Skriva út

Hevur nakar skuldina?

21.03.2020 Tíðindi


Flestu menniskjum dáma best og trívast best, tá dagur dettur av degi og alt er vanligt.

Tá nakað hendir, sum vit ikki varnaðust fór at henda, ella nakað brádliga tekur okkum av fótum, so fara vit at spyrja: ”Hví hendi hetta? Hvat havi eg gjørt? Hví skuldi hetta ráma meg? Hvør hevur skuldina?”

Tað liggur í okkara DNA at fáa kosmos aftur í kaos. Ymiskt er, hvussu hevur verið gjørt gjøgnum tíðirnar. Í onkrum mentanum hevur mann, fyri at kyrra gudarnar, kastað menniskju niður í gløðandi gosop, onnur eru vorðin tveitt út í mosa, kvinnur eru brendar á báli, børn verða skírd heksabørn, um okkurt gongur galið í bygdini. Langa og ræðuliga søgan hjá jødum og teimum littu? Tey samkyndu, tey sum bóru brek, tey sum vórðu hildin at vera øðrvísi, sum vórðu skírd ikki at vera ”normal”.

Og happing bæði av børnum og vaksnum? Hvussu við tí? Vit happa og niðra hann ella hana, har viðgongd er. Vit yppa øksl og smírast so beiskliga, um illa vil til : ”Ja, hvat segði eg, sum mann reiðir, so liggur mann.”

Danir siga at ”næst efter egen succes er andres fiasko det bedste”. Soleiðis royna vit, hvør í sínum lagi at marka henda og handan.

Og tá vit halda, at nú havi eg funnið orsøkina, so taki eg tað róligt aftur, tí nú havi eg tamarhald á tí ringa og ónda, onkursvegna.

Vit leita eftir onkrum, sum kann taka skuldina og fáa hana burtur, so vit aftur kunnu draga andan lættari.

Í Bíbliuni lesa vit, hvussu mann eina ferð um árið ”á sáttardegnum” tók ein geitarbukk, helt fast um hornini og las niður yvir hann allar syndir fólksins í árinum sum var farið. Síðani var geitarbukkurin sendur avstað langt inn í oyðimørkina fyri ongantíð at koma aftur. Sjálvur  syndabukkurin var ”ósekur” men fólkið sissaðist, tá mann hevði lagt alla skuld frá sær yvir á onkran annan. Og soleiðis fingu vit hugtakið ein syndabukkur.

Tá Tsunami, sóttir ella aðrar sorgarsøgur henda, so fara vit aftaná at hava spurt hví, hvør og svarið vit finna, ikki er nøktandi, so má tað vera Guð? Tá nakað syrgiligt hendir, so fer mann eftir Guði og spyr hví?

Um eg vann 50 milliónir ella fekk mítt ynskistarv, so hevði eg ikki spurt :” Guð, hví skal hetta henda mær?”

Ikki mann Guð vera ein despotiskur gud, sum snarar heimskúluni og eygleiðir neyðars mannabørnini fyri at vita, hvar hann kann ráma tey svárast.

Hann blásti lívsandan í menniskjað, gav tí frían velja at meta um og velja hetta ella hitt, at gera tað góða ella tað illa. Vit fingu medvit og eru tí ikki mekaniskar dukkur. Og tað gevur okkum menniskjum ábyrgd og etiskar skyldur.  Men hvussu gott duga vit tað?

Náttúran rundanum okkum er livandi og tað at vit hava eyðrænt og pínt og plágað og høgt skógir niður, dálkað og tveitt burtur, skotið niður djór og dálkað himmal og hav, fær náttúruna at suffa nú og vit kenna sviðan av okkara grammleika og ovurnýtslu. At tálma er ikki sterkasti eginleikin hjá okkum menniskjum.

Orðið krisa merkir dómur og tá ein krisa hevur verið, so tekur mann samanum og okkum líkt ”evaulerar”, so hvat kunnu vit læra av hesum ”sóttarhalds døgum”?

Vit eru í miðføstu og ongi ljóð eru at hoyra í samfelagnum, alt er kvirt, vit hoyra fuglarnar, annars tøgn. Okkara egnu tankar troðka seg fram og til ber, meðan deiggið gongur ella eg máli stovuvegg ella bara siti og stari, at eg verði var við…?

Ja, hvat?

Um nakað, so eru hesir dagar ein tíð, har vit eru tikin til viks og nullstillað ! Skerd og burturi frá vinum og starvsfeløgum og menniskjum, sum vit elska, eru vit einsamøll við okkum sjálvum. Tað mann vera essensurin í mindfulness!

Ikki er tað givið okkum í hendur at meta um, hvat Guð hugsar og ætlar, men í hesum døgum, eru ongi framíhjárættindi hvørki hjá tær ella mær ella geva okkum møguleika til nakað sum helst. Ongin munur er á okkum.

Vit fáa boð at akta, tí lívið stendur við tí ! Øll eru vit ber og avsprittaði, hvør í sínum báti og royna at andøva. Vit eru bara menniskju, sum óttast, ivast, himprast og vóna, tí einaferð lýsir í aftur!

Í hesu døgum daga eisini menniskju undan, sum eru menniskjanslig í orðsins rætta týdningi, ósjálvsøkin og góðviljaði. Vit síggja dagliga, hvørjum famúr samfelagi vit liva í og hvussu ofta gáa vit um tað?

Og ongantíð áður, havi eg so sannað orðini hjá Løgstrup ” at vit hvønn dag hava lívið hjá einum øðrum í okkara hondum ”.