Skriva út

Hevur tú takkað tínari skjúrtu?

18.02.2019 Tíðindi


Tá okkara forfedrar enn vóru í Afrika og har um leiðir, tá høvdu teir alskyns vandar at verja seg fyri og ímóti. Villdjór og slangur og lítið og onki kundi fyribyrgjast, so allir sansar vóru skerpaðir allan sólarkringin.

Og stórar fólkaflytingar hava verið í mong, mong ár, og ættarbólkar eru fluttir frá einum heimsparti í annan.

”Frægir funnu Føroya land” og vit hava hoyrt um munkar og Dicuil og Grím Kamban og djarvar víkingar, sum hava reist tjøld her á okkara oyggjum.

Vit hava langa søgu um vánalig og trong kor, um fólk, sum vóru púrasta treytað av hvørjum øðrum, og sum løgdu alt í Guðs hendur.

Í dag hava tól og maskinur og skip og hentleikar lætt um, bæði heima og úti á arbeiðsplássum. Vit hava tíð nú til onnur endamál enn bara at skaffa til dagin og vegin.

Vit skulu ikki bara yvirliva, men liva!

Vit eru farin í hernað og vinna á sjúkum, sum fyrr feldi menniskju til jarðar. Vit koyra við trygdarbelti, eru tryggjað móti bæði at missa kuffert til høgra arm, húsini eru bjálvað og, rýmingarleiðir eru, heilsuváttanir og læknakanningar.

Spæla Gekk og fara til Gran Canaria og fáa ”cement mikro baðiverilsi”.

Vit liva í friðartíð og taka ikki brókatøk við idealismu ella roysni, men lata okkum ávirka av ”influensarum” á netinum, tey sum ávirka okkara lív og siga, hvussu tú skalt liva og gera í tínum degi.

Tá eg var barn, so var eitt stell til gerandis og eitt til sunnudagar og hátíðir. Vit fóru eisini í ”sunnudagsfrakka”, tá vit skuldu vera pyntað, og soleiðis markeraðu vit skiftið frá einum yrkadegi til ein sunnudag. Klædnaskápini vóru ikki á tremur, har var ikki ein rúgva av troyggjum ella buksum. Skipstroyggja, cowboybuksur, t-shirt, tuflur og feittstift – mín sál, hvat vildi tú meira?

Men – menniskjan vil meira, og fleiri okkara siga seg missa tamarhaldið á degnum og øllum klæðunum og tingunum, sum vit hava. Vit hava alskyns av eskjum og plastikkíløtum, sum vit sortera okkara lív niður í og systematisera og vita júst, hvar alt er og hava kontrol á øllum. Onki má ella kann koma óvart á okkum.

Onkur dugir at fáa skil á kjólum og bókum, meðan onnur ikki duga, og tað er ein trupulleiki.

Seinasta rákið er japansk kvinna, sum lærir menniskjuna at rudda. Um tú heldur á einari skjúrtu hjá tær, og tú onki ”følir”, sig so farvæl við hana og takka henni fyri tíðina, hon hekk á tínum herðum. Sama skalt tú gera við tínar bøkur, vasar ella koppar.

”Følir” tú nakað? Um ikki, so er tíðin komin at siga farvæl og seta vasan í frælsi til onnur at elska.
Japanska kvinnan Kondo sigur, at tú soleiðis fært eitt betri lív; tað, at tú kanst hyggja í tína skuffu og síggja, hvussu skilagott og vakurt tú hevur lagt troyggjur og hosur.

So antin enda vit í hvíttmálaðari stovu, som er so tóm, sum hjá tannlæknanum, har alt hevur sítt pláss ella enda vit í totalum kaos, har skáp og skuffur rópa eftir mær: ”Rudda, kona, rudda, so tú fært frið í sálina!”

Eru vit sum tongul í brimi í dag?

Eitt annað rák, sum er nú, er, at um tú flytir úr einum landi til annað ella einum býi til annan í Danmark og hevur foreldur ella maka í urnu á kirkjugarði, so kanst tú søkja um at fáa tey grivin uppaftur.

Burtur er alt við ”hvíl í friði”, tí á okkara ferð gjøgnum lívið má eg hava tey við mær. Og soleiðis ávirkar okkara óróliga tíð eisini tey, sum undan eru farin.

Tey fara nú at vera løgd til hvíldar fleiri ferðir.

Vit liva í eini tíð, har alt og øll eru ”tingsliggjørd” ”ella lutliggjørd”. Har allir lutir, sum vit savna, siga hvørji vit eru. Alt frá telefon, bili og húsum.

Men hvør ert tú, menniskja, hvat hugsar tú? Hvat ber tú inni við tær sjálvari?

Tí alt, sum vit megna at savna okkum og sortera í eksjur, ferst, meðan tankar, kossur, vinalig orð, løtur og minni hava sítt lív.

Sannast mugu orðini hjá Ibsen, gamla, sum segði, - ”at evigt ejes kun det tabte.”