Skriva út

Hin stóra kirkjuhøllin

03.06.2019 Tíðindi


Tilbiðja Gud kunnu vit allar staðir og allar tíðir. Vit eru von serliga at tilbiðja hann í kirkjuni og aðrastaðni, har sum vit koma saman til gudstænastu. Men vit vita, at »Gud býr ikki í templum, gjørdum av mannahondum«. Tilbiðjan okkara er ikki bundin til stað og tíma. Gud er at hitta bæði úti á havi og uppi á landi, bæði burtur og heima, bæði ljósan dag og dimma nátt. Vit kunnu tilbiðja hann, hvar vit eru stødd

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir  jarðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans. – Ámos 4,13

Stutt síðan boðaðu vit her á heimasíðu fólkakirkjunnar frá, at fyrsta lutherska útigudstænasta í Føroyum varð hildin á Traðahamri á Sandi 2. hvútusunnudag (14. mai) 1894. Jørgen Falk Rønne prestur í Sandoy prædikaði og sálmar vórðu sungnir. Síðan tá eru mangar útigudstænastur hildnar í Føroyum. Seinastu árini hevur verið siður at hava útigudstænastu á Ovaravølli í Gundadali í Havn 2. hvítusunnudag.

Fyribrigdi í náttúruni, ið onkursvegna verða hildin at víkja frá umhvørvinum, kunnu viðhvørt draga sagnir at sær, sum t.d. 625 m høga fjallið Postulakirkja í Ytra Heimara haga á Bjørgum í Vestmanna.

Staðarnøvn, knýtt at gudsdyrkan hava vit ymsastaðni í Føroyum. Fyri kristna tíð t.d. Hósvík, Tórshavn, Velbastaður og Hov, har gudahov mugu haldast hava verið. (Navnliðirnir hós- og tórs- benda á norrøna gudin Tór.) Í kristnari tíð kyrjarheygar, vígdáir, krossstíggjar o.s.fr., sum benda á einhvørja kristna halgigerð. Og í Vestmanna hava vit so hetta fjallið við orðinum ‘-kirkja’ sum seinna navnliði. Hildið verður, at tað hevur samband við keltisku kristmenninar í Føroyum – írsku munkarnar,  ið nevndir vórðu papar, og sum Paparøkur í Vestmannabjørgum og Papurshálsur í nánd av Saksun benda á.

Postulakirkja er sjáldsamt fjall og hevur sjáldsamt navn, í skapi ikki ólíkt kirkju; og kann navnið í styttingarsniði sipa til, at talan er um halgan stað, vígdur ápostlunum (sí ‘postula’). Írsku munkarnir søgdust fjakka sum ápostlarnir tólv í tali. »Guds felagar« (‘kuldaar’) nevndu teir seg.

Vit kunnu um náttúruna siga – við Postulakirkju sum myndbering – at sjálvur skapari hennara býr ikki í templum, ið mannahendur hava bygt. Og hetta minnir m.a. Ámos profetur okkum á so tíðliga sum í áttandu øld fyri okkara tíðarrokning (sí Ámosar bók í Gamla Testamenti).

Ámos er ein av smáu profetunum í Ísrael. Ein seyðamaður, ættaður úr Tekoa sunnan fyri Betlehem, sum livdi á døgum Jeroboams 2. kongs í Ísrael uml. 786-746 f.Kr. Um hetta mundið ráddi vælferð í Ísrael, og væl hevði gingist Jeroboami kongi at vinna á moabittum og aramearum og víðka landamark sítt. Men breiðar herðar skulu til at bera góðar tíðir. Í sigursglæmuni fylgdi ólevnaður og skurðgudadyrkan. Óskilið hevði vundið so nógv upp á seg, at Gud sendi Ámos til fólkið við ávaring um revsing.

Og fallkomnu ættina, Ísrael, letur Ámos vita, hvørjum drotti, hon skal búgva seg til at møta: »Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir  jarðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans.«

Gud í náttúruni

Hóast søga Ísraels óloysiliga er knýtt at templinum og at fólkið fór í halgidómin at finna Gud við ákallan og bøn, so finna vit her hjá Ámosi farran av einari hugmynd um, at Gud er at finna í skaparverki sínum – úti í náttúruni; »gongur yvir jarðarinnar hæddir«. Men her skal havast í huga, at tað er eitt fráfallið fólk, Ámos talar til.

