Skriva út

Hátíðarløta í Eiðis kirkju

13.04.2021 Tíðindi


Pálmasunnudag, høvdu vit eina góða og hátíðarliga løtu í Eiðis kirkju. Tað var familjugudstænasta, og sunnudagsskúlabørnini sungu nakrar vakrar sangir fyri okkum. Og so var gudstænastan eisini hátíðarlig, tí at vit henda dagin markeraðu, at klokkan, sum hekk í gomlu kirkjuni, nú er komin upp at hanga í Eiðis kirkju. Í hesum samanhangi varð lisið nakað upp, ið Janus Mohr hevur skrivað viðvíkjandi hesi gomlu og áhugaverdu klokkuni.

Hetta er tað, sum Janus Mohr inntil víðari hevur funnið fram til, og er tað endurgivið her:

Miðskeiðis í seytjandu øld sendu Eiðismenn eina kirkjuklokku, ella rættari sagt: brotstykkini av einari niðurdotnari kirkjuklokku til umstoypingar í Hollandi.

Klokkan varð send við einum loyndarhandilsskipi og kom aftur nakað seinni við áskriftini Gerhard Koster mi fecit Amsterdam Anno 1662.

Hvussu klokkan kom aftur til Føroya – beinleiðis úr Hollandi ella um Danmark, er óvist.

Ein onnur kirkjuklokka í Føroyum er stoypt í Hollandi nakað seinni í 17. øld – í 1684, til Nes kirkju.

Klokkustoyparin kann vera tann sami, sum umstoypti Eiðisklokkuna, tí í bókini “kirkeklokker i Danmark” síggja vit, at í tíðarskeiðinum frá 1678 til 1692 hevur ein við átøkum navni: Ahasverus Koster van der Hart, stoypt átta kirkjuklokkur til Danmarkar.

Í “Antiquariske Annaler” 1820 síggja vit í bókini “Úr Eiðis søgu” hjá Óla Egilstrøð, at í Eiðis kirkju hongur “en god Klokke, som hvor liden den er, dog er den bedste paa hele Østerø og maaske paa hele Færøer.”

Henda, helst sama klokka, er aftur í 1876 umstoypt fyri kr. 143,91, og í árinum 1884 hongur hon í Kaldbaks kirkju, síggja vit í bókini hjá Óla Egilstrøð.
Kanska kunnu vit loyva okkum at gita, at tá nýggj kirkja varð vígd á Eiði, hevði hon fingið nýggja klokku, sum Frímúrarar í Keypmannahavn góvu, og tí er klokkan í gomlu kirkju latin til Kaldbaks.

Gátan um, hvussu, nær og við hvørjum treytum klokkan er komin til Kaldbaks, um hon er givin ella seld, er ikki rádd enn, men vit fara at ynskja henni væl aftur komnari til Eiðis eftir uml. 140 ár í útlegd.

Orð: Jonhard Jógvansson & Janus Mohr.