Skriva út

Hann sá til tey lítisverdu

24.03.2020 Tíðindi


Mariumessa – ella boðanardagur Mariu – er eitt andarhald í fyrireiking føstunnar til páskahøgtíðina. Nú eru níggju mánaðir til jóla, tá vit minnast føðing Jesu. Men vit eiga at minnast til, at eingilin Gabriel við boðan síni til Mariu um, at hon skuldi føða heimsins frelsara, eisini gjørdi greitt, at Harrin við hesum lyfti hevði sæð til tey lítisverdu og lyft tey høgt

Pól á Kletti

poulkletti@hotmail.com

Og Maria segði: »Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt at lítisvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítisverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!« Men Maria dvøldist hjá Elisabet um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín.

Luk. 46-56

Vit hava nú mariumessu, 25. mars, eisini nevnd mariumessa um várið av tí at vit eisini hava eina um heystið (í september), nevnd mariumessa síðara. Mariumessa um várið verður hildin til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim.

Og orðini omanfyri úr Lukasar evangeliinum nevna vit »Lovsong Mariu«, eisini nevndur »Magnificat«, sum kemur av fyrstu orðunum í honum: at seta hátt. Maria setir ikki seg sjálva hátt, men sál hennara setir Harran hátt fyri tað stórverk, hann hevur útint.

Mariumessa – ella boðanardagur Mariu – er eitt andarhald í fyrireiking føstunnar til páskahøgtíðina, sum bæði hevur ein sorgardám við krossfesting og deyða og ein uppreisnar fagnaðardám. Og nú eru níggju mánaðir til jóla, tá vit minnast føðing Jesu. Stutt skifti verður føstunnar bláreyði litur skiftur um við jesusfagnaðar hvíta lit. Og í roynd var tað við gitnaðinum, at sonur Guds gjørdist menniskja.

Samstundis er boðanin til Mariu í samljóði við føstudagarnar, tí teir enda við deyða Jesu á krossinum. Í vanæru hekk himinsins kongssonur á einum krossi og tók líðingina fyri heimsins synd á seg. Harrin læt einborna son sín doyggja til tess at reisa tey lítisverdu og smáu upp til sælu himinsins.

Tað er ymist, hvussu kristin fólk halda føstu. Í gomlum døgum ótu tey ikki kjøt og løgdu niður alt verðsligt sinni. Men tey, sum enn halda føstuna í orðsins sonnu merking vita, at svongdin nívir. Og føstan prógvar, at Gud mettar okkum við góðu gávum sínum.

Í fyrstuni gevur tú føstuni gætur á tann hátt, at tú hevur trupult við av savna tankarnar um alt vanligt arbeiði og eisini fastar vanar sum t.d. bønarhald. Harnæst kann føstan gera teg varugan við, hvussu nær tengdur tú í roynd er tengdur at Gudi. Sálini leingist eftir Honum á sama hátt sum magin svangist eftir mati.

Vit menniskju liva í einum heimi, sum dyrkar mátt og megi. Tí, sum bragdliga stígur og í treysti og stórlæti hevjar seg hátt. Fostur verða tikin úr móðurlívi um læknakanningar vísa á t.d. »down-syndrom« – tað er at siga, at barnið fer at bera brek, verður tað sett í henda heim. Vit tilbiðja tey, sum fremja stórbrøgd innan ítrótt og list. Men tá Gud vildi frelsa heimin, valdi hann eina kvinnu, sum í eygum fólksins var lítisverd. Við at lata Mariu moy føða heimsins frelsara vildi Gud vísa, at frelsan ikki skyldast mannaættini, men almátti Guds eina. Vit hava einki at erpa okkum av. Æran er Guds aleina.

Tí valdi Gud tænastukvinnu sína úr Ísrael. Eini lítlari tjóð við forfaðiri, sum gjørdist pápi á gamalsaldri – einum aldri, tá menn og kvinnur gerast abbar og ommur, langabbar og langommur; ja, oldurabbar og oldurommur við.

At gerast móðir at soni sínum valdi Gud ein lítið eftiransaðan tannáring. Og sum sínar tænarar og lærusveinar velur hann í dag menniskju, ið eru sannførd um, at Honum kunnu tey ikki vera leys av.

Mín sál, Guðs lov tú syngi
sum fuglafjøld í grønu líð,
hann náð tær hevur fingið,
hans navn’ man hjartað gleðast í;
í øllum vanda gav hann bót
og týndi synda rót,
hann teg at hjarta dregur,
tí banasár er grøtt,
hjá sær tær hvíld hann gevur,
so aldurs tyngd er løtt,
títt lív í hond hann hevur,
og øll hans ráðagerð er røtt.