Í andligari uppfatan kenst hesin hugburður aftur hjá nútíðarfólkum, tá talað verður um at hava tilknýti til kirkju ella samkomu. Vit hoyra javnan, at yngra ættarliðið í dag víkir frá hesari gøtuni. Men talan nýtist ikki at vera um líkasælu ella gudloysi, tí hesi fólk verja seg ikki sjáldan við orðunum: »Eg gangi ikki í kirkju, tí eg finni Gud í náttúruni.« Ja, gjørdi ikki eisini Hans Andrias Djurhuus á sín hátt tað, tá hann yrkti »Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi«? Talan er heldur um panteismu – alverulæran, ið bendir á, at Gud er ikki avmarkaður og trongdur innan fyri fýra veggir, men er at finna allar staðir, har tú søkir hann.

Í 1998 gav C. A. Reitzels Forlag út bókina »Naturens lys – Vestens naturfilosofi i højmiddelalder og renæssance 1250-1650« eftir Aksel Haaning, lektara í heimspeki á Roskilde Universitetscenter. Her umrøður høvundurin náttúruheimspekingar frá Roger Bacon (1220-1292) til Giordano Bruno (1548-1600), sum varð brendur á báli í Róm; teir gingu helst eisini í kirkju, men tað var í størri mun í náttúruni, teir leitaðu til Guds og eftir tí guddómliga.

Í fornum átrúnaðum eigur náttúrudyrkanin týðandi lut. Við kristintrúnni hvarv so líðandi tann náttúrudyrkan, sum eyðkendi undankristna átrúnaðin. »Tann mikli Pan er deyður,« segði grikski heimspekingurin Plutarch (uml. 45-120). Forngrikski hirða- og skógargudurin Pan var hálvt menniskjað og hálvt dýr, sonur Hermesar og eina dís (kvinnuligan guddóm). Í inngangi sínum endurgevur Haaning brot úr yrkingini »Pan« í savninum »Jord« (1904) eftir danska skaldið Thøger Larsen:

af Muld, over Muld, i Muld – –
    jeg aner en Gud, et evigt Jeg,
    der har Nerver i Klodernes Indre
    og i Slægternes Marv,
    og hvis Evner fra Solene tindre,
    og hvis Væsen er Væsnernes Tarv

Ein hóskandi byrjan til djúptøknu umrøðuna av náttúruheimspekini í teirri setandi miðaldarsólini og rísandi rennessansusólini.

Hesir náttúruheimspekingar vóru í roynd ikki vísindamenn í nútíðarmerking; teir grundaðu og hugsaðu djúpt meira enn teir granskaðu og avrikaðu. Men tað var náttúran, ið vakti teirra eldhuga – og serstakliga náttúran sum spegilsmynd av skaparveldi Guds. Og hetta var orsøkin til ósemjuna við kristnu skapanarlæruna – ein ósemja, sum við Giordano Bruno mentist til satt vápnabrak. Kristna skapanarlæran segði, at Gud hevði skapað jørðina og náttúruna, men sjálvar vóru tær ikki guddómligar.

Ein týðandi leiðregla hjá náttúruheimspekingunum var henda: at kenna og skilja innastu loynidómar náttúrunnar er samstundis at játta trúnna á hitt hægra valdið. Náttúruna viðurkendu teir ikki bert við at leita út í hana, men eisini við at leita inn í seg sjálvan, sína egnu tilvitsku. »Hetta er ein og sami vegur, har náttúran stígur niður og skapar allar lutir og mannavitið stígur upp og ásannar teir,« skrivaði Giordano Bruno.

Tá Bruno á torginum Campo de 'Fiori í Rom varð brendur á báli í 1600 meðan munkarnir sungu »Te deum«, tænti pávakirkjan ikki – sum hon annars helt seg gera – sannleikans søk, men bronglaði hana. Tann sanna virðingin fyri sannleikanum er andlit til andlits at tola mótmæli. Og okkum lærir kristintrúgvin, at sannleikin læt seg krossfesta.

