg PODAS: facebook.com/PODASEkklesias, her: