Skriva út

Góð er grund, ljós er lund

03.11.2019 Tíðindi


Ein stórvirkin prelátur var Jón Helgason, biskupur Íslands 1917-38. Mong digur kirkjusøgulig ritverk læt hann úr hondum; høvuðsverkið er »Kirkja Íslands«. Hann var vælumtóktur maður, vitandi, grundargóður og ljóslyndur. Hollur Føroya vinur var Jón og fegnaðist almikið um at føroyskt vann inn um kirkjudyr

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í summar fekk eg frá íslendskum vinfólkum eina forkunnuga føðingardagsgávu. Ja, ein sannan dýrgrip. »Islands Kirke«. Hóast talan er um eina næstan hundrað ára gamla bók, so prógvar hon, at høvundurin hevur verið ein veldigur kapacitetur. Biskupur Íslands Jón Helgason.

Forlagið G. E. C. Gad gav út kirkjusøguna í tveimum bindum 1922-25. Fyrra bind: »Islands Kirke. Fra dens Grundlæggelse til Reformationen. En historisk Fremstilling«; seinna: »Islands Kirke. Fra Reformationen til vore Dage. En historisk Fremstilling«.

Givið er, at síðan henda kirkjusøgan kom út er mangt hent í kirkju Íslands eins og tað við áhaldandi gransking er lagt nýtt lendi undir ta vitan, ein frammanundan hevur havt. Ja, sumt er kollrent. Søgufrøði hevur sum øll onnur vísindi eingi endamørk. Tey verða alla tíðina flutt og nýggj vitan kemur alsamt í ljósmála.

Jón Helgason er nærlagdur maður. Prelátarnar í Íslendsku kirkjuni lýsir hann við bæði dygdum og lastum. Summir reinlyndir og mildir, aðrir mannvondir búrkroppar. Men fleiri kennast í søguni sum mikil skald.

Í sjálvstýrisøldini eru tað íslendingar sjálvir, ið manna kirkjunnar hægstu stólar sum biskupar, men sum frálíður dragnar við móðurkirkjuna í Noregi og eftir at Ísland saman við Noregi kemur í ríkjasamgongu við Danmark, eru tað mest útlendingar, ið manna hesar sessir, hollendingar, bretar og danir. Í undantaksføri norðmaður og íslendingur.

Tað gekk ikki sum fótur í hosu at seta trúbótina í gildi í Íslandi. Halgimannadyrkanin hevði djúpt rótfesti í fólkinum. Og pátrúgvin var ovurhonds. Tó at vit rokna 1550 sum trúbótarárið, so gekk long tíð, ja, so langt sum inn í seytjandu øld, áður enn tað lukkaðist at rudda seinastu katólsku leivdirnar burtur úr gudstænastulívinum.

Hólabiskupur Guðbrandur Þórláksson og Skálholtsbiskupur Oddur Einarsson vóru teir biskupar, ið løgdu tað haldgóða lutherska støðið hjá komandi biskupum og prestum at virka á.

Úr neyðardýpi Gud til tín

Kirkjusøga Jóns Helgasonar er sera vandaliga greidd úr hondum. Fullfíggjaðar navna- og myndaskráir og málsligar vegleiðingar við dømum um íslendskt málføri í mun til onnur norðurlandamál.

Okkurt navn er helst komið skeivt fyri. Ættmóðir Gøtuskeggja verður í kirkjusøgu Jóns Helgasonar nevnd Unnur hin Djúphugaða. Úr Føroyingasøgu hava vit lært navn hennara at kenna sum Eyð hin Djúphugaða (834-900).

Eyð hin Djúphugaða  hevur tó ymisk nøvn í ymsu útgávunum. V. U. Hammershaimb  nevnir hana Eyður hin Findarríka. At hon verður nevnd ættmóðir Gøtuskeggja er tí, at hon á veg til Íslands bar við land í Føroyum og gifti her burtur ommudóttrina Óluvu, dóttur Torsteins Reyða. Frá teimum eru menn sum Tróndur í Gøtu og Sjúrður Tollaksson ættaðir.

Í Laksdøla søgu eru hennara ættarliðir lýstir. Har fáa vit at vita, at hon er dóttir Ketils Flatnev og verður lýst sum satt konubrot. Søgan nevnir, at hon læt í loyndum byggja knørr í einum skógi fyri at sleppa sær burtur úr ófriðarliga Skotlandi til Íslands.

Eingin maður veit at siga um nakað konufólk, sum hevur megnað at sleppa úr so nógvum ófriði við so stórum fylgi og so miklum fæ. Seytjanda øld er í Íslandi eyðkend av rakárum. Sum partur av Danmarkar ríki læt kongur handilin priviligeraðum útlendskum handilsmonnum og -feløgum í hendi. Og landið varð í heilum herjað av sjórænarum. Tann ‘vísi’ Gísli Magnússon á Líðarenda lýsir seinastu fjórðingsøldina soleiðis: »Fólk eru fæleys. Hava onga útkomu. Í armóð lata tey sær alt lynda. Háð og spott og jagstran. Einasti gripur av týdningi er ein klokka á Tingvøllum, sum kallar dómarar til tings. Men fyri sekstan árum síðan klovnaði hon, og nú hoyrist valla ljóð frá henni.«

Hetta er tann sama klokkan, ið Halldór Kiljan Laxness (1902-1998) hevði fyri eyga tá ið hann skrivaði skaldsøguna »Íslandsklokkan«. Givin út á føroyskum í týðing Sigurðar Joensen.

Hesa tíðina yrkir Hallgrímur prestur Pétursson (1614- 1674) sálmar. Alra kendastir teirra millum eru »Passíusálmar«; t.e. sálmar við pínslusøgu Várs Harra Jesu Krists sum yrkisevni. Onnur kend verk eru »Aldarháttur« , »Rímur af Lykla-Pétri og Magellónu« , »Króka-Refs rímur« og nakrar barnarímur. Hallgrímur Pétursson var prestur í Hvalsneskirkju og Saurbær í Hvalfirði (á vesturlandinum).

Í nítjandu og tjúgundu øld stíga meira lívstreyst skald fram millum kirkjumenn í Íslandi. Í »Sálmabók Íslensku Kirkjunnar« finna vit nøvn sum Helgi Hálfdánarson, Matthías Jochumsson, Valdimar Briem bert fyri at nevna nakrar. Og har finnur tú eisini týðingar av sálmum eftir Kingo, Brorson, Ingemann og Grundtvig.

Jú, fólkið leit upp úr neyðardýpinum og vendi sær til Guds í bøn og takkarsongi.

Av góðum bergi brotin

Síðan eg fekk hesa íslendsku kikjusøguna sum eina kærkomna gávu havi eg í heyst drýggjað mær hana sum kvøldlestur eftir loknan yrkadag. Samstundis havi eg leitað mær upplýsingar um høvundin, fróðarmannin Jón Helgason. Tað hevur ikki staðið á, tí íslendingar eru eyðkendir fyri at savna ættartøl og skriva ævisøgur. Internetið er hent og haraftrat havi eg fingið hollar upplýsingar frá føroyingum, ið kønir eru í kirkjusøgu.

Jón Helgason varð føddur á Gørðum, Álftanesi 21. juni 1866. Hann var av góðum bergi brotin. Faðir hansara var hin navnframi Helgi Hálfdanarson (1826-1894), kendur fyrst sum prestur á Gørðum, Álftanesi við Reykjavík, síðan sum lektari í prestaskúlanum í Reykjavík og fyristøðumaður skúlans. Kendur sum sálmaskald og umsetari av sálmum úr ymsum málum til íslendskt.