Annars manar Aksel Haaning við bókini »Naturens lys« niður í jørðina seiglívaða páhaldið um, at tað var vísindi ímóti trúgv, talan var um í rættargongdini móti Bruno. Hann varð ikki avrættaður sum vísindamaður, men sum trúarvillingur. Talan var serstakliga um áskoðan hansara á skapanina og heilagu tríeindina.

Høvuðsverkið hjá Bruno er »De la causa, principio et uno« (1584).

Tveir føroyskir panteistar

Í nýggjari tíð eru setningar úr gomlu, keltisku kirkjuni umsettir til dagsins veruleika. Á smáoyggjum og útskerjum kring strendur Írlands eru toftir av halgidómum har gudsmenn hava leitað til Harrans í ákallan og bøn. Og úr ymsum heraðshornum eru søgur um einbýlismenn, sum úti á villini heiði og oyðimørk hava átt sín halgidóm.

Tað er átrúnaðarliga djúphugsanin, ella meditatiónin, ið mong hava tikið til sín, og við bøn og tænastu stuðla og hjálpa hvørjum øðrum. Náttúran var inspiratiónskelda hjá keltisku papunum (munkunum), sum eitt nú leitaðu sær til Føroya um ár 700 ella fyrr. Teir kendu í náttúruni nærveru Guds. Tí leitaðu teir burtur í einsemi at meditera.

Og panteismu, ella læruna um, at Gud er í øllum, hava vit dømi um í føroyskum skaldskapi – og politikki við.

»Jógvan á Mýrini – klokkarin í bygdini – gletti á tonn. Hann skuldi fara at ringja fyrstu ferð – sunnumorgun var. Dugir tú ikki triðjaboð? spurdi klokkarin Hans Andrias, tá ið teir møttust henda sunnumorgun. Hans Andrias fór út í hagan.«

Vit eru stødd í Sandavági, og tað er Jógvan við Ánna, ið hetta nevnir í minningarorðum um Hans Andrias Djurhuus í Skúlablaðnum 1951. Hans Andrias var lærari har í bygdini 1909-16.

Men í dagsins einsemi hevði Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) longu svarið klárt til klokkaran í Sandavági. Í 1908 tekur hann í yrkingini »Hagin og kirkjan« soleiðis til:

Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi,
meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi;
kennir tú meg rætt, so veitst tú væl at eg
má leita mær burtur hagar, himinin er høgur,
hagar lotið og fuglurin eitt várkvæði kvøður;
tí er hagin nógv betri enn kirkjan fyri meg.

Yrkingin er prentað í Tingakrossi 19. mai 1909 og síðan í Songbók Føroya Fólks.

Ístaðin fyri at sita í kirkjuni og bína, so skulu bæði klokkarin og øll onnur vita, at skaldið, lærarin og panteisturin Hans Andrias leitar sær burtur hagar, himinin er høgur; hagar lotið og fuglurin kvøða sítt várkvæði. Og nú er tað, vit við Hans Andriasi verða leidd fram at sjálvari frumkelduni til tað, sum her frammanundan er nevnt:

Tú veitst væl, at Harrin, sum valdar øllum londum,
býr ei í templum bygdum av menniskjahondum,
hann nýtir ei, at menniskjan biður honum bøn.
Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda,
tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa.
Tí fari eg til fjals, tá ið mørkin gerst grøn.

Hans Andrias Djurhuus yrkti mangar yndisligar náttúrusangir til vaksin og børn. Jógvan við Ánna sigur í nevndu minningarorðum, at tað var sum øll náttúran fylgdi við Hans Andriasi inn í skúlan, tí snimma – áðrenn fyrsta tíma – hevði hann longu verið gongutúr á fjøllunum í góðveðrinum.

Føroyska kirkjumálið og orðaskiftið um tað í Løgtinginum er ikki uttan týdning í hesum føri. Í 1920- og 1930-árunum er tað til viðgerðar. Í 1930-árunum vórðu føroysku ritualini góðkend, ein lestrabók komin út og Nýggja Testamenti komið út í heftum og síðan í heild og góðkent av kongi í 1937.

