Skriva út

Góðskudagar í Sandoyar prestagjaldi, 17.-21. juni

14.06.2019 Tíðindi


“Smáir gerningar gjørdir í kærleika eru við til at broyta heimin” er slagorðið fyri góðskudagarnar sum verða hildnir í Sandoyar prestagjaldi. Undir góðskudøgunum fara fólk og kirkjulið at veita eina hjálpandi hond til eldri fólk, sjúk og onnur, sum hava tørv á hjálp. 

Gud hevur sýnt okkum so nógva góðsku, og vit vilja fegin verða við til at sýna øðrum fólkum góðsku, við at vaska ein bil, mála hús, rudda, sláa grasplen, taka ókrút upp o.a. fyrifallandi.

Í døgunum 17.-21. juni, frá kl. 16.00-21.00 fara vit at hjálpa. Tað er ikki neyðugt at vera við í hesum tiltaki allar dagarnar. Um tú hevur ein ella tveir dagar, har tú kanst hjálpa, er tað eisini gott. Um tær antin tørvar hjálp ella vilt hjálpa, set teg í samband við hesi fólk:

Sands bygd, Gudny D. Hentze, tlf. 258228.

Skálavíkar bygd, Anna Gærdum, tlf. 251590.

Húsavíkar bygd, Eisinbjørg Clementsen, tlf. 224583.

Dals bygd, Sjúrður Nolsøe, tlf. 265271.

Skopunar bygd, Elisabeth Leo, tlf. 221935

Úr søguni um hin miskunnsama sámáriubúgvan:

Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?»  Men hann segði: «Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.» Og Jesus segði við hann: «Far tú og ger so við!» (Luk 10,36-37).