Móðirin var Þórhildur Tómasdóttir, dóttir navnframa Tómas Sæmundsson (1807-1841), prestur og Fjølnismaður, fylking av lærdum íslendingum, ið gingu á odda at vekja tjóðskaparanda millum landar sínar við einum frælsum Íslandi sum stavnhaldi. J. R. R. Tolkien endurgav Tómas Sæmundsson fyri hesi orð: »Móðurmálið er aðalmerki fólksins.«

Eftir at hava tikið gudfrøðiligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og eina tíð lisið í Erlangen og Greifswald í Týsklandi, hevði Jón Helgason stutt skeið prestastarv í Danmark og fór síðan heim aftur til Íslands. Har varð hann fyrst dosentur í prestaskúlanum í Reykjavík (1894), síðan lektari og fyristøðumaður skúlans (1908). Tá ið Ísland fekk sín egna lærda háskúla (Háskóla Íslands 1911) varð hann professari har. Í 1917 tók hann við embætinum sum biskupur Íslands.

Sama ár fekk hann navnbót sum doktari í gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Sløk 20 ár seinni neyt hann sama heiður á Háskóla Íslands.

Ídni og arbeiðssemi

Jón Helgason man ivaleyst vera tann av øllum biskupum í Íslandi, sum hevur ferðast mest og skrivað mest. Alt Ísland er stórt biskupsdømi hjá biskupinum í Reykjavík at røkja.

Í 1909 varð kirkjulógin broytt, so at Ísland eisini fekk tveir vígslubiskupar, sum eru knýttir at gomlu biskupssetrunum í ávikavist Skálholti og Hólum. Áður mátti biskupur í Íslandi fara til Danmarkar at fáa vígslu frá Keypmannahavnar biskupi, ið var primas (»primus inter pares« = fyrstur millum líkar).

Á umreisu vitjaði Jón hvørja einastu kirkju í landinum. Hann helt einaferð fyri, at tað var einki at takka sær fyri, at hann hevði ferðast so nógv og vitjað hvørja kirkju í landinum. Heilsuna hevði hann góða og so var tað ólíka lættari at ferðast hjá honum enn hjá undanmonnunum í embætinum. Nú vóru brýr og vegir og so mong flutningstól, ið lættu um ferðingina. Men sjálvur nýtti hann til tað síðsta gamla mátan: at ferðast á hestbaki.

Eftiransin og umhugsin sum Jón Helgason var, tók hann mangar ljósmyndir og teknaði sjálvur myndir av kirkjum, bygdaløgum o.tl. Eftir hann er stórt og virðismikið savn av ljósmyndum og tekningum.

Ikki bert um alt Ísland, men eisini í útlondum ferðaðist Jón biskupur nógv. Tey stívu tjúgu árini í biskupsembætinum var hann við á mongum biskupafundum og kirkjustevnum bæði í øllum Norðurlondum og eisini í øðrum londum.

Ídni og arbeiðssemi sigast at vera ættarbregði í slekt Jóns Helgasonar, og sjálvur var hann nærlagdur og arbeiðssamur allar dagar. Mangar eru tær bøkur, hann hevur lagt úr hondum. Allar vælaverk. »Tað tykist sum hann bæði hevur etið og sovið við penni í hond, so mikið hevur hann fingið stundir at skriva og um ymisk evni,« segði Jákup Dahl próstur í eftirmæli.

Her skulu vera nevnd nøkur av høvuðsverkum hansara:

Uppruni Nýja testamentisins, 1904
Almenn kristnisaga I-IV, 1912-30
Grundvöllurinn er Kristur, 1915
Hirðisbréf, 1917
Islands Kirke I-II, Kbh. 1922-1925
Kristnisaga Íslands I-II, 1925-27
Íslendingar í Danmörku, 1931
Kristur vort líf (prædikur), 1932
Meistari Hálfdan, 1935
Hannes Finnsson biskup, 1936
Jón Halldórsson í Hítardal, 1939
Tómas Sæmundsson, 1941
Árbækur Reykjavíkur 1786-1936, 1941
 
Av verkum, ið lógu eftir faðir hansara, gav hann út eina kristiliga siðalagslæru, eina bók um at halda prædiku (homiletik) og eina lestrabók.

