Skriva út

Halló, meiningin?

17.01.2019 Tíðindi


Tí meining má vera í tí heila? Ella?

Fyrr, tá mamma, omma, pápi og abbi vóru ung, so varð mann forelskaður. Altso forelskaður, ikki bara hetta:
”vit tosa gott saman”
”hava góða kemi”
”vit fáa at síggja, hvat eg fái burturúr”!

Nei, mann varð forelskaður, og tað var hildið loyniligt leingi – ikki sum í dag, har allar myndir av øllum eru allastaðni á netinum, bæði við og uttan klæðum. Í dag havi eg ein sjeik, til eg fái ein annan. Eg havi eisini ein køk, til eg fái ein annan, og ein bil til eg fái ultimativa fýrahjólstrekkjaran fyri 800.000 kr. Eg fari við øllum til Mallorca, til vit einaferð fara til Maldivurnar ella til Australia…

Ná, men aftur til mammu og tey… Tey vóru trúlovaði, sótu ytst í góðu stovu og tosaði høfligt við komandi verforeldur og varð máldur og vigaður. Tey vóru gift við myrtum í slørinum, og onkuntíð, ella ofta, so fingu kvinnur tá børn, tá tær høvdu verið við uppávegin í bara 6 mánaðar, men tað var so tað.

Gentur høvdu lært at seyma rullipylsu, brodera navn í seingjarklæði, knoða breyð og taka slakt upp. Mann var ein góð kona, ein røsk kona. Maðurin var kanska rættur innløgumaður, úti á havinum, burtur í haga. Hann hevði mappu og kamb í reyvalummanum… og var nøkur meining?
Spurdu tey eftir meining? Vóru tey glað og nøgd við ”at nú hava vit aftur fingið ein dag”?
Kanska ? Høvdu tey nakað alternativ?

Var alt berar fasadur ? Nú varð mann har, mann var var og ongin útvegur fanst ?

Sunnudagar vóru stillir, friðarligir, hvíludagur. Tey fóru í sunnudagsklæðir, tóku slitnu sálmabókina av hyllini og so í kirkju, lurtaði, hvat prestur hevði at siga og sang við uppá aldargomlu sálmarnar.

Onki við at børnini ikki kundu sita ein tíma á beinkinum og máttu undirhaldast ella sita og lita pappír í kjallaranum undir prædikuni.
Jesus orð um at ”lata smábørnini koma til mín” er í dag broytt til ”latið smábørnini fara í kjallaran”…

Tá vóru ongi krøv um, at prestur ella kirkjuráð, skuldu upphugsa nakað nýtt, at prestur skuldi gera hæddarlop ella fara í spagat eftir kirkjugólvinum - og so fór mann heim og át øðrvísi mat, sós og fekk omaná. Og keddi seg ein langan sunnudag, sum serfrøðingar í dag siga vera gott og sunt !

Gav tað meining? Vóru tey mitt í meiningini?

Kirkja og prestur fylgdu tær gjøgnum alt lívið, gjøgnum alt, sum var gott og gleðiligt og alt, sum var syrgiligt. Kirkjan hevði stóru orðini og vøkru rammurnar og legði sínar fjálgu armar rundanum síni sóknarbørn.

Nýggjar tíðir, nýggir siðir og alt er broytt.
Nú verða vit ikki gift við tí einasta eina, men eg eri tann einasta, til eg finni ein annan. Silvurbrúdleyp og gullbrúdleyp fara at hvørva, og orð sum einkja og einkjumaður fara at hvørva, tí hvør heldur út at verða gift ella giftur alt lívið.

Eg má mennast, broytast og ”what’s in it for me”… Tað kollektiva hvørvur og einstaklingurin dagar undan. Romantikkurin og ørskan eru eitt sindur horvin, og vit eru ”áh, so skilagóð” og seta alt upp í excel ørk, nakað fyri nakað.

Vit selja okkara hús, tá vit eru miðskeiðis í lívinum, og keypa lítla skilagóða íbúð við ongum gáttum, so møguligur koyristólur fær koyrt og handtøk í baðiverilsinum, so eg ikki snávi. Onkur heldur tað vera ábyrgarfult ,onnur halda tað júst øvugta.

Vit liva í eini tíð, har vit taka myndir av okkara morgunmati og siga við alla verðina:
”Eg eti sunt og gott, og nú fari eg at renna.” Og so aftaná túrin at kanna eftir, hvussu nógv hava ”leikað” meg.
Skuldi Jesus gjørt breyðundrið í dag, so høvdu fólk farið og sagt:
”Túve, Jesus, er hatta sólkjarnubreyð? Eg toli ikki gluten. Hevur tú ikki fleiri sløg?”

Og nú shoppa vit runt í eini kirkju fyri og aðrari eftir, har størsta undirhaldsvirði er,
út og inn úr sambondum, úr felagsskapum, tí eg verði lætt stoytt og indignerað, av og á ymisk arbeiðspláss, tí hvør verður verandi sama stað eitt heilt lív? Tað er jú galematias!

Henrik Old segði, at fyrr stikaði mann seyðin inni, nú stikar mann børnini inni! Og seyður, ja? Hann er vandamikil at eta, so føroyskur hjartalækni sigur ”renn aftaná seyðinum, men tú skalt ikki eta hann. Tú skalt eta tað, sum seyðurin etur, nemliga gras”.

Í húsum fyrr hekk mynd uppi yvir hurðini við tekstinum ”Harrin signi heimið”. Nú er myndin skift út við internetkotuna. Fyrr gingu ommur við hárneti, nú hava tær internet.

Allur framburður er góður, og vit liva í eini super tíð, liva í bestu tíð, vit eru tolsom og fevnandi, men meiningin? Hvar fór hon? Er Guð meiningin?
Hann verður drigin fram á pallin, tá nakað ringt hendir. Tá vit ikki kunnu geva nakað svar, so spyrja vit :”Ja, hvar var nú Guð?” Tá nakað gott hendir okkum, spyrja vit ikki :
”Hví, skuldi hetta henda mær?”

Vit liva ivaleyst í bestu tíð, og hava nógvar møguleikar ”at smíða okkum lukkuna góða við teimum evnum, sum Skaparin gav”.
Ongin hevur rætt at fjøtra okkum, vit velja vegin vit vilja fara og menniskjuni við vilja liva við. Vit eru siviliseraði og demokratisk og tosa okkum til rættis. Vit tosa um sakina og verða ikki persónlig og ófantalig.

Men tá vit hava gjørt alt, lágt BMI, rættan mat, rætt hvítt hús, rættar møblar, fara til røttu støðini at ferðast, hava íðkað okkum til stramma rumpu og búk, hava vit tá fingið fatur í meiningini?

Kanska hava vit í dag gloymt, at vit ikki bert eru kroppur og vøddar, men eisini sál og andi, sum má við, um vit skulu hava meining í tí heila?!