Skriva út

Grønlendsk gudstænasta í Vesturkirkjuni

17.10.2019 Tíðindi


Komandi sunnudag, 20. oktober 2019, prædikar grønlendski biskupurin Sofie Petersen í Vesturkirkjuni kl. 11.00.

Sofie Petersen varð í 1995 vald til biskup í Grønlandi. Hon er tann næsti INUIT biskupurin, og hon er tann næsti kvinnuligu biskupurin í tí donsku fólkakirkjuni.

Saman við biskupi Grønlands virkar Heri Joensen, sóknarprestur. Tað er vanligt, tá annar tjóðskapur vitjar kirkjurnar í Norðurlondum, at lesturin úr Halgubók verður lisin á báðum málunum. Vanligt er eisini, at fleiri sálmar á málinum hjá tí vitjandi verða sungnir enn kendir heimligir sálmar.

Grønlendingar í Føroyum eru ein sjálvsagdur partur av fólki okkara, ja, enntá eru vit saman við dønum partur av sama ríki.

Tað er at fegnast um, at Vesturkirkjan heimilar tí grønlendska biskupinum at prædika á sínum egna móðurmáli til gleði fyri okkara føroysku grønlendingar. Tað er eitt virðiligt tekin mótvegis einum etniskum minniluta í Føroyum.

Undirritaði er takksamur og fegin, at kirkjan roynir at fevna tey, ið eru runnin av fremmandari rót og síðan gjørdust nýføringar og føroyingar.

JF