Loyvt varð at prædika á føroyskum, men hvussu nógv føroyskt ljóðaði í gudstænastuni, avmarkaði seg sjálvt, tí tað vóru bert tveir prestar, sum talaðu føroyskt, Jákup Dahl og Gulak Jacobsen. Teir prædikaðu bæði á føroyskum og donskum um hetta mundið.
Vit hava so mangan hoyrt, hvat sambandsmenn og sjálvstýrismenn søgdu um føroyskt og danskt, og her er einki nýtt undir sólini. Meira spennandi er, hvørja støðu javnaðarmenn hava. Og í hesum viðfangi er serstakliga áhugaverd støðan hjá tí eina javnaðartingmanninum, Tróndi Hansen í Havn, valdur á ting í Suðurstreymoy 1936. Hann segði seg ikki vera serliga kirkjuliga sinnaðan:

»Mín kirkja er náttúran. Eg kann finna Várharra í einum grasstrái og í fuglasonginum. Men skuldi eg farið at takka, hevði tað ikki verið á donskum.«

Hann helt tað tí vera ónatúrligt, at Guds orð varð boðað á einum máli, sum ikki var móðurmálið.

Trónd Hansen (1881-1939) varð í Havn nevndur Tróndur hjá Gustu. Hann var urtagarðsmaður, búði í Gundadali og hevði blómuhandil.

Ávarpandi reglan

»Við trúgv fata vit, at heimurin er skipaður við Guds orði, so at tað, sum sæst, ikki er vorðið til av tí, sum er til sjóndar.« (Hebr. 11,3). Í hesum orðum er sagt greitt og í stuttum, hvat tað merkir, at Gud er skaparin.

Tilbiðja Gud kunnu vit allar staðir og allar tíðir. Vit eru von serliga at tilbiðja hann í kirkju og samkomuhúsum og aðrar staðir, har vit koma saman at halda gudstænastu. Men sum áður sagt: Gud býr ikki í templum, gjørdum av mannahondum. Tilbiðjan okkara er ikki bundin til stað og tíma. Gud hitta vit bæði úti á havi og uppi á landi, bæði burtur og heima, bæði ljósan dag og dimma nátt. Vit kunnu tilbiðja hann, hvar vit so eru stødd.

Eins og hin 2. hvítusunnudagin á Traðahamri fyri 125 árum síðan, tá Jørgen Falk Rønne prædikaði fyri stórari mannfjøld úr ymsum bygdum, eru vit enn á døgum uppi millum fjalla stødd í stórari kirkju, har høgt er til loft og vítt til veggja. Í Guds stóru, undurføgru náttúru, undir høgum, bláum lofti.

Á slíkum staði kunnu vit tilbiðja Gud, og í tilbiðjan okkara eigur eisini at vera borin fram ein tøkk og ein lovsongur til Guds, sum hevur givið okkum hesar vøkru oyggjar til bústað.

Í gomlum døgum var siður her á landi, at um onkur av einhvørji grund fór at ferðast ein sunnudag, so royndu tey at leggja ferðina soleiðis til rættis, at annaðhvørt fóru tey ikki avstað fyrr enn aftan á kirkjutíð, so at tey kundu fara í kirkju til gudstænastu fyrst, ella varð so tíðliga farið avstað, at tey kundu lukkast at sleppa í kirkju í teirri bygdini, ið tey fóru til.

Í hesum, sum í so mongum øðrum viðurskiftum, er so nógv broytt her á landi. Nú verða sunnudagar vanliga nýttir til útferðir. Og tað er ikki so nógv at siga til. Útferðir kunnu vera góðar og gagnligar til likams og sálar. Men ofta verður farið avstað beint undir kirkjutíð.

Yvirhøvur er ofta alt summarið ígjøgnum ein togan millum kirkjuna og náttúruna. Men soleiðis eigur ikki at vera. Halgidómur og náttúra eiga ikki at verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, tí at tað er hin sami Gud og Harri, sum eigur bæði og ræður báðar staðir.

Ávarpandi reglan eigur tí at vera, at vit møta báðum í anda og sannleika.

MYND

Bergur Debes Joensen prædikar á Ovaravølli í Gundadali á hvítusunnu.