Jón var limur í teirri nevndini, sum í 1912 gav út eina nýggja umseting av Bíbliuni til íslendskt úr frummálinum. Sjálvur umsetti hann nakrar av bókunum í Nýggja Testamenti.

Kirkjusøgu Íslands skrivaði hann bæði á íslendskum og á donskum máli, fyrra frá kristnitøkuni um ár 1000 fram til trúbótina, seinna frá trúbótini fram í 20. øld. Donsku útgávuna gav, sum áður nevnt, Gads forlag út árini 1922-25 við felagnum Dansk-Islandsk Kirkesag sum høvuðsstuðuli. Formaður í hesum felag var Thordur Tomasson, prestur í Horsens, systkinabarn Jóns Helgasonar.

Íslendingar eru tiltiknir fyri at hava góða hilling á skyldskapi. Og her mundi Jón skara framúr. Mangar eru tær ættartalvur, hann hevur skrivað. Skrivaði digur verk um Hannes Finnsson, biskup í Skálholti, ættina Finnsson og um Jón Halldórsson, próst í Hítardali.

Umframt nevndu bøkur, og nógvar aðrar bøkur, skrivaði Jón hópatals greinir í íslendsk, donsk, norsk, svensk, finsk og týsk tíðarrit. Mest um kirkjusøgulig evni.

Hollur Føroyavinur

Hollur og trúfastur Føroya vinur var Jón Helgason. Hann kendi nógvar føroyingar, bæði frá ungum árum og ellis árum. Á ferðum sínum millum Ísland og onnur lond, bar hann ofta við her í Føroyum. Dvaldi viðhvørt nakrar dagar her og prædikaði í Havnar kirkju.

Á ungu døgum sínum í Reykjavík hitti hann og kom at kenna fleiri føroyingar. Vitjaði tíðun hjúnini Onnu og Jógvan Jacobsen av Húsum í Havn. Hann var skósmiður. Heima hjá teimum fekk Jón á fyrsta sinni kunnleika um nøkur av ritverkum Grundtvigs. Dóttir Onnu og Jógvans gekk í latínskúlanum í Reykjavík. Hon æt Elinborg og er fyrsta føroyska kvinna við studentsprógvi.

Á latínskúlanum í Reykjavík kom Jón at kenna havnardrongin Mads Andreas Winther Jacobsen, sum gekk í sama flokki sum hann. Hann var sonur Jógvan Jacobsen, skipara av Húsum í Havn, og Kathrinu, f. Winther, av Sandi.

Av eldri føroyingum kendi Jón serstakliga Fríðrik Petersen próst. Teir hittust ofta bæði á ferðum og ymsar aðrar staðir. Á ungum árum gekk Fríðrikur í skúla í Reykjavík og var studentur haðan. Hann var alkønur í íslendskum máli og væl dámdi honum – tá løtur góvust – at tala íslendskt. Jákup Dahl, próstur, segði, at Jón fyri sær hevði sagt, at so væl talaði Fríðrikur íslendskt, at hann sjálvur, Jón, tá ið teir hittust, mátti vanda síni orð, at ikki Fríðrikur skuldi finnast at honum og rætta hansara íslendska mál.

Væl fylgdi Jón Helgason við føroyskum viðurskiftum og gleddist stórliga um, at føroyskt hevði vunnið frama sum kirkjumál. Tá Nýggja Testamenti kom út á føroyskum skrivaði hann drúgva grein um hetta í íslendska Kirkjuritið IV, 1938 (»Jakob prófastur Dahl og fyrsta þýðing Nýja Testamentisins á færisku«).

Andlit íslendsku kirkjunnar

Jón Helgason legði frá sær sum biskupur í 1938. Hann var giftur Marthu Mariu, f. Licht, dóttir H. H. Licht, sóknarprests á Suðurfjóni. Børn teirra vóru fimm í tali. Jón andaðist 19. marts 1942. Í minningarorðum um Jón Helgason í Kirkjutíðindum nr. 4, apríl 1942 sigur Jákup Dahl m.a.:

»Tað er ikki so langt síðan, at tann, ið skrivar hesi minningarorð, fekk bræv frá honum, og har talar hann m.a. um, hvørji arbeiði, hann hevur fyri, og hvussu fegin hann er um eina góða heilsu og um at hann nú kann nýta alla sína tíð á bókasøvnum og skjalasøvnum at leita fram ymist, sum hann hevur hug til. Hann man tí helst vera bráðdeyður.

Tað er ein av mætastu biskupum í Íslands langa biskuparaði og ein av fremstu kirkjumonnum í Norðurlondum nú á døgum, sum við Jóni Helgasyni er farin burtur.«

Sum menniskja var Jón Helgason sjáldsama fyrikomandi. Øll, ið lærdu hann at kenna, máttu verða góð við hann og hugtikin av honum. Glaðlyntur og blíður. Tíðindafróður, skemtingarsamur og vinsælur sum hann var. Tað var góð grund í honum.

»Hann var alhugaður fyri góðari semju, samanhaldi og samarbeiði millum øll Norðurlanda fólk og allar Norðurlanda kirkjur, samtíðis sum hann var íslendingur inn í mergin,« sigur Jákup Dahl.

Við arbeiði sínum, við ferðum sínum á kirkjustevnur í øðrum londum, við bókum sínum, gjørdi Jón Helgason kirkju Íslands kenda í útlondum.
Hann var Íslands kirkjuliga andlit úteftir.

Gomul bygdarkirkja í Íslandi, takt við flag, grótlaðaðar veggir og galvi úr viði. Hofskirkja í bygdini Hof í Öræfi á suðurlandi Íslands, sunnan fyri Vatnajökull. Fimm aðrar kirkjur av hesum slag eru varðveittar í Íslandi.

Jón Helgason (1866-1942). Dr. theol. Professari í kirkjusøgu á Háskóla Íslands 1911-14. Biskupur Íslands 1917-1938. Innlendis kirkjuviðurskifti og kirkjusøga vóru høvuðsevni í ritverkum og fyrilestrum. Kirkjuliga var hann fyri liberalari teologi í Íslandi.

Hóast Kristjan kongur triði við harðari hond setti trúbótina í verk í Íslandi 1550, hildu íslendingar fram við at heiðra gomlu halgimenni síni langt inn í lutherska tíð. Hetta altartjaldið (antependiument) er úr Hóla dómkirkju og broderað eftir trúbótina (seinna helming av 1500-árunum). Tað sýnir trý íslendsk halgimenni, biskuparnar Gudmund Arason, Jón Øgmundsson og Tollak Tórhalsson. Altartjaldið er tað størsta av fleiri slíkum, sum varðveitt er úr seinmiðaldarkirkjum. Tað er 180 cm langt og broderað við fleirlittum ulltræðrum.

Fríðrikur Petersen (1853-1917). Føroya próstur 1900-1917. Politikari, høvundur og yrkjari. Gekk í skúla í Reykjavík. Var alkønur í íslendskum máli.

Skálholt var í øldir andliga háborgin í Íslandi við øllum tí virksemi, ið lá til eitt biskupssetur. Á ein hátt høvuðsstaður Íslands. Myndin er frá rannsóknarferð bretans Joseph Banks í Íslandi 1772. Í baksýni dómkirkjan, sum fórst í eldi. Í 1963 varð nýggj kirkja bygd. Í Skálholti hevur vígslubiskupurin á Suðurlandinum sæti. Hin vígslubiskupurin er á gamla biskupssetrinum Hólum á Norðurlandinum.

Jón Helgason biskupur á umreisu. Tað er biskupurin á hvíta hestinum.